hjá NATO. Fundurin í hernaðarnevndini hjá NATO hevur verið ætlaður í eina tíð. Leygardagin heitti lettiski forsetin, Edgars Rinkevics, á NATO um at økja verjuna av baltisku londunum í kjalarvørrinum av [...] NATO sendir í minsta lagi eina loftverjufregatt til økið Eystrasalt og økir um eftirlitið eftir millum annað dronuhendingar í Danmark. Tað boðar NATO frá fyri Reuters. Í fráboðan send tíðindastovuni sigur [...] kanningarpallar og í minsta lagi eina loftverjufregatt". Ein talsmaður fyri NATO vildi ikki geva nærri upplýsingar fyri Reuters um, hvørji lond fara at stuðla økta eftirlitinum. Tiltakið í Eystursjónum er
Ein yvirrættur í Ukraina hevur enn eina ferð útsett eina kæru frá fyrrverandi forsætisráðharranum Julia Timosjenko um dómin, sum hon fekk í fjør. Hon varð tá dømd sjey ára fongsul fyri at hava misnýtt [...] dómin, men í dag varð viðgerðin útsett. Dómarin í yvirrættinum sigur, at málið kemur fyri í har tann 16. august, og hetta er triðju ferð, at tað er útsett. Verjarnir hjá Timosjenko siga seg hava eina vón um [...] tólurin fer at taka málið upp, men sum skilst verður tað ikki gjørt, fyrr enn málið hevur fingið endaliga viðgerð í teirri ukrainsku rættarskipanini.
nevndin hevur biðið løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum um eina frágreiðing, hví søkt verður eftir fólki til nýggja Uttanríkismálaráðið, tá landið í roynd og veru onga fíggjarlóg hevur. Søkt verður [...] verður í hesum døgum eftir fólki til nýstovnaða uttanríkismálaráðið. Hetta undrar limirnar í landsstýrismálanevndini, sigur formaðurin, Heidi Petersen, við Kringvarpið. -Vit hava bara eina provisoriska [...] fíggjarlóg í løtuni, og tá er ikki loyvt at seta nýggj tiltøk í verk. Hetta er álvarsamt og vit vænta svar skjótt. Kanska hava teir eina frágreiðing, sum legaliserar umsóknirnar, sigr Heidi Petersen.
samtykt. Í ólavsøkurøðini nevndi løgmaður tó stjórnarskipanina og upplýsti, at hóast hann longu hevur brúkt nógva orku upp á málið, so fór hann at gera enn eina roynd. - Viljin hjá andstøðuni hevur verið [...] Ein fólkaatkvøða um eina nýggja stjórnarskipan var eitt aðalmálunum, tá nýggj samgongan bleiv skipað millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn fyri trimum árum síðan. Trý ár seinni er tað tó [...] verið avmarkaður, men eg fari kortini at tosa við formenninar eina ferð enn at vita, um grundarlag er fyri at arbeiða víðari, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.
sum hon hevur verið alt summar, og sum tað sást aftur á støðutalvuni. Havfrúgvin úr Vestmanna og Sílið úr Havnar Róðrarfelag eru í kapping fyri seg. Tjaldrið, sum vann FM í 2000 og í 2001, men sum í fjør [...] skal blanda seg upp í kappingina um sigrarnar í Sandavági og á Ólavsøku tykist lítið sannlíkt, um tað verður mett út frá gongdini og úrslitinum í Fuglafirði. Kappingin um bronsukrónurnar í FM kappingini er [...] var skjótt, at Tjaldrið misti eina hálva bátslongd til Sílið. Men Havfrúgvin slapp ikki soleiðis uttan víðari at eiga fremsta plássið. Sílið gjørdi fyrst eina roynd og so eina roynd afturat fyri at vinna
sett í eina ringa støðu. Tað siga Maria Poulsen, Demich og Svend Krosstein, sum eru stóru veitararnir av hitapumpum. Og tað siga teir í eini áheitan á landsins myndugleikar. Í løtuni hava vit eina skipan [...] er bara galdandi í ár afturat, tí næsta ár - og í 2025- skulu fólk rinda hálvt mvg og tað fer at gera eina hitapumpu nakrar tíggjutúsund krónur dýrari. Og tey, sum fáa sær hitapumpu í 2026, ella seinni [...] tendra. Í Sosialinum, sum er at fáa hetta vikuskiftið, hava vit nógv meiri um hesi viðurskifti. Í hesum sambandi hava vit tosað við landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum
Lamba og Dalin í Mykinesi við kunngerð sambært § 8, stk. 1, í náttúrufriðingarlógini. Yvirfriðingarnevndin mælti í skrivi hin 28. apríl 2021 til at seta í verk friðing fyri at verja lundan í móti ov nógvari [...] nógvari ferðslu í økinum í bútíðini hjá lundanum. Men av tí at nýggj náttúruverndarlóg var ávegis, valdi landsstýrið at bíða til nýggja lógin varð sett í gildi. Náttúruverndarlógin ásetur nýggjar reglur um [...] verndarøkjum, og kemur í staðin fyri partar av náttúrufriðingarlógini. Umhvørvisstovan hevur fingið til uppgávu at umsita náttúruverndarlógina, og málið um verju av náttúruvirðum í Mykinesi bleiv tí lagt
, Smyril hevur havt í seinastuni. - Vit hava eisini havt trupulleikar við einum av hinum trimum motorunum, so at hann hevur heldur ikki givið fulla orku, sigur Conrad Gaard Joensen. Tí hevur Smyril ikki [...] - Tað hevur gingið eftir ætlan og í kvøld er Smyril á veg aftur til Føroya. Tað sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni. Tey flestu munnu hava fingið við, at Smyril hevur havt avmarkaða [...] mánaðirnar tí at tann eini motorurin fór í knús. Men tann 21. januar varð hann tikin úr sigling við tí endamáli at skifta motor. Nýggjur motorur varð settur í hjá Mest í Havn, men síðani fór Smyril til Danmarkar
Sum skilst, hevur triðja parið hjá klaksvíkingum, Fjalshamar og Nónhamar, ligið í eina tíð. Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at tað hevur viðrað illa hjá útróðrarbátunum í longri tíð, men í gjár hevði [...] av fiski upp í Klaksvík í gjár. Kvik hevur verið undir Føroyum og Helena á Íslandsrygginum. Teir høvdu ávikavist 13.000 og 7.500 pund hvør og høvdu millum eina og tvær ella tríggjar setur í part. Leygardagin [...] ðstøð Føroya í Klaksvík vænta tey ikki ta heilt stóru vikuna, nú veðurlíkindini seinastu tíðina hava verið so ógvuliga ólagalig. Í undanfarnu viku vóru nakrar landingar, men hetta vóru í flestu førum skip
og stórt neyst í nýtslu við øllum teim hentleikum, ið eitt slíkt krevur. Og í farna mánaði varð spakin settur í jørðina til enn eina stórætlan í bygdini, tá fyrsti bøkkurin varð loystur í ætlanini at útvega [...] - Tað hevur verið spennandi at sæð, hvussu nógv er hent í Árnafirði í seinastuni, sigur Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur í Klaksvík. Sum býráðslimur er hann somuleiðis valdur í ta serligu Árnafja [...] Og nú standa eisini sethús í gerð í Árnafirði. Sum skilst eru tvey grundøki aftrat tøk í bygdini. Av hesum er annað teirra umbiðið! - Hetta kann vera ein avleiðing av, at vit í Klaksvíkar kommunu hava trupult