akkurát, hvat tey fáa, tí eg kann ikki annað enn vera trúgvur ímóti mær sjálvum. Tey, sum velja meg, fáa ikki ein poleraðan boðskap, tí tey fáa ein ærligan Kára á Rógvu, akkurát, sum hann er. - Eg havi aldrin [...] tí ósemju, sum hevur verið í flokkinum. Tí vildi eg mælt til, at vit sum skjótast fáa eitt óskrivað blað at taka við leiðslu floksins. Sostatt vil Kári á Rógi, at flokkurin fær ein formann, sum ikki hevur [...] tað eru eisini onnur. - Á einum løgtingsvali kann veljarin so geva okkum eitt tekin um, hvønn hann vil hava til floksformann. Men tað letur seg bara gera um so er, at løgtingsval verður fyri 25. oktober
vælsignaða teinæring, sum skal hava verið í Mykinesi. Í so fall hevur hann helst verið norskur. Føroyingar brúktu áður norskar bátar; føroyski báturin er ikki so ógvuliga gamal, ikki sum hann sær út í dag [...] eitt modell, sum eg havi havt at hildið meg til. Nær fekst tú áhuga fyri bátasmíði? Eg eri uppvaksin við bátasmíði so at siga. Pápi smíðaði bátar, og abbi smíðaði bátar, og tá ið eg var so frægur, plagdi [...] hálvtalað orð, so slapp eg inn her at smíða. Eg fór til verka tann 1. apríl í ár og havi smíðað hvønn dag, ofta langar dagar. Nú er so komið upp undir land, og í dag fáist eg við at seta knøini í, og so havi eg
skipar fyri tiltøkum. Tað einasta man kann gera, er at hava eina so góða skrá sum møguligt, tí so trúgvi eg uppá, at tað ikki kann ganga heilt galið. Men er tað so, at tú hyggur eftir álmanakkanum hjá øðrum [...] Norðurbryggjan er ein dagligur kappingarneyti, men tá tú hugsar um, at ein partur av Bryggjuni er føroysk, so kann ikki umgangast, at onkur tiltøk falla saman. Og tá tú nú nevnir Bryggjuna, so er Skarv latið [...] traditiónir sum til dømis Grækarismessa, flaggdagur og jólatræ fyri børnum. Onkrar smábroytingar eru gjørdar til nakað, sum eg kann hugsa mær tað. Nýggj tiltøk ið eisini verða afturvendandi. Tú skalt vera varin
at olja kann fara á sjógv. Ein pakningur á einum motori kann vera ótættur ein slanga kann vera ótætt, sum er ring at sleppa at, ella eitt sindur rennur úr, tá ið eitt filtur verður skift. Og so slepst heldur [...] kjølsvín, sum verður lagt í kjølin á bátinum. Hetta kjølsvínið er gjørt úr serligum tilfari, sum sýgur alla olju í seg, sum lekur í kjølin. Sostatt er tað bara reint vatn og onki annað enn reint vatn, sum verður [...] Umhvørvisvernd Sum ein miðalstór speygupylsa. Størri er nýggja amboðið ikki, sum tað nú ber til at keypa í Føroyum til at basa oljudálking við. Og tað er heldur ikki stórt dýrari enn ein miðalstór speygupylsa
óneyðgum stovni, og fer hann at verða undirgivin áhaldandi kanningum, sum so aftur krevur ein stovn. Hetta, bara fyri at geva tær ein simplistiskan varhuga av, hvat uppskotið fer at bera við sær fyri títt [...] ólogiskt, tá følist tað trygt? Nei. Tryggleikin, sum KRIS so desperat roynir at finna so at fáa hækkaðan stuðul, kann aldri fáast. Tess størri og meiri fløkjaslig ein kanningarskipan er, tess fleiri fólk skulu [...] samfelagi sum Føroyar, alsamt meiri trásett av javnstøðuformalitetum, fært tú: “Men, á jenar Agga, hvat harmar tað; hví kanst tú ikki bara gera sum hini? Øll hini hava eina váttan. Hví heldur tú teg vera so
ymisk, men tað var á ein hátt, sum gjørdi, at tey hóskaðu væl saman. Ismar kundi vera eitt sindur ramligur, men Elsa var bara við tí góða orðinum. Elsa er sera sterk bæði so og so. Tað gav at býta, tá [...] Fuglafjarðar, so var tað ein sjálvfylgja at fara inn á gólvið hjá teimum báðum. Her var ein hjartaligheit, sum var heilt serlig. Hetta gjørdi, at eg sjálvur altíð kom at kenna húsið hjá Ismari sum eitt annað [...] Ismar og Elsu. Ein nokk so serligur gestur plagdi at vera systkinabarn Elsu, Thorstein Vilhelm, sum plagdi at koma norður at telva við Ismar. Hagar var eisini stuttligt at koma, tí Elsa er so skilagóð og
amboðunum til at lofta teimum, sum kunnu vera í vanda fyri at detta av rókini. Sum samfelag hava vit allar teir møguleikar, vit kunnu ynskja okkum. Og so er spurningurin bara, hvussu væl vit duga at gagnnýta [...] eigur tað at vera soleiðis í 2018, at okkara gomlu skulu sita einsamøll og ongan góðan eiga, so tey kanska stúra fyri hvørjum nýggjum degi. Tað eigur bara ikki at vera soleiðis í 2018, at vit sum samfelag [...] at vera hjá Føroya fólki. Hetta er ikki ein kappingarneyti til donsku grundlógina. Bara heilt náttúrligar staðfestingar, ið vit sum tjóð eiga at samla í okkara egnu stýrisskipanarlóg. Vónandi kann tað
eru jú ein familja, so eg vil eisini hava mína familju við. Tað gevur meiri javnvág. Um eg til dømis verði keddur, havi eg mína familju har, og so kenni eg meg ikki so einsamallan, og tað ger ikki so nógv [...] vil hann bara hava tað yvirstaðið. - Tað er nógv stuttligari hjá mammu og teimum, tey eru so øgiliga forvitin. Tey hava altíð kent meg, og nú sleppa tey so at síggja biologisku foreldur míni ? so tey bara [...] familjuni hevur verið løgið, heldur Rúni. Hesi fremmandu fólk, sum siga seg vera hansara kjøt og blóð. Enn løgnari heldur hann tað vera at síggja seg sjálvan í bæði mammuni og teimum báðum brøðrunum,
og notera so hvørt, vísti seg ikki at vera so gott kortini, tí tað er ómøgiligt at skriva. Enn er ikki so galið. Hevði væntað at her var bølamyrkt, men ljósperur hanga tættar eftir vegginum, so her er væl [...] bølamyrkt. Og so verður kjaftsvart. Dynamittokan, sum spakuliga verður blást út, kemur ímóti okkum, og við eitt er alt, sum líkist sýni, burtur. Tú sært ikki eina hond fram fyri teg, og eg bíði bara eftir, at [...] tunnlinum. ? Eg hevði ikki væntað at arbeiðið fór at vera so strævið. Hevði eg vitað tað, so hevði eg ikki átikið mær tað. Gevst ikki Nú er tað bilurin hjá Ruth, sum skal fyllast við gróti. Tað gongur lætt at venda
men at levera er eitt annað. So kann mann so droyma seg burtur í hugburð og smak, men vit vildu so fegnir hava meira. Hanus So er tað, at konsert av hesum slag skal vera fyri hvønn Hanus og Janus, verður [...] at hoyra ein kvalitet sum Hanus Johansen, og tað at kenna kvalitet er ikki ein eginleik, ungdómsgeneratiónin vantar. Vit hava hár! Líka so egin sum Hanus Johansen er tónleikabólkurin MC Hár. Ein hin mest [...] lítið av, og karmurin nýtist ikki at vera Norðurlandahúsið. Kann hetta vera byrjanin til nakað meira og størri, so er nógv vunnið. Hesaferð var tað bara ikki fult so gott.