heimaliðið trýsti framvegis fyri at fáa fleiri mál, men B71-málverjin Waldemar Novicki vísti, at hann í øllum førum hevur 1. deildarstøði, og at hann uttan iva fer at bjarga B71 okkurt stigið komandi ár [...] noyðast teir uttan iva av oynni at leita sær eftir styrki, og sum tað eisini varð nevnt í sjónvarpinum, kann tað meir enn so henda, at sandoyingar eisini næsta ár fara at fáa gleði av hesum seinasta sigrinum [...] punktum fyri teirra kappingarári við at vinna 5-3 á B36 í Gundadali leygardagin. Sandoyingar høvdu langt síðani tryggjað sær uppflytingina, men tað er altíð stuttligari at enda við einum sigri, og tað gjørdu
sá út til at gera leygardagin. Kanska vóru tað bert settu dómararnir, sum »gloymdu« hesar dystirnar, men um so er, er ilt at siga, hvussu stórur álvari er í hondbóltinum. Og at eingin er til at sita við [...] dysturin varð settur at byrja klokkan 16.30, men hann var seinkaður, og sum heild var alt ov lítið skil á. Eingir dómarar vóru til dystin, og tá teir vórðu funnir, varð eingin at sita við dómaraborðið [...] sleppa dómarar frá at døma sítt egna felag. Eisini hjá monnunum fekk Kyndil betru byrjanina, men munurin var ongantíð serliga stórur. Tað eydnaðist kortini ongantíð hjá hoyvíkingum at fáa tak á dystinum
royndir at kasta Signar, og Signar gjørdi eisini onkra roynd at basa amerikanaranum, hóast tað skilliga sást, at her fór Signar at gerast minni maðurin. Soleiðis gjørdist eisini, og eftir fyrst at hava kastað [...] royndi at koma inn í dystin, og tað eydnaðist honum heilt væl. So mikið væl at Bjarni fekk shido fyri passivitet. Men so tá 4 minuttir vóru leiktir av dystinum eydnaðist tað Bjarna Skúlasyni at kasta Búgva [...] eisini dystin, tí har var ongantíð nakar ivi um, hvussu endin fór at vera. Eftir tríggjar royndir eydnaðist tað so ísraelsmanninum at blaka André við einum lágum seoi-naga, og harvið var tann dysturin
skerdir, tí at sterki veteranurin í verjuni, Símun P. Justinussen, noyddist av vøllinum við skaða. Hetta førdi við sær, at GÍ-venjarin, Johan Nielsen, var noyddur at umskipa liðið hjá sær, soleiðis at danin [...] fram við málinum. Eftir hetta mundu tey flestu helst vænta, at dysturin fór at enda 1-1, men so varð ikki. Bert níggju minuttir vóru eftir at leika, tá ið fríspark verður gjørt móti Súna Fríða Johannesen [...] sunnudagin varð heldur einki undantak uttan so, at tað hesaferð vóru havnarmenninir, sum vóru við yvirlutan. Gøtumenn tíðliga skerdir Tað sást beinanvegin í dystinum, at liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum
føroyingarnir royna seg niðri í Bosnia, og sigast má, at hetta verður ein stórur biti hjá okkara monnum at gloypa. Seinnapartin mánadagin komu boð frá FSF um, at Allan Simonsen hevur úttikið hópin, sum fer úr [...] sum Bjarna Johansen og Kaj Leo Johannesen. Lítil ivi man vera um, at Jákup Mikkelsen verjir málið í Sarajevo, og at venjarin hevur valt at taka ein ungan málmann við, so hesin sostatt kann »snúsa« eitt sindur [...] , og tí tyktist tað eitt sindur løgið, at eingin var at síggja spælararnar í seinastu landskappingardystunum undan landsdystinum í Bosnia. Men tað vísti seg, at landsliðsvenjarin sjálvur var á staðnum
sigast at vera dottið ov langt aftur nú til, at tær kunnu gera seg veruliga galdandi. Og VB og GÍ/Tjaldur eru framvegis rótfest í botninum, har hesi bæði liðini fara at stríðast sínámillum um at sleppa [...] næstu trý liðini, eru ábendingar um, at tað kann blíva trupult hjá hinum liðunum at taka Kyndil aftur. Sunnudagin var oddaliðið illa fyri móti VÍF, men tær vístu, at tær eisini eru sterkar í mótráki, og [...] Ljósstein vísir seg at vera álvarsamur, viknar klaksvíksliðið nógv. Stjørnan spælir aftur ímóti Kyndli í Havn sunnudagin 31. januar, og spennandi verður tá at síggja, um tað fer at ganga sum í allarfyrsta
Føroyum inn á Skála at spæla móti StÍF. Hetta var triðju ferð í ár og aðru ferð á rað, at VB brúkti eitt heilt vikuskiftið norðan fyri til at spæla tveir dystir. Tær eru ikki so nøgdar við, at kappingin er løgd [...] VB-kvinnunum at vinna, og tá var sigurin so tryggur sum 25-17. Í øðrum dystum hevur tað verið nær við ? millum annað móti Stjørnuni ? men sum oftast hevur verið hildið, at tað bert var á heimavølli, at VB kundi [...] spennandi at síggja, hvat VB kann fáa burturúr hesum báðum sigrunum. Kappingin liggur still nú, men tað ber kortini væl at byggja víðari upp á avrikini um vikuskiftið, og tað verður neyvan bert í Vági, at hini
byrjaði við at skjóta trý tey fyrstu og skeyt eisini tvey á rað í seinna hálvleiki. Tað hevði eisini nógv at siga, at hon spældi væl, tá Lotte ikki var so nógv við, og tað prógvaði samstundis, at Kyndil hevur [...] 23-22 (11-15) Eftir eitt sera javnt grundspæl, har so at siga øll liðini tyktust hava eins góðar møguleikar at vinna FM-heitið, er nú nógv sum bendir á, at meistaraheitið verður verandi í Kyndli. Undan sunnudegnum [...] tað eisini týdning fyri Kyndil at vinna, men um tað skuldi hent, at tær taptu, vóru framvegis trý stig niður til Stjørnuna. Kyndil vann dystin 23-22, og tað úrslitið ger, at grøna havnarliðið nú skal gera
Onglands at spæla sum yrkisspælari. Allan Simonsen áhugaður Føroyski landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hevur ongan kunnleika um unga spælaran, men tað ætlar hann sær at broyta uppá, eftir at Sosialurin [...] deild. ? Eg eri rættiliga spentur til at flyta til Onglands, tí eg havi hóming av, at Bournemouth er eitt felag, sum er á veg fram, og tí verður tað spennandi at verða partur av tí, sigur Claus Bech Jørgensen [...] hálvi føroyingurin eisini fer at síggja spenning og avbjóðing í at spæla fyri einum plássi á føroyska A-landsliðnum í fótbólti. Allan Simonsen ætlar sær nú ið hvussu so er at kanna, hvat ungi miðvallarin
eyðsýnt, at hann við sínum góðum fótbóltsevni fer at fáa alsamt størri týdning fyri liðið úr Sumba. Ofta rangstaddir Runavíkingar settu seg á dystin, eftir at Sumba hevði skorað. Teir høvdu so at siga alla [...] alla tíðina tamarhald á mivøllinum, og teir royndu at spæla fram í síðurnar og stinga fram ímillum til álopsmenninar. Men ofta kláraðu sumbingar at draga runavíkingar í rangstøðu, og taktikkurin, sum Páll [...] eisini fótin á bóltinum, men dómarin helt, at talan var um greitt fríspark, og so fekk hann reyða kortið. Mál kolldømt Hóast NSÍ spældi við 10 monnum, kláraðu teir at halda fast um yvirtakið. Teir stríddust