Til Skotlands at hyggja nærri at alduorku

Oljufelagið Agip skipar í komandi viku fyri einum kunnandi túri til skotsku oynna Islay, har føroysk umboð fáa møguleikan at hyggja eftir alduorki, ið tey n´pgv nýta har um leiðir. Vit eru enn á einum byrjunarstigi, og á túrinum fáa føroysku umboðini høvi til at kunna seg um viðurskiftini, sigur Ólavur Gregersen, vinnuráðgevi hjá Agip í Føroyum

Orka

Í Føroyum nýta vit sum nú er vatnorku og diesel drivnar motorar til at gera streym. Seinastu tíðini hevur verið tosað nógv um, hvørt vit í Føroyum eiga at royna nýggjar leiðir á orku økinum. Millum annað hevur verið borið upp á mál, at fleiri royndir við vindmyllum eiga at verða gjørdar.
Í Føroyum hevur SEV higartil víst munandi størri áhuga í vatnorku enn eitt nú vindmyllum. Hetta mynstrið fer kanska at broytast við tíðini. Í øllum førum verður skipað fyri einum túri til skotsku oynna Islay, har tey hava gjørt sær góðar royndir við alduorku.
Vinnuráðgevin fyri Agip í Føroyum, Ólavur Gregersen, ávarar tó ímóti at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin. Hann heldur tað hava sera stóran týdning, at vit minnast til, at hetta bert er ein túrur, har ferðalagið fær møguleikan at kunna seg um viðurskiftini viðvíkjandi alduorku.
Í stuttum ber tað til at greiða frá, at alduorka er skipan, ið útnyttar aldumegina og brimið til at gera streym.

Ferð
Ferðalagið, ið mánakvøldið leggur leiðina úr Føroyum til Skotlands, telir átta fólk. Millum hesi átta eru umboð fyri Agip, SEV, Oljumálastýrið og umboð fyri privatar føroyskar fyritøkur.
Sjálvur steðgurin á Islay verður ikki serliga langur. Bert ein hálvan dag verður vitjanin á oynni. Fyritøkan, ið rekur verkið á Islay, Wavegen, hevur høvuðsskrivstovu í Inverness, ið liggur í norður Skotlandi, har ferðalagið eisini hyggur framvið.
Oyggin Islay er ikki nøkur stór oyggj, men hevur tó m.a. egnan flogvøll. Islay liggur í ein beinan vestan úr Glasgow, einar 100 km frá skotska stórbýnum. Oyggin er partur av oyggjabólkinum The Hebridian Islands. Hóast oyggin ikki er serliga stór, ei heldur búgva har nógv fólk, so fær oyggin fitt av vitjandi hvørt. Oyggin hevur egnan flogvøll. Landslagið og møguleikarnir at búgva gott eru heilt í topp.
Onkur einstakur lívsnjótari kennir kanska oynna frá tí nógva whisky, sum kemur hiðanífrá. Søgnin sigur, at oyggin skuldi verið kallað upp eftir einari danskari prinsessu.

Orka
Hvussu er og ikki við oynni, so hava teir eitt alduorkuverk har. Talan er um eina orkukeldu, ið er fleiri staðni at síggja í Bretlandi, eitt nú á Orknoyggjunum. Stutt ber til at siga, at hetta er ein skipan, ið nýtir megina í briminum til at gera orku. Tað virkar á tann hátt, at niðri við ein brimgarð ella annað verður bygd ein íseting. Tann luftin, ið brimið pressar uppeftir, fær eina turbinu til at mala, og harvið verður streymur til. Er einki brim ella størri aldur, so verður heldur eingin streymur framleiddur. Sum nú er, fáa eini 400-500 hús streym frá alduorkuverkinum. Verkið gevur eftir hvat skilst eini 30% av samlaðu orkunýtsluni á Islay.

Menning
Spyr onkur eftir orsøkini til, at italska oljufelagið, Agip, skipar fyri einum tílíkum túri, so skyldast hetta, at oljufelagið hevur skrivað undir at lata tíggju milliónir í førleikamenning í Føroyum yvir eitt trý ára tíðarskeið. Partar av hesum milliónunum fara sostatt til alduorku, og kunningina hjá teimum føroysku umboðunum.
Sambært vinnuráðgevanum hjá Agip í Føroyum, Ólavur Gregersen, er hetta eitt áhugavert tiltak, hóast vit enn eru á fyrsta byrjunarstigi. Serfrøðingar vita at siga, at Føroyar eru væl egnaðar til tílíkt sum aldurorku. Veður og vindur gera tað soleiðis, at alduorkan í Føroyum er góð - eisini tað mesta av árinum.
Ólavur Gregersen heldur fyri, at teir nú fara henda túrin fyri at kanna eftir, hvørja nyttu føroyingar kunnu fáa burturúr hesum. Einki mál er sett uttan at kunna seg um viðurskiftini. Maðurin við tí fína heitinum vinnuráðgevi sigur, at talan er um sera umhvørvisvinarliga orkukeldu.
Tað er áður tosað um líknandi verkætlanir í Føroyum, men hetta er tó nakað, ið føroyingar sum so ikki kenna nógv til.
Ein spurningur við aldurorku er m.a., hvussu verkið passar inn í landslagið. Talan er um ein stóran betonkassa, sum kanska ikki passar eins væl inn allastaðni.
Ferðalagið fer úr Føroyum mánakvøldið; komið verður aftur til Føroya hóskvøldið.