Týsdagin, løgdu Tjóðveldi og Framsókn fram uppskot um yvirtøku av uttanríkis-, trygdar- og verjumál. Um uppskotið, segði framsøgumaður Javnaðarfloksins, Henrik Old, at uppskotið ikki kundi takast í álvara við ting.fo.
Síðani hevur Henrik Weihe Joensen, ið starvast sum sjálvstøðugur ráðgevi innan trygdar-, verndar- og tilbúgvingarmál, ført fram, at tað hevði komið væl við, at tikið ræðið innan hetta øki.
- Okkara vinnulív røkkur út um landoddarnar, og Føroyar eru við í altjóðagerðini á tann hátt. Men viðvíkjandi altjóða vandum og trygd, so hava vit ikki fylgt við. Føroyar hava partvíst vantandi heimild á hesum økinum, sigur Henrik W. Joensen.
Men fyri at veruleikagera hetta, eiga Føroyar fyrst og fremst samstarva við donsku myndugleikarnar, sum sambært heimastýrislógini, varða av trygdar- og verjumálum, vísir hann á.
- Vandin við, at Føroyar ikki sjálvar hava hetta málsøki um hendi, er, at tá ið stór- og sermál sum viðvíkja trygdar- og verjumálum, stinga seg fram, so verða hesir sendir av landinum til viðgerðar, heldur enn at verða settir í ein føroyskan samanhang, sigur Henrik.
Hann vil ikki leggja seg út í partapolitiskt kjak um yvirtøkur, men metir tað vera sera týdningarmikið, at kanna møguleikarnar hesum viðvíkjandi.
- Ein yvirtøka nýtist ikki at vera framd her og nú, og átti at verið gjørd tvørturum politiskar samansetingar í Løgtinginum, sigur hann.
Um ikki man á politiskum stjórnarrásstigi tekur trygdar- og verjumál til sín, so fáa vit operativar myndugleikar, ið hava eina fjarstøðu til serligar ella stórar skaðahendingar, sigur Henrik Weihe Joensen, og vísir á Anitu málið sum dømi.
Trýst á pílin undir myndini, og hoyr alla samrøðuna við Henrik Weihe Joensen.









