Hví man hevur valt, at eitt avdankað svenskt 90'ara orkestur skal vera høvuðsnavn, er mær ein gáta. Eg vildi nógv heldur hoyrt eitt nú The Dreams ella kanska Týr, tá festivalurin fór at ganga móti endanum. Men rætt skal vera rætt. Tey skuffaðu ikki so nógv, kanska tí at eg ikki hevði nakrar vónir til framførsluna, sum var flott uppsett, men øgiliga kitsjut.
Buldur og brak
Ace of Base byrjaðu við buldur og brak, tá flotta ljósshowið byrjaði, og silhuettir av dansarum dansaðu runt á pallinum. Yvirhøvur var koreografiin á pallinum góð, ljósshowið riggaði væl og sangarinnan var í toppformi. Men tað riggaði tó ikki super væl, tí tað var týðiligt, at bólkurin hevði sína stórheitstíð fyri nógvum árum síðan.
Fyri tað fyrsta, so skuldu tey altso havt eitt orkestur á pallinum, tí tað sær eitt sindur láturligt út, ikki so mikið sum at hava ein DJ, sum stýrir tónleikinum. Har var einans eitt kór og tvey keyboard á pallinum, umframt guitarin, sum høvuðsmaðurin Ulf Berggren viðhvørt spældi á. Hetta gjørdi, at tað var sum at vera til eina karaoke framførslu. Hesin Ulf var eisini ómetaliga kiksaður, minti meg um ein annan Ron Jeremy, har hann stóð í frakka, langum slikkhári og stórum búki. Kiksað.
Tað størsta yvirraskilsi, var, at sangarinnan, Jenny Berggren, faktiskt sang óluksáliga væl. So væl, at eg í byrjanini helt, at tað var playback. Tað var tað tó ikki, skilti eg, sum framførslan fór fram. Hon dugdi eisini sera væl at fáa gongd í áhoyrarnar, sum vóru ógvuliga lívligir gjøgnum framførsluna.
Hittini bjargaðu konsertini
Ace of Base hava, hóast alt, eina rúgvu av stórum hittum, sum tey allarflestu kunnu syngja við til. Hetta bjargaði framførsluni frá at vera ordiliga kiksað, tí ein kann ikki lata vera við at lata seg forføra eitt sindur, tá tú hoyrir fleiri túsund fólk syngja við. Hæddarpunktið kom tó ikki fyrr enn í eykanummarinum, tá The Sign stóð úr hátalarunum. Har vóru neyvan meira enn nøkur fá, sum kundu halda sær frá at syngja við tá.
Alt í alt ein framførsla, ið var í lagi, men als ikki ein, sum burdi verið høvuðsnavn á einum so stórt uppslignum festivali sum Við Múrin. Næstu ferð vóni eg veruliga, at teir fáa eitt ordiligt og aktuelt navn, at spæla leygarkvøld.