við tað at gera, tí um so er, at teir eru sekir, so er at taka eina uppgerð við teir, soleiðis sum rættarviðurskiftini eru í landinum og í ríkinum, men kirkjan og hennara viðurskifti eiga ikki at verða [...] politikkur at vera. Og nú eru so nakrir, sum halda seg vera gloymdar í politikki og royna tí at gera eitthvørt hissini - og so kemur hetta uppskotið at gera kirkjuna føroyska - sum um hon ikki er føroysk [...] tankaloysi ætla at yvirtaka fólkakirkjuna úr tí skipan, sum nú er. Eitt er, at tjóðveldisemnn - óivað við bestu ætlan, men í teirra vanliga stuttskygni brúka hesa sjúku tíð í Føroyum at rumbla við og halda
væl gjørt verk. Tað er frá tykkara væl gjørda verki, at tignin má koma. Tit vita, at stór ábyrgd liggur á tykkum, og at vit, sum hava hjálpt tykkum at búgva tykkum út, vænta, at tit fara at liva upp til vónirnar [...] vita, at vit rokna við tær. 2.Tú skalt vita, at vit vita, at nakað virðismikið og gott er í tær, sum onnur hava brúk fyri. 3.Gloym ikki, at í minsta lagi 4-5 fólk ? tey næstu ? eru tætt bundin at tær. 4 [...] spurdur, um hann veruliga helt, at frælsi gjørdi menniskju lukkuligari. Hann svaraði: »Tíverri má eg siga, at tað veit eg ikki, men eg eri harafturímóti sannførdur í tí, at frælsi ger okkum til menniskju«
hoyrist, at B-skattgjaldarar als ikki skulu gjalda bruttoskatt, tí tað letur seg ikki gera. Jamen vistu okkara serkønu ikki tað? Ella var tað alla tíðina ætlanin hjá ávísum politikkara ella flokki at sleppa [...] áttu at vitað, at hettar endaði so, men vit vildu ikki læra. Eg kundi hildið áfram, tí dømini eru mong, men lat fara. Hvat skulu borgararnir kalla hettar, logiskan politikk, neyvan, heldur má tað vera [...] øsingini um fasta sambandið um Vestmannasund. Í staðin fyri at taka støðu til málið um fasta sambandið, so var tað sópað inn undir gólvteppið við »at seta kr. 20 mill. í grunn«. Altso beint mótsatt av tí, sum
Eyðbjørn, at tað er júst tvørtur ímóti. ? Tað er stórur munur í einum maskinrúmi, sum hevur AirSep og einum, sum ikki hevur. Eg hevði so ikki viljað verið hesa útgerð fyri uttan. AirSep-útgerðin er ikki serliga [...] 45.000 krónur. ? So tað er skjótt at spara henda pening innaftur, sigur Eyðbjørn Clementsen, sum býður sær til at upplýsa menn, sum kundu hugsað sær at fingið meira at vita um hesa at kalla kollveltandi [...] umboðar hesa útgerð, er, at skipið, sum hann var við, fekk eina tílíka skipan ísetta, og sjálvur viðgongur Eyðbjørn, at hann er sera bilsin av góða úrslitinum. ? Ein annar trupulleiki er, at oljudampur ofta
mátt tí svav eg so trygt hvørja einastu nátt. Rætti mína hond fram at tær merki tú er mær enn so nær koma vit einaferð heim til tín bróður og eg og móðir mín siti og hugsi um teg og meg fekk eg sagt, hvussu [...] býr myndin av tær hon er mær so dýr á bróstinum hongur tann myndin av tær sum eg minnist og goymi at hjartað nær. Við »Sjóstjørnuni« tit úteftir vánni hildu skipið til Íslands at sigla tit vildu ei vit [...] tólv ára gomul - eg minnist tað so væl. Teskaði mær í oyra - komi skjótt aftur til tín stóra og máttmikla havið teg tók til sín kíndi mítt hár og á hvønn kjálka eg fekk ein koss síggi teir fara vestur um
árini. Eg haldi, at vit sakna tað kjakið í Tinginum. Og tað kjakið skuldi verið tikið upp, áðrenn støða verður tikin til at leingja flogvølli í Vágum. Fer býráðið at royna at fáa tingið at taka málið [...] So kann tað væl vera, at býráðið kemur til til ta niðurstøðu, at vit eiga at royna at fáa málið reist í tinginum. Flogvøllurin skal vera 1.800 metrar Leivur Hansen heldur ikki, at flogvøllurin í Vágum fer [...] ikki fyri, at hann heldur at vit eiga at gera nýggjan flogvøll í Føroyum. Og tað skal gerast, áðrenn støða verður tikin til málið um at byggja flogvøllin í Vágum út. Ein ítøkilig ætlan er um at leingja
beinleiðis er misvísandi, er eitt stórt bakkast fyri trúvirði blaðsins. Tað er at harmast um, at lesarin ikki verður virdur meir. At talan er um eitt persónligt álop á meg kann eg liva við. Tað, ið er verri [...] verri, er, at blaðið ikki kannar haldbarið í slíkum upplýsingum. At slíkt verður skrivað, er til almiklan skaða fyri føroyskan oljupolitikk. Eg fari tí at heita á Sosialinum um at rætta hesi tíðindi á týðiligum [...] landinum frítt. Til tað segði nevndarformaðurin, at umbøn var komin um at seta partapening í eitt oljufelag, men at nevndin einmælt hevði avgjørt ikki at seta partapening í oljufelagið. At eitt so stórt blað
Norðanlondunum. Stóri trupulleikin er kortini ikki vantandi skótar sum soleiðis. Fleiri kenna seg helst aftur í, at tað heldur er vantandi leiðarar, ið er orsøkin til, at skótalið steðga virkseminum. Skótarørslan [...] an fær 200.000 kr. frá tí almenna, men tað er eyðsæð, at hetta langt frá er nóg mikið til at fíggja tey tiltøk, ið rørslan skipar fyri. Sum dømi kann nevnast, at skótaliðið í KFUM fær einar 80.000 kr. [...] undantak er tó, tá tað snýr seg um tað fíggjarliga, og tað eru skótadepulin á Selatræ og skótahúsið á Kambsdali. Hesi kasta nakað av peningi av sær, serliga í sambandi við ferðavinnuna. Men tað er kortini
bara stjørnan er nær, og nú komin er stjørna, sum er stjørnan hjá mær. Tað er kreppa í landi, tað er stríð, ikki sátt, hvør er turvtari nú? Hvør er veitari brátt? Tað sum eg fái skamtað er fátækt og smátt [...] Salku Valku vera, tá ið hon frá at vera ímóti arbeiðarafelagnum er blivin tann ágrýtnasta at fáa arbeiðsfólkið at standa saman, og tað verður brigslað henni, at hon hevur broytt støðu; tá er tað hon svarar [...] Hvussu máta vit mikilleika? Tá ið eg fekk tíðindini um, at Halldór Laxness er deyður, komu tey fram fyri meg sum í dreymi, men so livandi, at tað er, sum eg kundi tikið í hondina á teimum: Salka Valka
upp úr stólunum. ? Nei, tað er tað ikki. Ein veljarakanning er altíð áhugaverd, tí hon vísir hvønn veg rákið er. ? Men hinvegin so vísir tað seg ofta, at tá valið kemur so er broytingin ikki so stór hóast [...] eftir valið? ? Tað er jú meiningin við politiskum arbeiði, tað at hava ávirkan, og tað hevur tú bert í samgongu, so tað er avgjørt okkara mál. Fulla skaðabót Bankamálið varð eisini viðgjørt á fundinum leygardagin [...] Formaður Fólkafloksins heldur ikki tað hevur so stóran týdning at Tjóðveldisflokkurin hevði fingið eitt gott val um val var í dag. ? Eftir tí eg dugi at síggja, so fáa teir tað sum annars endaði í Verkamann