bara um loysing ella samband. Aftaná at umboð fyri javnaðarflokkin høvdu verið í fjøðlmiðlunum, vaknaðu hinir flokkarnir við. Brádliga kom teimum til hugs, at tá vit tosa um at seta kós fyri politikk, so [...] bjóðar seg framm uppá loysingarpolitikk. Føroya fólk má vita, at teir hava sovið í 50 ár. Teir fingu ein skelk í 1946, og hann eru teir ikki komnir yvir enn. Tá ein so spyr tjóðveldisfólk um hvussu vit [...] tað svarið, at vit kunnu samanlíkna okkum við hvussu fyrrverandi ensk hjálond hava tað í dag. Undirritaða hevur verið í fleiri av hesum londum, og Gud forbarmi seg fyri okkum, um vit fáa teirra livifót. Tey
høvuðsstaðnum í Norðoyggjum, og tí skuldu møguleikarnir at búleikast har verið góðir, um vit fingu eitt betri skip, ið sigldi fleiri túrar um dagin. Síðan í 1970unum hevur verið arbeitt við tunnilsgerð í oynni [...] oynni, men í 1998 eru teir enn ikki lidnir. Vegurin oman á keiina á Syðradali er heldur ikki liðugur enn. Tunnlarnir á Borðoynni eru avoldaðir til alla ferðsluna, ið er í samband við vinnulívið Eystan Múlan [...] Og tað ætla vit at gera við at seta á stovn fleiri sambýlir og lata byggja fleiri eldraíbúðir. Eisini skal heimarøktin útbyggjast, soleiðis at til ber hjá eldri at vera í egnum bústaði longst møguligt,
innanhýsis kríggj nú í fleiri ár, so handan krígserkleringin fyri undirsjóvartunnilin frá einum av teirra valevnum má merkja, at teir ætla at skipa fyri borgarakríggi í Føroyum, og sostatt seta allar føroyingar [...] sambandsvalevnini kunnu vit koyra í ein sekk, tað var mær greitt áðrenn, tí teir hava avgjørt havt møguleikan at vart Vágoynna, men hann hava teir sovið burtur, og tað í ólukkumát. Sambandsmenninir hava [...] tagnaði á tingi. Hann má í øllum førum vera vónsvikin av valevnum sínum. Tí kann sláast fast, at sjálvstýrissoðið her vesturi er so turt, at tað helst kann verast fyri uttan í eini samgongu. Veruleikin
hava vit í Danmark fingið lógargrein, sum fleiri ferðir hevur verið fyri í hægstarætti, í samband við ES- limaskapin. Nú er samtykt, at tað kann gerast við ávísum treytum: Eisini fólkatkvøða í Danmark [...] við Århus Universitet og serkønur í føroyskum viðurskiftum. Í løtuni er hann í Føroyum og undirvísir á Fróðskaparsetrinum.Seinastu vikurnar hevur Vagn Wåhlin fylgt við í valstríðnum, og undrast stórliga [...] Hann heldur, at reglurnar í heimastýrislógini eru greiðar, men bert, at tá veruligir trupulleikar standast, eitt nú undir Klaksvíkstríðnum í 1955 og undir fíggjarligu kreppuni í 1992, verður grundlógin galdandi
Noreg eitt nú gera fyri føroyskan ungdóm ? ? Noreg ynskir at vera við í arbeiðinum sum verður gjørt í Føroyum og í Grønlandi í samband við at londini fyrireika seg til at gerast oljutjóðir. Vit vilja sjálvandi [...] betri fyri í samband við tær arbeiðsuppgávur, sum fylgja við oljuvirkseminum, sigur Kjell Magne Bondevik. Hann leggur afturat, at tey norsku oljufeløgini longu eru virkin bæði í Føroyum og í Grønlandi, [...] Norska stjórnin ynskir tættari samstarv við føroyingar í samband við menning av eini føroyskari oljuvinnu, og tey vóna, at ein vitjan úr Føroyum seinni í ár kann vera við til at leggja lunnar undir einum tættari
gott at vera í, tí fólk fara ikki í nakað, tey ikki kenna seg væl í. ? Ferðavinnan vil hava troyggjur, sum eru í natúrlitum, og tað undrar meg ikki. Natúrlitir er tað ferðavinnan setir í samband við Føroyar [...] aðrar teknikkir inn í tey og so brúka natúrlitirnar. Ferðafólk, sum koma til Føroya, keypa ikki litaðar troyggjur. Tey hugsa um upprunan og náttúruna, tí tað er tað sum tey seta í samband við Føroyar. Føroyski [...] ikki nógvar bókmentir um føroyskan tekstil. Í hvørji einastu uppgávu eg gjørdi á skúlanum, var málið at granska í føroyskum tekstili. Eg rendi meg ferð eftir ferð í, at næstan einki skrivað finst á økinum
blintarminum, og eg legðist uppá land. Eg royndi meg í fiskaarbeiði í Gøtu, og eisini við matvøruhandli í Funningi. Matvøruhandilin í Funningi hevði Martin tó bara í eitt ár. Hann kom til Havnar, og her hitti hann [...] erin í Egersund. Eisini var eg við til nøkur møti í Stavanger. Mikudag fingu vit at vita, at um tveir dagar fór skipið av vera klárt aftur at sigla. Tey í Frelsunarherinum í Egersund skipaðu tí í skundi [...] arbeiddi Martin í góð tvey ár, til hann í 1957 leigaði bakaríð hjá kenda norska sangevangelistinum, Arne Anno í Sauda. Sauda liggur umleið ein tíma sunnanfyri Odda. Í Sauda var familian í fimm ár, til tey
við íløguætlan at seta 20 mió. kr. um árið í grunn til fast samband um Vestmannasund næstu fýra árini. Grunnurin fær heimild at upptaka lán og krevja inn bummpening. Kanningar í samband við farleiðina um [...] samgongunnar verður at fremja henda suverenitet í verki Samgongan er samd um: Uppskot verður lagt fyri løgtingið og samtykt í 1998, sum skal fremja henda suverenitet í verki og staðfesta: * at løgtingið hevur [...] Føroya Løgting, at Føroya fólk kann seta eina grundlóg í gildi fyri Føroyar. Samgongan fremur hesi stig: I. Farið verður undir samráðingar við donsku stjórnina í tingsetuni 1998 um føroysk-donsk viðurskifti
summarhús í Cornwall nærhendis Land?s End. Hugskotið fýra ára gamalt Í Cornwall livir stórur partur av fólkinum í ógvuliga smáum samfeløgum, og var tað tí ikki totført hjá Richardi at seta seg inn í føroyska [...] Richard í 1994 vitjaði í Føroyum, sá hann fyri fyrstu ferð føroyskar kappróðrarbátar venja inn eftir einum fjørði. Hetta minti hann ikki sørt á studentatíð sína í Cambridge, har hann var fastur maður í gitnu [...] varð fingin í lag og fíggjað av The Faroes Partnership, sum er samansett av oljufeløgunum Amerada Hess, Lasmo, Norsk Hydro og DOPAS. Á odda fyri the Faroes Partnership stendur stjórin í Amerada Hess,
fingist við politikk í nógv ár, men hevur ikki verið serliga nógv frammi í landspolitikki. Hinvegin hevur hann seinastu tíggju árini verið nógv uppi í kommunalpolitikki. Hann varð valdur inn í Klaksvíkar Býráð [...] limur í mentunarnevndini og í fíggjarnevndini. Dagliga yrki hjá Karsteni hevur seinastu nógvu árini verið sum løgreglumaður. Hann kom til Klaksvíkar, sum løgreglumaður mitt í 70-árunum og seinast í 70-árunum [...] sýslumaður og støðleiðari í Klaksvík. Karsten Hansen hevur eisini verið fakliga aktivur. Í 12 ár var hann formaður í Føroya Politistafelagnum, enntá eisini meðan hann sat sum støðleiðari í Klaksvík. Eitt stórt