Brot úr umrøðu av leikinum ”Einaferð var tað eg” frá Sosialinum mánadagin.
“Gott tit eru her, nú fara vit at surprisa Duritu, tí hon fyllur 30 ár í dag”, segði Mariann Hansen sum tað fyrsta, tá ið áskoðararnir hittist í húsum beint uppiyvir Perluni í Tórsgøtu. Og longu tá visti eg, at hetta skuldi blíva gott. Tí Mariann var so sannførandi frá fyrstu løtu, at eg veruliga upplivdi tað sum, at eg skuldi surprisa Duritu Dahl Andreasen, tí hon nú fylti 30 ár.
Meðan áskoðararnir sungu Tillukku til tín, fóru vit inn í Perluna, har Durita sat á einum stórum stiga og málaði ein málning.
Hon hevði tað ikki so gott, tí at fylla 30 føldist mest sum ein lívskreppa. Og meðan hon stríddist við sínum kenslum og tonkum á hesum vegamóti, lá omman hennara til tað síðsta. Og hon doyði beint sum vit vóru komin í føðingardag.
Hóast dagurin var alt annað enn vanligur, so vildi Durita ikki hava, at hennara føðingardagsgestir skuldu fara. So vit vóru boðin inn at seta okkum á stólarnar, sum vóru settir í runding, og meðan vit fingu ein snaps í part, tosaðu tær báðar um ommuna, sum var alt annað enn ein vanlig omma.
Handan løtan, har vit sótu í ringi og tær greiddu frá stuttligum minnum frá ommuni, skuldi eg fleiri ferðir minna meg sjálva á, at eg also ikki ordiligt var til ein føðingardag/minningarløtu.
Tað vóru løtur, har eg hevði hug at fortelja onkra líknandi søgu, sum eg hevði. Tíbetur kom eg í tankar um áðrenn eg lat munnin upp, at tað also var ein partur av leikinum.
So byrjaði ævintýrið
Eg visti onga løtu handan góða tíman og fimtan minuttirnar, hvat eg fór at uppliva. Tað var ikki sum nakað, sum eg havi roynt áður.
Eftir løtuna við minningarhaldi og føðingardegi tóku vit okkara stólar og settu teir upp móti vegginum og vit vórðu leidd inn í ein ævintýraheim, sum var fantastiska inspirerandi.
Vit sóu ungu gentuna, sum hevði mist mammuna til krabbamein og sum hevði ein pápa, sum var runnin í stein. Sorgin hevði tikið valdið á honum og hon hevði ongan.
Men hon hevði eina tasku, sum mamman gav henni á hennara deyðastrá. Mamman segði henni, at í taskuni var alt, sum gentan nakrantíð skuldi hava tørv á.
Og við taskuni endaði gentan við at vera leidd upp í hagan og í eina djúpa holu, har risin búði.
Mítt feministahjarta bankar enn
Eg má siga tað, at hendan verkætlanin, sum tær báðar, Búi Dam, leikstjóri í leikinum, og fleiri onnur við teimum eru farin undir, er kærkomin fyri meg. Fyrst komu tær við einum videolagið til sangin “einaferð var tað eg”. Nú er leikur á skránni og næsta ár verður ein teaturkonsert sýnd og ein tekstur um feminismu verður útgivin.
At síggja hesi ungu fólkini sláa eitt kærkomið slag fyri kvinnur er einki minni enn fantastiskt.
Og leikurin, sum varð frumsýndur leygarkvøldið, dróg meg inn í ein likríkan, sterkan, beinharðan heim, har kvinnur eru sín egni prinsur á tí hvíta hestinum.
Tær drópu tað penu gentuna, og lótu gandakellingina sleppa út at spæla.
Tær prikaðu til tann veruleika, sum nógvar kvinnur eru í hvønn einasta dag. Til hesa “behagisjúku” síðuna av okkum, har vit vilja vera fittar og blíðar og ikki lata nakran uppliva nakra ringa kenslu, um vit kunnu forða fyri tí.
Kenna tit ikki tað? At man til tíðir fer út um síni egnu mørk, tí man er eitt sindur sjúkur eftir at sleppa undan, at nakar skal siga nakað keðiligt, halda nakað keðiligt og so framvegis?
Eg kenni tað væl. Og hóast eg haldi meg duga nokso væl at standa við mínar egnu tankar, vanar og kenslur, so eri eg eisini offur fyri behagisjúkuni.
Og júst tí var litríki leikurin fantastiskur fyri meg og vinkonu mína at síggja. Vit vóru báðar inspireraðar, tá ið vit fóru útaftur. Eg græt nakrar ferðir, og mátti bíta meg í kjálkan, tí “tað er flóvisligt”. Og so minti eg meg sjálva á styrkjuna hjá hesum kulu kvinnunum á pallinum, og lat tárini falla sum eg vildi. Tí eg vil!
Eg flenti eisini hjartaliga fleiri ferðir gjøgnum leikin og eg elskaði tað ógvusliga slagið í gronina, sum fekk meg at vakna. Vakna og minnast til, at drepa tí penu gentuna og lata gandakellingina koma út at spæla.
Tummil upp
Eg var tikin av bóli av, hvussu væl Mariann og Durita framførdu hetta modernaða ævintýrið. Tær eru heilt ófatiliga sannførandi. Tá tær grótu, grótu vit við. Tá tær flentu, flentu vit við. Og tá tær dyrkaðu feminismuna á ein heilt nýggjan hátt, fekk tað meg (og aðrar við), at vilja leypa upp á føturnar í berum eldhuga.
Ljósið, ljóðið og pallmyndirnar sum heild riggaðu eisini avbera væl. Tað sæst í hesum leikinum nakað, sum eftir mínum tykki broytir øll ting, men ikki kann keypast fyri pengar – fólkini handan leikin brenna fyri tí. Tey brenna fyri evninum, fyri feminismuni, fyri at heita á kvinnur um at vera tær tær eru, og fyri sjónleikinum. Tað sæst væl og virðiliga.
Eg haldi øll skulu fara til hendan leikin. Um tú ert ein kvinna, sum er smittað av behagisjúkuni, so skalt tú fara minst tvær ferðir. Ert tú ein maður, so haldi eg tú skalt fara, tí tú kanst læra nakað um kvinnur. Ert tú kvinna, sum ikki hevur behagisjúkuna – so ring á Sosialin, so vit kunnu sleppa at skriva um sjáldsomu teg :)










