Kemur tú nakrantíð út á tað skráplanið, at tú umhugsar at skráseta minuttir úti í kømrum hjá gomlum fólkum: Gakk so yvir til speglið og spyr teg sjálvan, um hetta veruliga er tað, tú vilt brúka títt einasta lív til.
Sum skilst, er kanningin at telja umsorganarminuttir steðgað av Almannamálaráðnum. Hon varð annars sett í verk fyri at kanna, hvussu til ber at fáa tepru játtanina at strekkja til í eldrarøktini. Men hon var ikki steðgað, tí hon tók pengar frá umsorganini, ella tí slíkar kanningar eru djúpt óetiskar og kimin til mistreysti. Nei, hon varð steðgað, tí kommunurnar, nú tær fáa eldraøkið, sjálvar kunnu gera hesar kanningar, tá tær skulu til at skítast við at býta tepru játtanina út á ymsu tilboðini. Sostatt er onki signal komið frá Almannamálaráðnum um, at vit ynska ikki slík stýringsamboð. Og nærliggjandi er at frykta, at hetta verður amboðið, sum framyvir verður drigið fram, tá veruleikin gongur upp fyri kommununum: At játtanin røkkur ikki til eldraøkið.
Skipanin er sjúk
Tað er tí í tøkum tíma, at vit melda púra greitt út, at hjartað, vit og skil, skulu ikki býtast út við eitt stopp-ur. Minutt-klikkarí er tekin um eina sjúka skipan, eitt krakka- og pappírsveldið, eyðkent av misáliti á tey, sum arbeiða úti á feltinum. Minutt-tyrani kemur altíð úr erva frá talfólki, sum hava lisið cand.kynist, og sum eru forblendað av detailstýring, skráseting og eftirliti – oftast trýst langt út um øll sømilig mørk av sparihungrandi politikarum.
Menniskju eru ikki maskinur
Stopp-urið stoppar bara einum, og tað er eldhugan og trivnaðin í eldrarøktini – bæði hjá starvsfólkum, búfólki og avvarandi. Slík management-amboð eru óhóskandi á umsorganarøkinum, tað hava óteljandi kanningar eisini víst frá grannalondunum, har tey nú renna skríggjandi undan slíkum. Har hava tey funnið útav, at menniskju eru ikki maskinur, men livandi verur við kenslum, hugskotum, styrkjum og veikleikum. Tí er tað absurd, ja, heilt Kafkaskt, at leita eftir frymlinum fyri eitt miðal-bað, eina miðal-máltíð ella fyri eitt miðalmenniskja. Umramt, at vit menniskju hava ein objektivan, kropsligan tørv at vera rein, mett, heit, turr osv. hava vit fremst av øllum tørv á nærleika, kærleika, sosialari samveru og umsorgan. Hesar tørvir kanst tú ikki máta ella viga. Teir taka ta tíð, teir taka. Og verða teir misrøktaðir, so slóknar lívsneistin.
Spælt fallit
Politiski myndugleikin og umsitingin hava spælt fallit, tá steinrunnar Excel-typur sleppa at stýra umsorganini. Tað, sum krevst, er ein sømilig játtan, so til ber at lyfta uppgávuna, og ein umsiting, sum sær tað sum sína fremstu uppgávu, eyðmjúkliga, at tæna teimum stovnum, leiðarum og starvsfólkum, sum arbeiða á eldraøkinum – so hesi kunnu útinna sín gerning professionelt og samvitskufult.
Álit og tryggleiki
Vælferðin eigur at byggja á álit og tryggleika í øllum lutum. Í hesum førinum álit á starvsfólkini og tryggleika fyri okkara gomlu, sum bæði hava goldið fyri seg og síni. Vísið teimum kønu og royndu starvsfólkunum í eldrarøktini álit. Spyr tey. Lurta eftir teimum. Tí hesi eru sonnu serfrøðingarnir, og eiga at verða hoyrd, sædd og vird. Hesi, sum hvønn einasta dag samskipa, røkta, lekja og ugga. Sum leypa til á náttartíð, og leggja oyra og rygg til, tá vit avvarðandi ikki fáa verið um okkara kæru. Gev teimum karmar, so tey kunnu røkja sítt arbeiði, menna sínar førleikar og hava tíð og rúm fyri refleksjón, menning og tvørfakligum samstarvi – altíð við álitinum fremst í huga.
Lýdnar og tuskandi mýs
Longu nú verða partar av eldrarøktini stýrdir við skráseting og eftirliti, eitt nú á Ipaddi. Eldri fólk verða vakt úr svøvni og koyrd í bað, tí tíðarætlanin skal halda. Ikki bara í eldrarøktini ræður hendan ræðandi detailstýringin, eisini innan restina av heilsuverkinum, innan dagstovnaøkið og í skúlunum gerast alsamt fleiri krøv um skráseting, dokumentatión og eftirlit, undir herrópum sum Dygd og trygd, brúkarin í hásæti osv. Men pengar og tíð til pappírsnussarí, ráðlegging ella eftirmeting fylgja ikki við. Og legg so til merkis, at alt hetta eru typisk kvinnuarbeiðspláss. Tí lýdnar kvinnur kunnu altíð renna eitt sindur skjótari. Samvitskan loyvir teimum ikki at forsøma ella at sjuska. Arbeiða heldur yvir óløntar, og fara sum oftast niður í tíð, og harvið inntøku og pensjón, tá tað verður ov strævið. Og soleiðis kunnu vit halda øllum gangandi. Hjólini mala og mýsnar tuska, til tær útlúgvaðar og strongdar detta úr hjólinum.
Ørskapurin má steðga
Hetta er ikki tað vælferðarsamfelag vit í Javnaðarflokkinum ynskja. Har heitar hendur kølna, tí stopp-urið stýrir øllum. Tí má hesin eftirlits-ørskapur steðga í stundini. Ikki bara á eldraøkinum, men allastaðni, har menniskju verða viðfarin sum maskinur. Bygg á álit, gev starvsfólkunum eina ordiliga løn og góðar arbeiðsumstøður, slít bondini til pappírsveldið og set tey frí at virka og mennast innan síni yrki. Afturfyri fáa vit dygd og trygd fyri hvørja krónu!
Rigmor Dam,
tingkvinna fyri Javnaðarflokkin