Norðurlendsku ráðharrarnir vilja raðfesta útnorður og samstarv við grannaøkini. Tað kom fram á einum fundi millum norðurlendsku samstarvsráðharrarnar í Stokkhólmi hósdagin, tá ein arbeiðsbólkur um útnorður legði úrslitið av sínum arbeiði fram.
Føroyar og Íslandi hava leingi strongt á fyri at fáa norðurlond at skifta fokus. Nógv samstarv er vent eystureftir og við ES, meðan samstarvið við okkara grannaøki fyri sunnan og vestan ? Skotland, Hetland, Orknoyggjar, Írland, Nýfundland og onnur øki ? hevur verið fyri skerdan lut.
Arbeiðsbólkurin mælir til, at farið verður undir at fremja hetta samstarv við ítøkiligum verkætlanum. Innan havumhvørvi, tilfingisumsiting, veðurlagsbroytingar, útbúgving gransking, mentan, heilsu og samferðslu.
Norðurlendsku ráðharrarnir hava sett hetta fram sum eina av fimm serligum raðfestingum, verður upplýst av løgmansskrivstovuni.
? Vit hava strembað eftir hesum í skjótt fimm ár og hava nú fingið týdningin av slíkum samstarvi viðurkendan. Hetta er eitt dømi um, at vit skulu gera og taka ábyrgd millum hini norðurlondini og ikki bert krevja og taka ímóti, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við norðurlendskum málum, sum fegnast um úrslitið.
Á fundinum í Stokkhólmi varð eisini uppskot samtykt um at javnseta føroyingar, álendingar og grønlendingar, tá tað snýr seg um rættin til at útbúgva seg hjá hvørjum øðrum í norðurlondum.
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter, hevur fingið til uppgávu at arbeiða burturav við at rudda allar forðingar burtur, so norðurlendingar fáa javnbjóðis rættindi í londunum hvør hjá øðrum. Dømi um hetta kann vera, at viðurkenna navnalóggávu, so eitt nú føroyingar kunnu brúka føroysk nøvn, hóast teir búgva í øðrum norðurlandi, soleiðis sum Høgni Hoydal hevur skotið upp.
Poul Schlüter tók beinanvegin málið upp og fer sambært Løgmansskrivstovuni at skjóta upp eina felags avtalu millum norðurlond um navnalóggávu.