Liðskiparin hjá B36 og føroyska landsliðnum, Jens Kristian Hansen, fer ætlandi til Skotlands sunnudagin, har hann skal kunna seg um umstøðurnar hjá skotska felagnum Ayr United, sum leikar í næstbestu skotsku deildini. Hetta er eisini felagið, har liðfelagin á landsliðnum, Jens Martin Knudsen, í løtuni roynir seg.
Í stuttari viðmerking sigur Jens Kristian Hansen, at hann væntandi fer av landinum sunnudagin, og at hann umframt at kunna seg við umstøðurnar í felagnum, ætlandi skal venja við liðnum einar 2 ferðir, umframt at hann eisini fær høvi at royna seg í dysti.
Ikki endaliga avgjørt
Fyrispurningurin er komin ígjøgnum Jákup í Stórustovu, sum váttar fyri Sosialinum, at skotska felagið hevur sýnt áhuga í Jens Kristiani. Lítið er at ivast í, at tað er orsakað av avrikunum á føroyska landsliðnum, at hesin áhugi er íkomin, og nú vilja teir so hyggja nærri at Jens Kristiani.
Víðari sigur Jákup í Stórustovu, at enn er ikki endaliga greitt, hvat fer at henda eftir vitjanina í skotska felagnum. Við vissu kann tó sigast, at Jens Kristian fær høvi at royna seg í dysti, og hevur B36 í hesum sambandi lænt skotska felagnum spæliloyvið hjá Jens Kristiani. Tíðin má síðani vísa, um sáttmáli spyrst burtur úr vitjanini, sigur Jákup í Stórustovu at enda í stuttari viðmerking til Sosialin.
Seta ikki forðingar
Kristian á Neystabø, formaður í B36 ásannar, at tað seinastu árini er vorðið alt meira vanligt, at føroyskir leikarar fara uttanlands at royna seg. Yvirhøvur eru føroysku leikararnir vorðnir alsamt meira sjónligir seinastu árini, og nú eru eisini persónar her á landi, sum so at siga virka sum konsulentar.
Víðari sigur Kristian, at einasta, sum higartil er í málinum, er at B36 hevur lænt Ayr United spæliloyvið hjá Jens Kristiani, og at vit síðani mugu bíða og síggja, hvat fer at henda.
Ein annar møguleiki, umframt at selja leikaran, er jú at læna leikarar út í vetrarsteðginum við tað at kappingin her heima liggur still stóran part av árinum. Sjálvandi treytað av, at skotar eisini eru áhugir í leikaranum, eftir at hann hevur vant og leikt við teimum. Hetta er heilt vanligt í londunum uttan um okkum, og eitt nú er Jens Martin læntur til Ayr United frá íslendska felagi sínum, Leiftur.
At enda sigur Kristian á Neystabø, at tað sjálvsagt er ein smeitur fyri felagið, um teir missa ein somikið týdningarmiklan leikara, men at B36 ikki á nakran hátt ætlar sær at leggja forðingar fyri, at Jens Kristiani, um hann fær møguleika at gerast yrkisleikari uttanlands. Maður kemur jú vanliga í mans stað, og vónandi verður tað eisini soleiðis í hesum føri, um so er, at sáttmáli spyrst burtur úr skotlandsferðini hjá liðskiparanum.