Ein yvirrættur í Ukraina hevur enn eina ferð útsett eina kæru frá fyrrverandi forsætisráðharranum Julia Timosjenko um dómin, sum hon fekk í fjør. Hon varð tá dømd sjey ára fongsul fyri at hava misnýtt sítt vald sum forsætisráðharri. Verjar hennara kærdu dómin, men í dag varð viðgerðin útsett.
Dómarin í yvirrættinum sigur, at málið kemur fyri í har tann 16. august, og hetta er triðju ferð, at tað er útsett.
Verjarnir hjá Timosjenko siga seg hava eina vón um, at tann evropeiski mannarættindadómstólurin fer at taka málið upp, men sum skilst verður tað ikki gjørt, fyrr enn málið hevur fingið endaliga viðgerð í teirri ukrainsku rættarskipanini.