foreldrini, beiggjan, Joan og alla hina familjuna. Alt var gjørt klárt til føðingardagin hjá yngra beiggjanum, og fólk sótu við borðið og prátaðu saman. Tað var sjálvandi Joan sum legði fyrst merki til tað: Hon [...] Hon varnaðist, at hon gjørdist eitt sindur sløv og føldi at hini gjørdust so kám og óskiljandi. Meðan mamma hennara stendur við komfýrin og riggar til borðhaldið, fekk Joan eitt ógvusligt anfall, mitt meðan [...] so at foreldrini og onnur óttaðist fyri at hon hevði fingið herviligu sjúkuna epilepsi. Ein ordiligur lætti Joan er ein fitt og vøkur genta í Klaksvík. Hon er virkin innan ítrótt, og spælir fótbólt við
leggja dent á vakurleikan. Ein yrking skal fyrst og fremst vera vøkur, og formur og innihald skulu samsvara. Innihaldsliga kann ein yrking bera tað ljóta og negativa fram, men uppá ein vakran máta kortini [...] málið við at hava lisið og skrivað nógv, og eg haldi tað er lætt og flótandi mál. Kanska skal ein hava tað í beinagrindini. Ikki so nógv lesa yrkingar, og skal ein skriva tungt og ófatiligt, sum onkur yrkjari [...] fegin hava fatur á nýggjum sangum og rímum til børnini. Hon bað meg týða okkurt, og so byrjaði eg at yrkja til børn. Síðani H. A. Djurhuus gav rímurnar og sangirnar út fyrst í hesi øld, er einki komið av slíkum
gerast meira kvinnuvinarligar? - Fyrst og fremst vil eg uppala míni børn eins uttan mun til kyn. Dreingir skulu eins væl og gentur taka av borðinum, og gentur eins væl og dreingir fáa møguleika at fara út [...] Hvat merkir 8 mars - kvinnudagurin fyri teg? - Ljós verður varpað á kvinnur, og eg komi at hugsa um kvinnurættindi og javnstøðu millum kynini í samband við altjóða kvinnudagin. Men eg plagi ikki at gera [...] kvinnum at fáa fulla mánaðarløn, so at tær ikki svíða fyri lønarniðurskurði og harvið pensiónsniðurskurði, meðan børnini eru smá, og torført tá er at fáa familjulívið heima at hanga saman við fulttíðarstarvi
sátt og semju, og at landsfundurin var samdur um, at ábyrgd og avgerðir eiga at fylgjast í politiska starvinum. - Tingmaðurin er tann politiski myndugleikin, ið situr við ábyrgdini og avgerðunum, og tí helt [...] ímillum teir stóru flokkarnar, í fyrsta lagi er kjakið um loysing og samband og um høgra og vinstra. - Men líkt er til, at kjakið um loysing og samband verður minni, nú løgmaður hevur sett út í kortið eitt [...] hava eisini ein góðan landsstýrismann í olju-og umhvørvismálum. Eyðun Eltør er av tí gamla og góða skúlanum. Vit báðir hava eitt ógvuliga gott samstarv, og eg kann siga, at øvut orð er ikki fallið okkara
er gift og eigur fýra børn, tríggjar dreingir og eina gentu í aldrinum 27, 24, 22 og 17 ár. Teir yngstu dreingirnir búgva heima og báðir arbeiða í fiskivinnuni. Elsti drongurin lesir uttanlands og gentan [...] ikki. Sjálvsálitið eigur at verða bygt upp frá barnsbeini av og ta uppgávuna eiga foreldur fyrst og fremst, men eisini ansingarstovnurin og skúlin. Um tað sum tú tekst við antin tað er heima ella úti eydnast [...] nevndum og ráðum. - Og tað at arbeiðið kann vera ótakksamt so og so spælir eisini inn. Í løtuni er tað sera trupult hjá okkum at arbeiða í kommununi, tí vit hava ongar pengar at arbeiða við, og tað ger
sjálvandi tíðindasendingarnar. Og annars tær hjá Jógvani Arge, tær um kórsang og tær um country, Radarin - ja, og rætt og slætt eru allar sendingar í Kringvarpinum góðar og verdar at lurta/hyggja eftir, [...] føroyska tíðindaheimin, og tað dámar mær væl. Vit seta spurnartekin við líkt og ólíkt, og vit vilja hava greið svar. Vit leggja okkum í høvuðsheitinum eftir føroyskum tíðindum, og vit viðgera mál, sum krevja [...] var árini frá 1987-1989. Fyrst gjørdi eg barnaútvarp saman við Robert McBirni, síðan gjørdi eg ungdómssending saman við Dánjali Højgaard - og so fekk eg blást lív í Lurtararnar og Vit. Eftir hetta fór eg
sambandi við franska tjóðardagin. -Eg ætlaði mær at broyta heimin, og fyrsta stigið var at myrða forsetan fyri at fáa broyting í Fraklandi fyrst, skal maðurin hava sagt við løgregluna, sum longu beint eftir [...] sum hugdu at skrúðgonguni á Champs-Élysées, varnaðust als ikki tað, sum hendi, og skrúðgongan við umleið 6000 hermonnum og øðrum helt fram, sum um einki var hent. Í einari samrøðu, sum franskt sjónvarp [...] eydnaðist fólki, sum stóðu hjá, at taka rifluna frá honum. Løtu seinni tók løgreglan mannin, rifluna og ein guitarkassa, sum hann hevði fjalt rifluna í, tá hann kom til skrúðgonguna. Stutt eftir tilburðin
altjóða vandum og trygd, so hava vit ikki fylgt við. Føroyar hava partvíst vantandi heimild á hesum økinum, sigur Henrik W. Joensen. Men fyri at veruleikagera hetta, eiga Føroyar fyrst og fremst samstarva við [...] ógini, varða av trygdar- og verjumálum, vísir hann á. - Vandin við, at Føroyar ikki sjálvar hava hetta málsøki um hendi, er, at tá ið stór- og sermál sum viðvíkja trygdar- og verjumálum, stinga seg fram [...] nýtist ikki at vera framd her og nú, og átti at verið gjørd tvørturum politiskar samansetingar í Løgtinginum, sigur hann. Um ikki man á politiskum stjórnarrásstigi tekur trygdar- og verjumál til sín, so fáa
halda nakað keðiligt og so framvegis? Eg kenni tað væl. Og hóast eg haldi meg duga nokso væl at standa við mínar egnu tankar, vanar og kenslur, so eri eg eisini offur fyri behagisjúkuni. Og júst tí var litríki [...] Durita sat á einum stórum stiga og málaði ein málning. Hon hevði tað ikki so gott, tí at fylla 30 føldist mest sum ein lívskreppa. Og meðan hon stríddist við sínum kenslum og tonkum á hesum vegamóti, lá omman [...] handan góða tíman og fimtan minuttirnar, hvat eg fór at uppliva. Tað var ikki sum nakað, sum eg havi roynt áður. Eftir løtuna við minningarhaldi og føðingardegi tóku vit okkara stólar og settu teir upp móti
veiðiflotanum og einum tættum samstarvi millum veiðiliðið og framleiðsluliðið verður roknað við, at fiskivinnan kemur at geva eitt vaksandi avkast fyrst til teirra, sum tora at investera í fiskivinnuna og til alt [...] eftir 3 ára útbúgving. Her er farið fram við skili og tað er ein heiður fyri tykkum, sum hava slóðað fyri og verið við til at menna hesa útbúgving og henda skúlan, at úrslitið nú er so gott, at tað er [...] marknaðarføring og virkisliðið í fiskivinnuni. Eg fari við hesum at ynskja tykkum, sum í dag fáa prógv, hjartaliga tillukku við prógvinum. Eisini ein tøkk til skúlan og teir lærarar, sum starvast her og sum leggja