Á Varmakeldustevnuni var kappingin soleiðis, sum hon hevur verið alt summar, og sum tað sást aftur á støðutalvuni. Havfrúgvin úr Vestmanna og Sílið úr Havnar Róðrarfelag eru í kapping fyri seg.
Tjaldrið, sum vann FM í 2000 og í 2001, men sum í fjør noyddist at lúta fyri Sílinum, royndi at blanda seg í oddastríðið á fyrstu metrunum, men tað helt ikki so leingi. Tað var skjótt, at Havfrúgvin hevði lagt hinar bátarnar afturum seg við einari hálvari bátslongd, og tað var skjótt, at Tjaldrið misti eina hálva bátslongd til Sílið.
Men Havfrúgvin slapp ikki soleiðis uttan víðari at eiga fremsta plássið. Sílið gjørdi fyrst eina roynd og so eina roynd afturat fyri at vinna oddasessin, og tað eydnaðist eina løtu. Tað tóktist skula gleppa hjá Sílinum, so teir runnu eina hálva bátslongd framum vestmannadreingir, men Havfrúgvin svaraði væl og virðiliga aftur. Í endaspurtinum var Havfrúgvin drúgvari, og um munurin ikki var so stórur, so var sigurin sannførandi.
Sílið er framvegis fremst í FM kappingini, og teir umborð á Havfrúnni hava knívin á barkanum. Um Sílið ikki skal endurvinna FM, so er tað neyðugt hjá Havfrúnni at vinna báðar kappingarnar, sum liggja fyri framman. At nakar annar bátur skal blanda seg upp í kappingina um sigrarnar í Sandavági og á Ólavsøku tykist lítið sannlíkt, um tað verður mett út frá gongdini og úrslitinum í Fuglafirði.
Kappingin um bronsukrónurnar í FM kappingini er tøtt. Tjaldrið og Blikur hava báðir átjan stig. Og kappingin um triðja plássið var eisini tøtt í Fuglafirði. Tjaldrið hevði betri start enn Blikur, sum ongantíð av álvara megnaði at blanda seg upp í kappingina í oddinum. Men argjadreingir vóru drúgvir, og á málinum var munurin frá teimum og fram til Tjaldrið bara ein skutur og kanska minni enn so.
Í kappingini um fimta plássið var Junkarin bestur, men har vóru fleiri bátar framvið, og tað kann væl henda, at Royndin Fríða, sum síðani á Jóansøkuni hevði loyst trupulleikarnar við róðurgreiðunum, og sum hesa ferð endaði afturi á sjeynda plássinum, hevur møguleika at ota seg longri fram. Tann møguleikan tykjast teir eisini hava umborð á Fípuni Føgru og Báruni.
Men í kappingini um heiðursmerkini eru ikki so nógvir luttakarar: Havfrúgvin og Sílið kappast um FM heitið, og Tjaldrið og Blikur kappast um bronsumerkini.