Europa og í heiminum. Fyrsta stigið var at strika milliarda-skuldina, sum var í felagnum, og síðani vórðu aðrar milliardir nýttar til at keypa spælarar fyri. Chelsea var brádliga felagið, sum bestu spælararnir [...] Grant, sum undan hesum var ítróttastjóri, sum settist í venjarasessin, høvdu tey fæstu vænta. Men hóast hann enn hevur síni mótstøðufólk, so kunnu fá teirra siga, at Grant ikki hevur gjørt eitt gott arbeiði [...] Men fyri tað hevur Sir Alex Ferguson loyvi at hava sína meining. Og hon er púrasta greitt, at hann vildi hava Liverpool í finaluna. Ikki so nógv, tí hann heldur hetta vera eina lættari uppgávu. Men heilt
menningarbankanum, men var ikki førur fyri at rinda tað aftur. Ístaðin fyri yvirtók menningarbankin eitt tilsvarandi lán frá svetsisku fyritøkuni Runicom. Tað vísti seg, at hetta var eitt felag, sum Roman [...] meningarbankanum lánið, tí fyritøkan vil vera við, at hon hevur goldið einum triðja banka peningin. Men menningarbankin heldur uppá, at hetta er ikki so, og at skjølini í sambandi við hesa afturgjaldingina [...] felagnum, var tað farið av knóranum og ognirnar fluttar til eitt nýtt felag, sum er skrásett í Gibraltar. ? Í Russlandi hevði Roman Abramovitsj kanska sloppið burtur úr hesum, men soleiðis er tað ikki í Sveits
sum tá var okkara flaggskip, nakað sum Norðborg í dag. Hesir fiskimenn fingu seg ofta royndar og hetta var ikki minst galdandi í januar 1959, tá ið Fiskanes var á somu leið sum Hans Hedtoft, og var Absalon [...] á sjónum síni 50 ár, og teir eru ikki nógvir sum klára tað. Pápi Absalon var Marius Absalonsen, ættaður av Viðareiði, sum eisini var ein royndur fiskimaður. Mamman var Frida f. Mikkelsen, ættað úr Vági [...] einaferð við mammuna Fridu, at Absalon var besti skipari hann hevði verið saman við. Sinni var ikki skapt í honum. Sjóvinnan hjá Absalon endaði so við, at hann eitt skifti var við South Island og síðan sigldi
nú kemur í bókasølurnar, var bókin “Jóan Petur hjá Mouritsi”, sum kom í 2006. Henda bókin varð seld í umleið 2.000 eintøkum. Um Titanic Nú kemur so rithøvundurin við bókini um Titanic, sum hann hevur týtt [...] orða seg lætt og væl. Hugtakandi søga - Søgan um Titanic hevur heilt frá barnaárunum hugtikið meg, og í mínum hugaheimi stendur hon sum ein klár áminning um, at einki mannaverk er fullkomið. Bestu skip [...] Absalon sigur, at táverandi heimsins størsta og best útgjørda skip skuldi ikki kunna søkka. Skipið var eini 66.000 tons, og tað var mannað við útvaldum og royndum sjómonnum – og so kortini fór Titanic til
eymi undir kreppuni og fyri hvønn dag sum liðin er síðani, at talan var og er ikki um annað, - enn falskan tryggleika. Tað varð ikki farið fram við mýkindum undir seinastu føroyaviðgerðini á Danatingi [...] hesum kann fólkaræði ikki liva við. Og í síni egnu avmakt røkka teir ikki longur enn at ætlað eitt misálit á mannin, ið gjørdi sína skyldu, - legði eitt progressivt uppskot fram, um hvussu almennu fjølmiðlarnir [...] og sambært roknskapinum var yvirskotið í 2000 475 mió, tá eisini avdrátturin uppá 127 mió av landskassans skuld til danska statskassan var goldin. Blokkstuðulin fyri 2000 var 973 mió og tá landskassans
til karikatur í framtíðini. Listahandlari Picassos, Kahnweiler var sannførdur um, at at myndin ikki kundi vera liðug, so ymishættað hon var hvat stíli viðvíkur. Men allarhelst vóru tað listafólkini, ið [...] og disharmoniskar. Um tað so er fruktin í forgrundini, sær hon ikki serliga innbjóðandi út. Ikki er tað løgið, at myndin tóktist vinfólkum Picassos óruddilig og disharmonisk. Hon er ógvuliga kompleks [...] ágangandi. Stílbland Tað var altso ikki myndevnið, sum skakaði vinfólk Picassos, men heldur mátin, myndevnið var lýst. Omanfyrinevnda viðmerking Kahnweilers um ørkymlandi stílblandið er ikki av leið, tí myndin
strekkja til í eldrarøktini. Men hon var ikki steðgað, tí hon tók pengar frá umsorganini, ella tí slíkar kanningar eru djúpt óetiskar og kimin til mistreysti. Nei, hon varð steðgað, tí kommunurnar, nú [...] játtanin røkkur ikki til eldraøkið. Skipanin er sjúk Tað er tí í tøkum tíma, at vit melda púra greitt út, at hjartað, vit og skil, skulu ikki býtast út við eitt stopp-ur. Minutt-klikkarí er tekin um eina sjúka [...] speglið og spyr teg sjálvan, um hetta veruliga er tað, tú vilt brúka títt einasta lív til. Sum skilst, er kanningin at telja umsorganarminuttir steðgað av Almannamálaráðnum. Hon varð annars sett í verk fyri
yvirraskilsi, var, at sangarinnan, Jenny Berggren, faktiskt sang óluksáliga væl. So væl, at eg í byrjanini helt, at tað var playback. Tað var tað tó ikki, skilti eg, sum framførslan fór fram. Hon dugdi eisini [...] dansaðu runt á pallinum. Yvirhøvur var koreografiin á pallinum góð, ljósshowið riggaði væl og sangarinnan var í toppformi. Men tað riggaði tó ikki super væl, tí tað var týðiligt, at bólkurin hevði sína [...] at ganga móti endanum. Men rætt skal vera rætt. Tey skuffaðu ikki so nógv, kanska tí at eg ikki hevði nakrar vónir til framførsluna, sum var flott uppsett, men øgiliga kitsjut. Buldur og brak Ace of Base
tey takka læknum, sjúkrarøktarum og øðrum, sum hava verið um hana gjøgnum árini. Adalia Rose Williams fekk sína sjúkugreining longu, tá hon var tríggjar mánaðir gomul. Mamma hennara, Natalia Pallante, hevur [...] Youtube-stjørnan, Adalia Rose Williams, doyði í gjár, bert 15 ára gomul. Hon varð fødd í Texas í USA hin 10. desember í 2006. Í fleiri ár hevur hon deilt filmsbrot og myndir av sær sjálvari frá gerandisdegnum á [...] heilsubót finst móti sjúkuni. - Adalia Rose Williams kom friðarliga í henda heimin, og hon fór friðarliga hiðani aftur. Hon nam miljónir av menniskjum og setti týðandi spor hjá øllum, sum kendu hana. Familjan
heystið fyri var hann á eini samkomu, har luttakararnir í tí sonevndu Stanley-kanningarferðini søgdu frá ferð síni til Føroya og Íslands. Um so var, at harra Smith reistist úr síni grøv og hoyrdi um tað, sum [...] als ikki til hjá fyritøkum at mennast og trívast. Men havnir eru natúrlig monopol. Tað ber jú ikki til at gera tær allastaðni. Um so er, at ein privat fyritøka er eigari av eini havn, so kann hon taka [...] løgtingið fer at geva privata felagnum einkarætt. Talan er tí ikki bert um tað, sum Adam Smith segði vera eitt natúrligt monopol, men beinleiðis um eitt lógásett privat monopol. Hesi kenna vit frá søgu okkara