Vit kenna einki til trupulleikan

­ Vit hava onki ítøkiligt hoyrt. Bara okkurt hissini, leyst prát. Men er tað rætt, at føroyingar undirbjóða útlendingum, skilji eg væl, at teir eru illir, sigur formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag

­ Eg má siga, at vit hava onki hoyrt. Onki ítøkiligt, bara okkurt hissini.

Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Handverkameistarafelag, FHMF, kennur einki til trupulleikarnar, sum hava stungið seg upp viðvíkjandi teimum meistarum og handverkarum, sum arbeiða uttanlands.

­ Vit hava púra onki ítøkiligt hoyrt. Bara okkurt hissini graml, men als ikki nóg mikið til, at vit halda at tað er rímiligt at gera nakað við málið.

Gramlið, vit hava hoyrt, er, at føroyingar arbeiða dag og nátt fyri somu løn, gerandis og heilagt.

­ Og er tað rætt, sum vit hoyra um lønirnar, teir fáa uttanlands, høvdu teir forvunnið væl meiri í Føroyum, um teir arbeiddu líka nógv her. Men her er tað, at skattafrádrátturin ger so stóran mun.

Men fyribils tekur meistarafelagið tað sum leyst prát, sum ikki vigar so tungt, at tey halda, at tað er rímiligt at seta nakrar kanningar ígongd.

Annars heldur formaðurin í FHMF, at er tað satt, at føroyingar arbeiða fyri undirløn uttanlands, er tað eitt álvarsmál.

Ð Er tað satt, skilji eg væl, at tað loypir øði í meistarar og handverkarar uttanlands, tí tað avlagar kappingina fullkomiliga.

­ Vit høvdu heldur ikki góðtikið, um ein rúgva av útlendskum meistarum og handverkarum komu til Føroyar og dumpaðu prísirnar við at undirbjóðað okkum, sigur hann.

Annars heldur Vilhelm M. Johannesen, at eingin kann siga føroyskar handverkarar ringar fyri, at teir fara uttanlands at arbeiða av tí, at skattafrádrátturin er so stórur.

­ Annars vísir formaðurin í FHMF aftur, at allir handverkarar í Føroyum arbeiða fyri minstulønina.

­ Tað er ikki rætt. Langt ífrá tí.


Ongar viðmerkingar

Vilhelm M. Johannesen hevur ongar viðmerkingar til ætlanirnar hjá Havnar Handverkarafelag, HHF, at stevna FHMF fyri at sleppa burturúr fýra ára sáttmálanum, sum var gjørdur ímillum meistararnar og Føroya Handverkarafelag, FHF

HHF var limur í FHF, sum hevði samráðingarrættin. So tað fái eg onki gjørt við.

­ Stevningina fati eg sostatt slett ikki.

Hann hevur heldur ongar viðmerkingar til ætlanina hjá HHF at seta tiltøk í verk um eftirlønarproesentið, sum greitt varð frá í blaðnum í gjár.

Eftirlønarprosentið verður goldið á konto hjá FHF.

­ Men nú ætlar HHF at seta tiltøk í verk fyri at fáa tann partin av eftirlønarprosentinum, sum handverkarar í Havnini eiga, á konto hjá HHF.

­ Vit betala eftirlønina eftir sáttmálanum á konto hjá FHF. Men tað verður flutt í navninum á hvørjum einstakum handverkara.

­ Hvussu FHF og HHF so býta tað ímillum sín, fáa vit onki gjørt við, sigur Vilhelm M. Johannesen.