Talan er um Hansa Mariu av Toftum og Skálafoss úr Vestmanna, sum nú fara at rigga til fyrstu túrarnar. Av Skálafossi verður sagt, at teir ætla sær á fyrsta túrin um einar tvær vikur, og Hansa Maria fer á sín fyrsta túr beint eftir hetta.
Á samkomuni á Vestaru bryggju í dag takkaði stjórin á skipasmiðjuni, Gunnar Mohr, øllum starvsfólkunum fyri tað ídni og tann eldhugan, sum tey høvdu lagt í at gera bátarnar lidnar.
Tað er jú ikki á hvørjum degi, at nýbygningar verða lætnir føroyskum eigarum. Og so er hetta eisini fyrsta ferðin at tveir bátar verða lætnir eigarum sínum samstundis.