Og tað er púra rætt at krevja hesa útgerð, tí nógv dømi eru um, at slík útgerð er komin væl við. SO kann sjálvandi spurnartekin setast við, hvør munurin er millum en góðan bát við dekki, sum er 22 føtur [...] føtur, og eitt áttamannafar, sum er 24 føtur. Trygdarkrøvini til tann fyrra eru nógv minni enn til tann seinna, tí markið liggur um 24 føtur. Men hugsast kann, at tann fyrrnevndi báturin fer bæði longri leið [...] eftir at koma í bát, so endamálið eigur at verða, at allir bátar hava ta neyðugu trygdarútgerðina. HER verður hugsað um bæði bjargingarvestar, whf-sendara, bjargingarkrans, bjargingarbát, segl, neyðrakettir
okkum, so er framvegis stórur meiriluti her á landi fyri, at Føroyar halda seg uttan fyri henda stórtýska felagsskap, hinum Fjórða Ríkinum, um tú vilt. Men hesin »trupulleikin«, sum als ikki er til, verður [...] passi stendur, at eigarin er dani og ES-borgari. Nú sigur passið beinleiðis ósatt. Føroyingar, sum búgva í Føroyum, eru jú ikki ES-borgarar. Ikki tí, hóast størsta ynski Edmunds er at fáa Føroyar inn í ES [...] Og lat tað so verða sligið fast, at tað er púra líkamikið, um komandi føroyska passið verður morreytt við grønum prikkum ella hvat tað nú verður. Bara tað er føroyskt, umboðandi ein borgara í føroyska
um málið. Og her hevur HM eisini verið ein hjálp hjá honum. Danmark og Frakland spældu jú í sama bólki, og tí vita teir flestu íbúgvarnir á Reunion nú, hvar Danmark liggur. Og frá Danmark er jú ikki so langt [...] langt til Føroya, í hvussu er ikki tá ið ein er staddur út fyri Suðurafrika. Eini fýra - størri og minni - bløð á Reunion hava skrivað um Sigmund. Á tí blaðnum, har mest varð gjørt burturúr, vóru tvær [...] dómaran, ella presidentin fyri forhoyrinum, sum tað eitur eftir tí fronsku skipanini. Men dómarin, sum er ein koma, vildi heldur ikki hesaferð lurtað eftir teimum. Teir hava nú appelera sakina, og kemur hon
fáa skil á hesum. Á ferjuleguni í Vestmanna er støðan nakað tann sama sum á áðurnevndu ferjulegum. Uppmerkjanin av básunum er næstan slitin burtur. Eisini her hevur kommunan eina greiða støðu. Tey ætla [...] eisini, at tað er nógv fyri, at summar kommunur skulu gjalda fyri at viðlíkahalda ferjuleguna, meðan aðrastaðni er tað tað almenna, sum ger hetta. Til dømis á Oyragjógv og í Skopun. Har er viðlíkahald ikki [...] Kommunu. ? Tað kann væl vera, at tað á pappírinum er okkara uppgáva at merkja upp básarnar á ferjuleguni, men vit fara í øllum førum ikki at gera tað. ? Hetta er ikki eitt kommunalt mál. Tað má vera eitt landsmál
vanligi danin er greiður yvir, hvat í veruleikanum er hent í Føroyum í sambandi við bæði kreppu og bankamál. -Eg haldi ikki, at vit í Danmark, vita, hvat er hent í Føroyum hesi seinastu árini. Tað er líkasum [...] nýtti Sosialurin høvið til at tosa við henda forkunnuga mann, ið ikki er heilt ørindaleysur heldur. Veruleikin er tann, at hann er komin hagar í arbeiðsørindum og eisini fyri at njóta Føroyar á sumri. [...] á ein einfaldan og skiljandi hátt kunna greitt frá, hvat veruliga er hent, so hevði tað verið gott fyri allar partar. Tað er hetta er vil royna, men eg vil fegin síggja heildina í hesum og skriva um tað
arbeiddu líka nógv her. Men her er tað, at skattafrádrátturin ger so stóran mun. Men fyribils tekur meistarafelagið tað sum leyst prát, sum ikki vigar so tungt, at tey halda, at tað er rímiligt at seta nakrar [...] mikið til, at vit halda at tað er rímiligt at gera nakað við málið. Gramlið, vit hava hoyrt, er, at føroyingar arbeiða dag og nátt fyri somu løn, gerandis og heilagt. Og er tað rætt, sum vit hoyra um lønirnar [...] nakrar kanningar ígongd. Annars heldur formaðurin í FHMF, at er tað satt, at føroyingar arbeiða fyri undirløn uttanlands, er tað eitt álvarsmál. Ð Er tað satt, skilji eg væl, at tað loypir øði í meistarar og
sigast at vera. Pláss er bara fyri 36 fólkum at lurta eftir tí 70 persóns stóra orkestrinum. Og hetta er ein ótrúlig konserthøll inni í sjálvum palassinum hjá sultáninum. Tað er sum at koma inn í eina [...] við øðrum, sum eru á sama støði sum hann. Skipanin er nevnliga soleiðis, at hann er bundin at orkestrinum á staðnum. Komið á rættiliga høgt støði At tað er á henda hátt hevur eisini sína grund. Tað hevur [...] hevur verið har, er óivað Yehudi Menuin, amerikansk-bretski jødin, ið eisini er ein av heimsins kendastu violinspælarum. Aðrir kendir eru millum annað Chris Adey og Zubin Mehta. Í dag er Symfoniorkestrið
Dover. Hetta er ein fjúrtan daga ferð og koma ferðafólkini við flogfari úr USA til Keypmannahavn. Slík ferð er ikki fyrr ein og hvønn, í hvussu er skulu nógvir pengar til. Kostnaðurin er úr 70.000 kr. [...] o.m.a. Hetta er heldur ikki so løgið, tá kostnaðurin av skipinum røkkur til nærum tvær føroyskar fíggjarlógir. Skipið er trý ára gamalt og kostaði millum 3 og 4 mia. kr. at byggja. Hetta er fyrstu ferð [...] siglur út frá í Los Angeles men er skrásett í Bahamaoyggjunum. Stóran týdning fyri Havnina Talan er um størsta skip, sum nakrantíð hevur lagt at bryggju í Havn nakrantíð. Skipið er 240 metrar langt og 46 metrar
ætlanum. Tað er eisini út frá einum praktiskum sjónarmiði, at vit vilja vera her á staðnum fyri at fyrireika umsitingina av leitivirksemi á føroyskum øki sigur Johan Mortensen. Ætlanin er at skipa fyri [...] skrivstovu í Havn. Tað felagið er í løtuni í samráðingum við tvey onnur feløg um samstarv. Tað er neyvan ov nógv sagt, at nú fyrsta oljusamtakið hevur fingið høli í býnum, er skjøtil settur á ein útvikling [...] letur nú upp egna skrivstovu í Føroyum. Talan er um ?The Faroes Partnership?, ið fevnir um oljufeløgini Amerada Hess, Lasmo, Dong og Norsk Hydro. Tað er í sambandi við fyristandandi útbjóðingarumfarinum
palestinar, men fyri allan heimsfriðin sum so. Tað er greitt, at ikki øll her á landi taka undir við hesum sjónarmiði, og er eisini í lagi. Men umráðandi er at kunna hava ein dialog, har allir spurningar verða [...] hoyra, so er ikki vist, at myndin teir hava av støðuni í Ísrael í dag, er so fullkomin. At leggja tey, sum eru krittisk mótvegis politikkinum hjá Netanyahu, undir at vera fíggindar av Ísrael, er heilt burturvið [...] á síðu tvey í dag, so er tað ein sannroynd, at tað eru júst høgraflokkarnir í Ísrael, sum reka eina vandamiklan og skeivan politikk, tá tað snýr seg um palestinaspurningin. Tað er áhugavert at lesa, hvat