Føroyum og Gibraltar dyst í bólki 1 í Nations League deild C. Dysturin verður spældur á Tórsvølli. Dysturin sæst á KVF, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Farna fríggjakvøld vunnu Føroyar 2-0 á Moldova [...] á føroyskan heimasigur liggja millum 1,08 og 1,10. Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,00 og 8,30. Oddsini upp á gibraltiskan útisigur liggja millum 19,00 og 26,00. So her er talan um eina stóra fav [...] Moldova, og sama kvøld tapti Gibraltar á heimavølli 0-8 fyri Slovakia. Føroyar vunnu 25. februar 1-0 á Gibraltar. Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava eina greiða favorittstøðu til Føroyar
Diamantbrúdleyp Tann 5. desember hava Anna og Marni av Kák diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í missiónshúsinum Libanon í Sørvági leygardagin 7. desember frá kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Krú [...] eyp Tann 5. desember hava Ragnar og Elsa í Holusteini krúndiamantbrúdleyp, dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum eygardagin 7. desember frá 16 – 20- Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp [...] 15. desember hava Jóhanna og Ingvard verið gift í 50 ár. Vit halda dagin í Kvinnufelagshúsinum kl. 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp 3. desember hava Rannvá og Frits Poulsen, Sumba, verið
fittan part av seinna umfari. Tjaldrið var á odda fyrstu 20 minuttirnar. Hesa løtuna gjørdi Stjørnan nógv mistøk bæði í álops- og verjuspælinum, og tá útiliðið samstundis fekk sínar kombinatiónir at ganga [...] hálvleiki kom Stjørnan fyri seg, og tær tóku eftir lítlari løtu leiðsluna í dystinum, og hana góvu tær ongantíð frá sær aftur. Í hálvleikinum vóru fimm mál á muni, og í seinna hálvleiki øktist hesin munurin [...] Skotini hjá Tjaldrinum vóru óneyv og uttan kraftina, sum var at síggja í fyrra hálvleiki. Hinvegin dusaði Stjørnan sær rættiliga, og tær vísti fram úr gott kontraspæl. Og tá tað ikki gekk við skjóta uppspælinum
2. og 3. november verður floytu- og hornmatiné í Miðvágs- og Havnar Kirkju. Í Miðvágs Kirkju verður konsertin 2. november kl. 20.00, og í Havnar Kirkju leygardagin kl. 11.30. Talan er um eina konsert við [...] barni av, úr musikkskúlaumhvørvinum, og hava spælt saman í fleiri ymiskum blásiorkestrum. Súsanna Joensen og Katrin Jørgensen eru ættaðar av Vatnsoyrum og úr Miðvági, og hava tær báðar nomið sær tónleikaútbúgving [...] Christaiansen, Durita Jóansdóttir og Valborg Joensen, og við teimum á klaverfylgispæli er Birgitte Schnakenburg úr Danmark. Skráin er fjølbroytt og samansett av eldri og nýggjari tónleiki. Floytuspælarar
sítt besta og stríðast fyri sigrinum. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Thorvald Danielsen og Jan Hentze. Mjølnir hevur 20 stig, Fleyr hevur 16 stig og ÍF hevur 15 [...] , Mjølnir. Settmunurin var 25-16, 25-23 og 25-17. Aftaná dystin fekk Óli G. Samuelsen, reportari hjá Rás2 orðið á venjararnar, Thorvald Danielsen hjá Mjølnir og Jan Hentze hjá Fleyr. Thorvald Danielsen [...] Danielsen var uttanfyri við skaða í tummlinum, og Mjølnir vóru skerdir uppá aðrar mátar, og tí gjørdist tað sera torført hjá klaksvíkingum ímóti Fleyr í Gundadalshøllini í dag. Jan Hentze heldur, at tað var ein
Teir sigldu rundan um Stakkin í Tjørnuvík, og so vóru teir eisini ein túr og vitjaðu Risan og Kellingina. Eisini vóru teir ein túr í serligu Láturgjógv og við Sjeyndir. Teir eru sera væl nøgdir við túrin [...] túrin. – Veðrið spældi sera væl av. Vit fóru avstað klokkan 17 í gjár og vóru heima aftur um 20-tíðina, sigur Fróði Rógvason Nielsen, sum er ein av teimum, sum var við í gjár. – Vit fingu ein fantastiskan
undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá B36 aftaná 2-3 tapið hjá B36 ímóti Suðringum, har B36 eitt skiftið var á odda 2-0, men misti alt á gólvið og tapti 2-3 við [...] sera óansnir í støðunum, tá Suðringar skoraðu, og tað nívir hann. Komandi leygardag vitjar ÍF á ovara vølli í Gundadali í Havn, og nú eru Jákup á Borg og hansara menn pískaðir at vinna, um teir ætla sær
Obama, forseti, tosaði í gjár við týska kanslaran, Angelu Merkel, og italska forsætisráðharran, Mario Monti, um støðuna í evruøkinum, og um hvussu umráðandi tað er at fáa vent gongdini. -Leiðararnir vóru [...] vóru á einum máli um, at tað er umráðandi at fremja tiltøk til at styrkja evruøkið og vøksturin í Evropa og heiminum sum heild, sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Jay Carney. Hann legði afturat, at teir [...] teir tríggir leiðararnir samdust um at tosa saman fyri tann næsta fundin hjá 20-londunum, sum verður í Meksiko 18. og 19. juni. Teir evropeisku leiðararnir eru undir stórum trýtsti, nú Spania hevur tørv
niðanfyri skúlan, sum skúlin og musikkskúlin í dag nýta, verður flutt niðan um, og at musikkskúlin fær hetta húsið fyri seg sjálvan. Byggi- og Býarskipanarnevndin hevur á fundi 20.okt. samtykt at mæla til [...] Fíggjarnevndin hevur á fundi tann 25.10.2011 samtykt at mæla Býráðnum til at fylgja tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini. Kravið er samstundis at hetta kemur at bøta um hølisviðurskiftini hjá Musikkskúlanum [...] soleiðis: 500.000 krónur í ár við eykajáttan, sum verður fíggjað við eykainntøku í partafelagsskatti og 4,5 milliónir verða settar av á fíggjarætlanina fyri 2012.
1. Marjun og Hanna Elisabet taptu 0-2 fyri Garcia og Naran. Settmunurin var 9-21 og 16-21. Marjun og Hanna Elisabet skulu nú spæla um fimta plássið. Klokkan 15.30 verður dystur móti Conway og Sivri úr Írlandi [...] bólkaspælinum vunnu Marjun og Hanna Elisabet 2-0 á hesum liðnum. Settmunurin var tá 21-14 og 21-11. Undankappingin er skipað undir CEV-SCA, sum eru smærru tjóðirnar í CEV og vinnandi liðið fær rættin til [...] á Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen manna megnaði ikki at røkka hálvfinaluni í undankappingini, sum er í Andorra í hesum døgum. Í dystinum um at vinna seg í hálvfinaluna møttu Marjun og Hanna Elisabet