ri í 1984, og flestu árini - ella í 30 ár tilsamans - var hon lærari á skúlanum við Gøtugjógv. Tá hon gavst í 2019, hevði hon verið lærari í tilsamans 36 ár. Hennara starvsleið byrjaði í skúlanum í Oyndarfirði [...] vaksin fólk til við børnum – ja, so er aftur lív í bygdini. Eg haldi eisini, at fólk her í bygdini finna væl út av tí saman. Sjálv føli eg tað soleiðis, at eg eri væl við øll, og eg kann fara inn í hvørt [...] eingin býr í, eru antin farin í arv – ella eru tey keypt av øðrum, sum hava sett tey í stand. Fleiri, sum eiga hesi hús á Hellunum í dag, eru ófør at vitja, eitt nú um páskirnar, sumrarnar og í heystfrítíðini
umstøðurnar hjá næmingum og lærarum eru í lagi. Vinnuháskúlin skal vera eitt stað, har allir partar kunnu trívast. Sum stjóri fari eg at leggja meg eftir at lurta eftir tí, sum næmingar og lærarar hava upp [...] Umframt at hava starvast í Føroyum sum undirvísingarleiðari fyri maritimar skúlar hevur hann eisini viðkomandi arbeiðsroyndir frá útlandinum. Frá ár 2000 og fram til 2006 starvaðist hann í Danmark hjá Simrad [...] sigur Vilhjálmur Gregoriussen. Í heili 10 ár starvaðist hann hjá Mentamálaráðnum sum undirvísingarleiðari fyri maritimar skúlar, inntil hann um aldaskiftið valdi at fara uttanlands at royna seg. Serliga
nógvir rútar vóru í knúsi, onki gólv í gongini, fleiri vatnrør sprongd, ketilin á hol, oljutangin fullur av vatni og einki handtak í úthurðini. Bóndagarðurin var í roynd og veru latin upp í hendurnar á tí [...] kvøldskúlan í Runavík, sigur hann brosandi. Við øðrum royndum innan landbúnað, sær hann seg fult føran fyri at taka yvir festið í Fámará. Ella sum hann tekur til: - Eg havi trods alt búð í Fámará í tvey ár [...] mann nokk kvalifisera til at búgva í Fámará. Hann hevur sostatt fastan bústað í Suðuroy, soleiðis sum tann eina treytin í lýsingini leggur upp til. Johan og Rakul fara at bjóða uppá hetta festið, og vóna
kundar í einum handli í eini so lítlari bygd. Men her fara og koma fólk allatíðina. Tey flestu keypa, men her kemur eisini fólk við tingum. Postboðið kemur og avgreiðir síni ting, og beint eftir er ein [...] frímerkir fyri rest. Ein maður er komin inn í einasta handilin í bygdini. Handilin liggur miðskeiðis í bygdini, og hevur í roynd og veru virkað sum slíkur í samfull 82 ár. Tað er tíðliga mánamorgun, og [...] nú rekur í Hósvík. Hon er í veruleikanum triðja ættarlið av teim, sum hava átt handilin hjá Esmari. Hon hevur sjálv staðið fyri handlinum í eitt gott ár, eftir at hon byrjaði her hin 11. mars í fjør. Og
torført at fáa arbeiði í Føroyum við eini cand.mag í latíni og grikskum. Einki spøkilsi í Ónagerði Leiðin gekk sostatt til lærda háskúlan í Keypmannahavn, har Niels Pauli Danielsen í 1959 varð upptikin á [...] brúkti í staðin tíðina saman við øðrum føroyingum í Keypmannahavn. Hann var tjóðskaparsinnaður, virkin í føroyska Studentafelagnum, har hann í trý ár sat sum nevndarlimur og eitt ár sum formaður í felagnum [...] hevur hann sett gransking í søguni hjá kirkjuni og í trúarlæruni. Nú hann leggur frá sær sum prestur í starvi, noyðist hann at lata prestagarðin í Klaksvík til annan prest. Í staðin hava hann og konan
gongur sjón fyri søgn! Hóskar væl til Í kjallaranum hevur hann innrættað sær eitt rúm at arbeiða í. Innkomin í rúmið fær ein beinanvegin eyga á vindeygað. Her standa í hópatali av flaggstongum. Framvið vegginum [...] fótur úr gróti. Messingið keypir hann í longum stongum frá Tórshavnar Skipasmiðju, meðan honum ikki tørvar at fara so langt eftir fótinum: Malargrótið finnur hann í fjøruni. Eitt annað ítriv, sum krevur [...] sigldi sum maskinmaður í eini 40 ár. Av og á koma fólk á gátt at hyggja, og ikki minst keypa okkurt av tí, sum Sigurd hevur gjørt. Grót úr heimbygdini Sigurd brúkar nógvar tímar um dagin í arbeiðsrúmi sínum
Rólant Waag Dam hevur verið í føstum starvi í Kringvarpinum í sløk tvey ár, men seinastu tíggju árini hevur hann arbeitt í og við fjølmiðlum. Hann heldur, at tá tú trívist í umhvørvinum - undir trýstinum [...] hava staðið á trappugongini síðan valið í heyst. Ein, sum kundi syrgt fyri, at flaggstongin, sum fór í ódnarveðrinum á jólum, varð koyrd í rusk og ein nýggj kom í staðin. Ein brotin flaggstong er nógv verri [...] tær serliga dámar at lurta eftir? - Eingin sending er góð í sjálvum sær. Men, útvarp í ódnarveðri er altíð gott, stormútvarp! Tá hoyrist tað veruliga, at her er talan um fólk, sum dáma tað, tey gera. Tað
Í røðu síni á hátíðarløtuni Inni í Dal í dag segði Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri í Sands kommunu og fyrrverandi løgtingsmaður, at undirsjóvartunnilin er størsti dagur í Sandoyar søgu, nú 94 [...] upp á, hvussu øll samferðsla í Føroyum verður borin av øllum herðum her á landi, soleiðis at tað kostar tað sama at koma runt í Føroyum - líkamikið, hvørjum heraðshorni fólk koma úr. Tær risaíløgur, sum [...] mál við tíðini búnast, og fólk troyttast av at stríðast ímóti. - Hin 10. apríl í 2014 minnist eg, sum var tað í dag. Hetta varð uttan iva størsti dagurin í mínum politiska lívi. Hetta varð dagurin, tá vit
hondbóltinum í vetur, dugir Pidi ikki at siga nakað um beint nú. Hann hevur í løtuni aðrar ætlanir. Í hesum døgum er hann nevniliga í ferð við at byggja sær egin hús í nýggju útstykkingini í Vestri, ovarlaga [...] einum brosi. Eftir at hava spælt við felagnum í fýra ár, avgjørdi hann at skifta til H71, sum hevur heimstað sítt í Hoyvík. At koma úr Rumenien til Føroyar var ein stór broyting fyri hann. Í heimlandinum [...] fiskavirkinum í Vestmanna. Seinni fekk hann arbeiði í smoltinum, til hann at enda fekk arbeiðið, har hann nú er. Dagliga arbeiðir hann í Vestmanna Timburhandli, sum nú er farin saman við Fjarðahúsum í Kollafirði
Aldur: 35 ár Bústaður: Ættaður úr Runavík, men búsitandi í Tórshavn Útbúgving: Bachelor í religiónsvísund og Master í stjórnmálafrøði Starv: Tíðindamaður í Degi og Viku [...] brillunum, í klædningsjakka og litríkum turriklæð. Hóast hann einans hevur verið at sæð á sjónvarpsskíggjanum í einar fýra mánaðir, so hevur hann fleiri ferðir gjørt vart við seg og síni innsløg í Degi og [...] til. - Eg trívist ikki serliga væl í spotlight´inum, men sum oftast havi eg einki val, tá eg til dømis í einar tvær vikur havi roynt at fingið fatur á høvuðspersóninum í einum máli, men viðkomandi ikki vil