Lítið svín ger stóra nyttu

Olja, sum lekur á sjógv frá bátum, er ein stórur trupulleiki. Men á fiskivinnustevnuni í Runavík í farnu viku, høvdu tvøramenn eitt nýtt amboð, sum loysir hendan trupulleikan bæði skjótt og lætt

Umhvørvisvernd

Sum ein miðalstór speygupylsa.
Størri er nýggja amboðið ikki, sum tað nú ber til at keypa í Føroyum til at basa oljudálking við.
Og tað er heldur ikki stórt dýrari enn ein miðalstór speygupylsa.
Tað er OSR við Paula Einarsson á Tvøroyri, sum á fyrsta sinni vísir føroyingum hetta nýggja amboðið.
Hann hevði tað við á bási sínum á fiskivinnustevnuni í Runavík í farnu viku og hetta var ein av teimum søluvørunum, sum vakti ans á stevnuni.
Talan er um eitt lítið kjølsvín, sum verður lagt í kjølin á bátinum. Hetta kjølsvínið er gjørt úr serligum tilfari, sum sýgur alla olju í seg, sum lekur í kjølin.
Sostatt er tað bara reint vatn og onki annað enn reint vatn, sum verður pumpað á sjógv.

Stórur trupulleiki
Olja, sum smáir og stórir bátar pumpa á sjógv, er nevniliga ein stórur trupulleiki.
Ferð eftir ferð síggja vit, lesa vit og hoyra vit um, at olja er á sjónum í bátahylum og havnum.
?Tað er so skjótt, at olja kann fara á sjógv. Ein pakningur á einum motori kann vera ótættur ein slanga kann vera ótætt, sum er ring at sleppa at, ella eitt sindur rennur úr, tá ið eitt filtur verður skift. Og so slepst heldur ikki undan, at allir motorar sveitta eitt sindur av olju. So tað ger í veruleikanum ikki mun, hvussu ansin ein er, tað kemur altíð eitt sindur av olju frá motorinum á einum báti, niður í kjølin, sigur Pauli Einarsson,
? Tá ið bátarnir so verða pumpaðir, fer oljan sostatt við pumpuvatninum á sjógv.
?Dálking er ikki einasti trupulleiki, ið stendst av hesum. Mangir útróðrarmenn vita, hvussu tað er at ligga við lensipumpuni til. Er so eitt sindur av olju í kjølinum, verður hon eisini pumpað á sjógv. Rennur so snellan ígjøgnum oljuna, verður oljan hangandi á dorgini, so at hon fer a lukta og so tekur fiskurin ikki.
?Sostatt hevur tað eisini stóran týdning fyri fiskiskapin, at olja ikki fer á sjógv og tað syrgir kjølsvínið fyri.

Eitt ár
?Tað sýgur 2,2 litrar av olju í seg. Maskinkønir siga, at hetta er umleið tann nøgdin, sum ein vælhildin motorur sveittar um árið.
Er talan um eldri motorar, sveitta teir nógv verri.
?Sostatt kann kjølsvínið liggja í kjølinum í eitt heilt ár, uttan at verða skift. Men er talan um lekar, styttir tað sjálvsagt um tíðina.
? Men tá ið tað er fult, verður tað bara vundið í eina spann og lagt aftur í kjølin.
Og tá ið tað einaferð, verður koyrt burtur, verður tað latið brennistøðini.
Men tað er ikki nøkur fíggjarlig byrða, tí tað kostar bara einar 150 krónur at keypa hesi kjølsvínini. Hetta kjølsvínið er best egnað til minni bátar, men tað fáast eisini størri kjølsvín til størri bátar og til skip og sum klára at súgva nógv meiri í seg,
OSR á Tvøroyri hevur eisini fingið nakrar serligar klútar, sum súgva olju í seg, sum er stoytt á gólv á bilasmiðjum, verkstøðum og aðrastaðni, har olja er. Hesir klútarnir fáast eisini á stórum rullum.





?