reisast upp, so teir kunnu halda einum tjaldi, sum hongur yvir torgið. Ætlanin er so, at torgið kann brúkast til ymisk endamál. Men ferðsla skal ganga ígjøgnum økið so ella so. Hon kann ganga fram við Miðlahúsinum [...] ella sum nú, fram við húsunum undir Bryggjubakka og bryggjukantinum. Ætlanin er, at koyribreytin tvørtur um torgið skal kunna flytast eftir tørvi. Og so skal ein skoytibreyt kunna vera har um veturin. Tað [...] vegarbeiði, so sæst tað alt fyri eitt á umsetninginum. Og fleiri søgdu seg nú vóna at fáa nakað burtur úr jólasøluni, nú korona hevði kostað teimum so nógv. Tá tey so fingu hesa ætlanina at vita, so vóru tey
eitt sindur. Fyrst skal fólkið spyrjast, og vil fólkið hava, at samráðingarnar um fullveldisríkið Føroyar halda fram, so fer landsstýrið niður aftur at samráðast við donsku stjórnina. Venda sær ST Eftir [...] spyrja fólkið um á einari fólkaatkvøðu. Verður tað ein greiður spurningur um loysing frá Danmark, ella verður tað ein meira mild orðing, ið einans hevur til endamáls at fáa greiðu á, um tað í Føroyum býr [...] halda fram Høgni Hoydal boðaði á tíðindafundinum hjá landsstýrinum hóskvøldið frá, at landsstýrið fer at halda fram við fyrireikingunum, sum eru farnar í gongd. Landsstýrið hevur framvegis ætlanir um at gera
fyrstu løtuna, og komu gøtumenn eisini fram til onkrar hálvar málmøguleikar. Tvøramenn lógu aftarlaga á vøllinum, og sjálvt um teir sluppu at renna nógv fyrstu løtuna, so stríddust teir, allir sum ein, fyri [...] fyri hvønn bólt. Og høvdu teir ikki verið so ágrýtnir, høvdu gøtumenn uttan iva fingið okkurt máli fyrstu løtuna. Hvørja ferð GÍ kom fram móti brotsteiginum, so blivu teir steðgaðir og komu teir longur inni [...] leiðsluna, og lógu tí ikki so langt frammi á vøllinum, men bíðaðu eftir at TB skuldi koma fram. Og tvøramenn komu fram á vøllin, og hetta gav sum verða man mótálop til GÍ. Súni Olsen fekk ein góðan møguleika
nakað undantak í so máta. Tað sást frá byrjan av í dystinum, at EB/Streymur hevði meir at spæla um. Teir settu seg á dystin alt fyri eitt, og fyrstu løtuna komu gestirnir eisini fram til onkrar smávegis [...] og sjálvt um KÍ helst hevði verið betra liðið, so vóru gestirnir meir effektivir undan steðginum. Gestirnir settu trumf á Seinni hálvleikur var bert tveir minuttir gamal, tá EB/Streymur økti um leiðsluna [...] spæl eftir gott forarbeiði av Hanus Eliasen, og so var 5-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Sjálvt um 5-2 ljóðar sum ein rættiliga sannførandi sigur, so var KÍ væl við at kalla allan dystin, og við
Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur í Klaksvík fram eitt uppskot um at skipa eina bussleið í næststørsta býi okkara. Eitt av endamálunum við uppskotunum var at lætta um hjá fólki, nú bensin- og oljuprísurin er [...] sera kostnaðarmikið hjá fólki at koyra fleiri ferðir um dagin aftur og fram við til dømis skúlabørnum, sigur Steinbjørn, sum eisini hevur síni uppskot um, hvussu henda bussleiðin kann skipast í Klaksvík. [...] hava brúk fyri flutningi fram og aftur. Eitt annað endamál var eisini at minka um ta stóru ferðsluna, sum haraftrat bæði dálkar umhvørvið og er slítandi fyri kommunalu vegirnar. - So her liggur eisini ein
við grannaøkini. Tað kom fram á einum fundi millum norðurlendsku samstarvsráðharrarnar í Stokkhólmi hósdagin, tá ein arbeiðsbólkur um útnorður legði úrslitið av sínum arbeiði fram. Føroyar og Íslandi hava [...] við at rudda allar forðingar burtur, so norðurlendingar fáa javnbjóðis rættindi í londunum hvør hjá øðrum. Dømi um hetta kann vera, at viðurkenna navnalóggávu, so eitt nú føroyingar kunnu brúka føroysk [...] er eitt dømi um, at vit skulu gera og taka ábyrgd millum hini norðurlondini og ikki bert krevja og taka ímóti, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við norðurlendskum málum, sum fegnast um úrslitið. Á fundinum
ímóti okkum kristnu, so at heldur ikki vit sleppa at hava tær kristnu ímyndirnar, vit hava, hevur Jenis av Rana ført fram. Amnesty International í Føroyum heldur lítið um uppskotið um at banna burka og niqab [...] flokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta. Ein grundgeving fyri at leggja uppskotið fram, er, at tað er kvinnukúgandi. – Talan er eisini um at verja javnrættindi, og at burka og niqab eru [...] Rana hevur áður ført tað sjónarmið fram, at vit skulu ikki seta hvørjum øðrum krøv um, hvussu vit ganga ílatin, ella hvørji átrúnaðarligar ímyndir, vit hava. – Tað er so skjótt, at tað eisini kann vera vent
januar og um einki hendir, so er tað kvotur, sum koma í gildi, sigur Ruth Vang. - Hetta er fyri at binda um heilan fingur, sigur Ruth Vang, og vísir til, at um hetta uppskotið ikki verður lagt fram í hesi [...] leggja sítt uppskot fram, og so kunnu tær taka sítt uppskot aftur. Hon dylir tó ikki fyri, at hetta uppskotið hevur verið klárt í nakrar dagar, men tær hava bíða við at leggja tað fram, fyri at landsstý [...] hesi vikuni, mugu 17 undirskriftir til fyri at leggja málið fram seinni. Hon sigur, at Framsókn nú leggur uppskotið um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotaskipan í eitt ár, fyri at landsstýrismaðurin
spurningurin um bústaðar- og viðgerðarviðurskifti hjá teimum sálarliga sjuka umrøddur í Sjónvarpi Føroya. Talan var um sendingina Gesturin, har ein maður, ið arbeiðir innan økið, tók fram fleiri sera [...] Hetta er mikið spell. Tað er ikki minni spell, at lóggávan um viðgerð av sálarsjúkum ikki verður dagførd. Hetta snýr seg ikki bert um viðgerð men um grundleggjandi sjúklingarættindi, ið eisini eru mannarættindi [...] ein stutt samanfatað niðurstøða av samrøðuni gerast, so má tíverri staðfestast, at vit í Føroyskum eru langt aftan fyri Norðurlond, tá talan er um psykiatri sum heild. Hetta er galdandi fyri lóggávuna
seg fram, sum ein livandi mynd her og nú.. Tak meg ikki illa upp. Lat okkum ikki taka dagar ímillum hesar greinir. Fara vit at hugsa um tónlistina, so renna Hans J. Højgaard og Jógvan Waagstein fram fyri [...] gott, og so legst formur og skap uttanyvir. Her eru so myndir, yrkingar og sangur borin fram av ungum kvinnum, sum hava lagt eitt festi í listina, har litir, formur, skap, orð og sangur dansa um perluna [...] men livdu í einum sjaldsamum skaldaheimi. Myndatalan rakk so langt í teirra tilveru. Sagt verður, at hann ella hon vóru so hittinorðað og dugdu so væl at taka til, tí kann verða sagt, at tað føroyska málið