Raðfylgjan vend við

Sáttmálin við danir skal bíða, inntil føroyingar hava tikið avgerð um, hvørt Føroyar skulu vera ein sjálvstøðug tjóð ella ikki. Ger ein meiriluti av, at Føroyar skulu verða sjálvstøðug tjóð, skal ein nýggjur sáttmáli gerast við danir, sum eftirlíkar tí føroyska ynskinum

Stjórnin og landsstýrið kunnu ikki koma ásamt um at skipa Føroyar sum fullveldi. Samráðingarnar seinastu sjey mánaðirnar eru slitnaðar, og landsstýrið fer nú at royna at venda raðfylgjuni við. Sáttmálasamráðingarnar eru útsettar, til føroyingar hava tikið støðu til sína egnu framtíðarstøðu á einari fólkaatkvøðu.

Málið hjá landsstýrinum er kortini tað sama. Føroyar skulu hava fullveldi, men hetta má bíða eitt sindur. Fyrst skal fólkið spyrjast, og vil fólkið hava, at samráðingarnar um fullveldisríkið Føroyar halda fram, so fer landsstýrið niður aftur at samráðast við donsku stjórnina.


Venda sær ST

Eftir at samráðingarfundurin við stjórnina slitnaði hóskvøldið, boðaði landsstýrið frá, at ST í næstum fer at fáa eitt skriv frá landsstýrinum. Í skrivinum fer landsstýrið at gera vart við, hvørja støðu landsstýrið metir Føroyar vera í í altjóðarættarligum høpi.

Landsstýrið fer at gera vart við, at tað einans er Føroya fólk, sum hevur rætt til at avgera sína egnu lagnu sambært fólkarættinum, og at landsstýrið stendur fast við ætlanini um, at Føroyar skulu verða ein sjálvstøðug tjóð. Landsstýrið skrivar í yvirlýsingini, sum er orðað bæði á donskum og enskum, at ein fólkaatkvøða fer at verða í Føroyum næsta ár. Føroyska fólkið skal spyrjast, um tað vil hava Føroyar at gerast ein sjálvstøðug tjóð.

Tekur meirilutin av føroyingum undir við, at Føroyar skulu verða ein sjálvstøðug tjóð, so fer landsstýrið niður aftur til Danmarkar at samráðast. Hesin fólkaviljin skal tá fremjast í verki í samráðingum við donsku stjórnina.

Eingin veit enn, júst hvat landsstýrið fer at spyrja fólkið um á einari fólkaatkvøðu. Verður tað ein greiður spurningur um loysing frá Danmark, ella verður tað ein meira mild orðing, ið einans hevur til endamáls at fáa greiðu á, um tað í Føroyum býr ein vilji til einaferð í framtíðini at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki.


Fyrireikingarnar halda fram

Høgni Hoydal boðaði á tíðindafundinum hjá landsstýrinum hóskvøldið frá, at landsstýrið fer at halda fram við fyrireikingunum, sum eru farnar í gongd. Landsstýrið hevur framvegis ætlanir um at gera ein skiftisgrunn, sum skal minka um búskaparligu avleiðingarnar av, at Føroyar gerast fullveldi. Landsstýrið fer eisini framvegis at arbeiða fram ímóti at rinda útbúgvingarstuðulin hjá føroyskum lesandi í Danmark.

Við øðrum orðum heldur fullveldistilgongdin fram eins og hon hevur gjørt higartil, men føroyingar fáa eftir øllum at døma ikki eitt sáttmálauppskot at taka støðu til á einari fólkaatkvøðu. Sáttmalin við Danmark verður ikki gjørdur, fyrr enn fólkið í Føroyum hevur givið landsstýrinum grønt ljós til yvirhøvur at fara til Danmarkar at samráðast um ein nýggjan sáttmála.