Elsa Joensen 90 ár

Ì dag verður Elsa Joensen úr Fuglafirði 90 ár. Elsa er ættað úr Vági.

Foreldrini hjá henni vóru Poul Leo í Sjúrðhúsi og Sanna f. Egholm úr Streymnesi, sum doyði longu í 1942 í góðum aldri. Tær vóru fýra systrar úr Streymnesi, sum búsettust í Vági og Porkeri.

Elsa átti ein eldri beiggja Ova Leo, sum er deyður fyri nøkrum árum síðani. Hann var annars føddur sama dag sum 1. veraldarbardagi endaði tann 11. november 1918.


Elsa fór ung í realskúla í Vági, og hon tók prógv á Tvøroyri í 1936. Eftir hetta var hon í trý ár í handlinum hjá J.A.Godtfred, Dias á Heyggi, sum í síni tíð var ein tann størsti rokskipari í Føroyum.

Men Elsa vildi meira enn tað. Í 1940 fór hon til Havnar at læra til sjúkrasystir. Men hon hevði ikki lært meira enn 4 mánaðir, tá ið hon fekk tuberklar. Hon var sjúk í trý ár. Mesta av tíðini lá hon heima. Okkurt tíðarskeiði lá hon á sjúkrahúsinum á Tvøroyri og í Havn, men hon slapp undan sanatoriinum.

Men í juni 1944 kom Elsa aftur á hospitalið í Havn at arbeiða, men hesa ferð á skrivstovuni. Hon minnist, at júst tá ið hon kom hagar, stóð Jákup Dahl próstur undir børu. Her var Elsa til desember 1949.

Tá arbeiddi hon nakar mánaðir í Klaksvík í húsi hjá Aleksandru og kenda skiparanum Kaj í Hvannasundi.


Tann 15. juni 1950 giftist Elsa við Ismar Joensen í Fuglafirði. Tey fingu Jóannes í 1951 og Páll føðingardagin hjá Jóannes í 1953. Tann 12. apríl 1956 byrjaðu tey at handla í kjallaranum. Men veruliga var Elsa byrjað tvey ár frammanundan at selja heilivág í handkeypi. Til hetta fekk hon eitt serligt loyvi, sum var undirskrivað av Richard Long, landsstýrismanni.

Í handlinum kom Elsa at arbeiða saman við Ismar, seinni eisini saman við soninum Jóannes. Hendan handil høvdu tey uppá dagin í 47 ár fram til 12. apríl 2003.

Ismar var sera virkin á mongum økjum. Hann var í fleiri skeið við í bygdaráðnum í Fuglafiði. Hann var ein av oddamonnum í Havsild, sum var upprunin til Havsbrún, sum nú er eitt tað fremsta virkið í landinum.

Tey hava bæði verið sera virkin í brøðrasamkomuni. Hjá Ismar var tað ofta við at hava eitt orð, og hjá Elsu við at taka ímóti gestum til Siloa. Ein fastur gestur og góður vinur var Petur Háberg.

Ismar var eisini skald, og so var hann eisini virkin í politikki. Elsa var dugnalig í urtagarðinum, og hon hevði í sín tíð ein tann vakrasta hava í Fuglafirði. Hon hevur eisini bundið og broderað nógv.

Ismar doyði í 2004. Elsa fekk í 2007 eitt strik, so hon ikki longur kundi vera heima. Tí hevur hon seinastu árini verið á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, har hon hevur tað gott.

Hetta skal fyrst og fremst vera ein persónlig heilsan til Elsu. Vit hava nevniliga kenst alla mína tíð.

Foreldrini vóru vinir við Elsu og Ismar. Tá ið vit í Gøtu komu til Fuglafjarðar, so var tað ein sjálvfylgja at fara inn á gólvið hjá teimum báðum. Her var ein hjartaligheit, sum var heilt serlig. Hetta gjørdi, at eg sjálvur altíð kom at kenna húsið hjá Ismari sum eitt annað heim.

Ismar og Elsa vóru sera ymisk, men tað var á ein hátt, sum gjørdi, at tey hóskaðu væl saman. Ismar kundi vera eitt sindur ramligur, men Elsa var bara við tí góða orðinum.

Elsa er sera sterk bæði so og so. Tað gav at býta, tá ið Jóannes varð innlagdur eitt langt og strævið tíðarskeið í Danmark fyrst í 90-ununum. Hon var hjá honum í Danmark í fleiri mánaðir. Og tá Jóannes vegna sína sjúku skuldu avbyrgjast í tvær ferðir tríggjar vikur, tá fylgdi Elsa við fyri at kunna vera um sonin, meðan hann varð avskorin frá umheiminum, hóast hon var fleiri og 80 ára gomul. Tað kundi gingið báðar vegir hjá Jóannes. Men hann kom fyri seg aftur, og vit eru mong, sum eru takksom fyri tað.

Tað komu nógv fólk inn til Ismar og Elsu. Ein nokk so serligur gestur plagdi at vera systkinabarn Elsu, Thorstein Vilhelm, sum plagdi at koma norður at telva við Ismar.

Hagar var eisini stuttligt at koma, tí Elsa er so skilagóð og dugur eisini væl at greiða frá.

Eitt sum gjørdi sítt til neyva sambandið okkara millum var, at eg og pápi hennara Poul gjørdust vinmenn á ein heldur pussigan hátt. Í 1959 róði eg út í Fuglafirði, men var so ringur av sjóverki, at eg mátti fara heim til Ismar at keypa sjóverkstablettir. Har var eingin heima uttan Poul, sum ikki hevði atgongd til handilin. Men hann gav mær av sínum egnu. Síðan tá gjørdust vit sera væl, og eg minnist eisini Poul sum eitt framúr menniskja. Hann doyði í 1973.

Góða Elsa. Hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum og takk fyri alt!


óli