var virkin á so mongum økjum. Hann var m.a. nevndarformaður í Føroya Handilsskúla frá 1972 til 1988 og semingsmaður frá 1970 til 1982. Men kendastur er Jógvan Sundstein sum politikari. Í 1970 var hann valdur [...] Tjóðveldisflokkin, sum á mangan hátt var eitt nýbrot í føroyskum politikki. Hann var løgtingsformaður frá 1980-84 og aftur 1988-89. Jógvan gjørdist formaður Fólkafloksins í 1980, tá ið Hákun Djurhuus gavst [...] Sundstein gjørdist tá landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum var eitt sera krevjandi starv tey árini frá január 1991 til apríl 1993, tá ið tað var neyðugt við ógvusligum politiskum og búskaparligum átøkum
og eftir Oyggjarvegnum til Havnar, har teir enda túrin í húsinum hjá KFUM skótunum. Bogi greiðir frá, at eftir at hava gjørt av, at túrurin eisini skuldi hava eitt vælgerandi endamál, samdust teir skjótt [...] skótunum og teirra ungu leiðarum. Higartil hevur gingið rættiliga væl at savna pening inn til tiltakið, einar 35.000 kr er tað vorðið til í alt, metir Bogi, men enn er møguleiki at stuðla tiltakinum. Umframt
i teirra, Thormundi Johannesen, sum hevði verið við heilt frá byrjan av. Vanta ordrar - Thormund hevur gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði: Frá at hava eitt reint pappír framman fyri sær og síðani til tær [...] á sínar fyrstu túrar á landleiðini. Av Skálafossi verður sagt, at teir ætla sær á fyrsta túrin um einar tvær vikur, og Hansa Maria fer á sín fyrsta túr beint eftir hetta. Á samkomuni á Vestaru bryggju takkaði
ið eg var 18 ár, vildi eg sleppa at síggja Suðuroynna, so eg fór til Vágs at arbeiða fisk. Vit fóru frá Gjógv við Smirli. Hetta var eisini ein longri ferð. Á leiðini lá Smiril eina nátt á Klaksvík. So varð [...] at eg spýði tríggjar ferðir allan vegin. Í Suðuroy varð fyrst lagt at á Tvøroyri. Ein av gentunum frá Gjógv, hon var bara 15 ár, átti eina fastur á Tvøroyri. Hon visti ikki, hvar hon búði, men hon visti [...] komu so at búgva í einum húsum, har fiskagentur búðu. Har vóru nógvar gentur, sum komu ymsa staðni frá í landinum. M.a. minnist eg, at gentur vóru úr Miðvági. Tær búði niðri undir, og vit búðu uppi á loftinum
og havt eftirlit við smáum kavbátum, sum stýra niðurseting av festi til boripallar. Høgni greiðir frá, at flakin, Thialf, sum teir hava verið umborð á, meðan teir hava arbeitt í Norðsjónum, hevur heimsins [...] hava gjørt við Oceaneering, er rímiliga góður. Lønin er í lagi, sigur hann, og teir skulu arbeiða einar 200 dagar um árið og hava so frí restina av tíðini.
við ferðini er at luttaka á myndaframsýning, ið verður í estlendska høvuðsstaðnum. Absalon hevur einar 200 dias-myndir higani við á ferðini. Ætlanin er tó ikki bert at vísa estlendingum, hvar og hvussu [...] er Norðurlendska Kunningarskrivstovan, ið hevur fingið framsýningina í lag. Á sýningini eru myndir frá einum myndatøkumanni úr hvørjum norðurlandi. Absalon Hansen, hevur á framsýningini, ið hevur verið
síðani at enda til sjálva heimsmeistarastevnuna, ið er frá 26. juli til 2. august. Altso umleið 69 dagar hjá teimum báðum, harav teir eru heima í einar fimm. Ferðin hjá Pál og Jón er komin í lag við hjálp
sunnudagin, og at hann umframt at kunna seg við umstøðurnar í felagnum, ætlandi skal venja við liðnum einar 2 ferðir, umframt at hann eisini fær høvi at royna seg í dysti. Ikki endaliga avgjørt Fyrispurningurin [...] Hetta er heilt vanligt í londunum uttan um okkum, og eitt nú er Jens Martin læntur til Ayr United frá íslendska felagi sínum, Leiftur. At enda sigur Kristian á Neystabø, at tað sjálvsagt er ein smeitur
nøkur stór oyggj, men hevur tó m.a. egnan flogvøll. Islay liggur í ein beinan vestan úr Glasgow, einar 100 km frá skotska stórbýnum. Oyggin er partur av oyggjabólkinum The Hebridian Islands. Hóast oyggin ikki [...] møguleikarnir at búgva gott eru heilt í topp. Onkur einstakur lívsnjótari kennir kanska oynna frá tí nógva whisky, sum kemur hiðanífrá. Søgnin sigur, at oyggin skuldi verið kallað upp eftir einari danskari [...] fær møguleikan at kunna seg um viðurskiftini viðvíkjandi alduorku. Í stuttum ber tað til at greiða frá, at alduorka er skipan, ið útnyttar aldumegina og brimið til at gera streym. Ferð Ferðalagið, ið m
eisini at nýta pening frá Rumeniahjálpini til. Vit keypa brenni og býta tað so javnt millum tey, soleiðis at tey vónandi klára seg gjøgnum veturin, greiðir Absalon frá. Peningurin frá Rumeniahjálpini fer [...] Bulgaria. So tað verður ein drúgvur túrur at koyra frá Timisoara til Constansa. - Teinurin er líka langur sum alt Týskland, sigur Absalon. Hann greiðir frá, at rumenarar sjálvir geva kommunismuni skuldina [...] árið niður til Rumenia. Og so er spurningurin, hvar peningurin kemur frá. - Eg veit ikki at siga akkurát, hvar peningurin kemur frá. Men eg brúki hvørt oyra, sum eg havi sjálvur. Harafturat hava vit eina