Abramovitsj ákærdur

Rusiski ríkmaðurin, sum millum annað eigur enska fótbóltsfelagið Chelsea, skal nú fyri rættin í Sveis, har hann er ákærdur fyri svik

Rættarmál
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Evropeiski menningarbankin EBRD hevur lagt sak ímóti Roman Ibramovitsj við kravi um, at hann skal rinda bankanum slakar 100 milliónir krónur. Tann ovurríki russin sigur seg vera ósekan og hevur sýtt fyri at gjalda.
Málið byrjaði, tá russiski bankin SPS-Agro fór av knóranum í 1998. Bankin hevði tikið lán í evropeiska menningarbankanum, men var ikki førur fyri at rinda tað aftur. Ístaðin fyri yvirtók menningarbankin eitt tilsvarandi lán frá svetsisku fyritøkuni Runicom. Tað vísti seg, at hetta var eitt felag, sum Roman Abramovitsj átti, og sum hann brúkti sum millumlið í sínari oljusølu fyri at sleppa undan at gjalda skatt. Seinni hevur sveitsiska fyritøkan sýtt fyri at rinda meningarbankanum lánið, tí fyritøkan vil vera við, at hon hevur goldið einum triðja banka peningin. Men menningarbankin heldur uppá, at hetta er ikki so, og at skjølini í sambandi við hesa afturgjaldingina eru falsað. Fyri tveimum árum síðani fekk menningarbankin viðhald, men tá hann skuldi krevja pengarnar frá sveitsiska felagnum, var tað farið av knóranum og ognirnar fluttar til eitt nýtt felag, sum er skrásett í Gibraltar.
? Í Russlandi hevði Roman Abramovitsj kanska sloppið burtur úr hesum, men soleiðis er tað ikki í Sveits, sigur leiðslan í evropeiska menningarbankanum við BBC.
BBC vil vera við, at Abramovitsj breyt sveisiska lóg við at tøma fyritøku sína har og við at falsa skjøl. Nú skal hann so svara fyri seg.