ÁKI BERTHOLDSEN
- Nú er tað skorið út í papp fyri føroyingum: Taka vit fullveldi, fáa vit ikki longri skiftistíð enn trý fýr ár.
Tað hevur Edmund Joensen, formaður sambandsfloksins, fingið burturúr røðuni, sum danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen helt í danska fólkatinginum hósdagin, nú tingsetan endaði.
Í røðu síni nam danski forsætisráðharrin, ikki óvæntað, eisini við føroysk viðurskifti og, ikki minst, fullveldisætlanina hjá sitandi samgongu.
Og Poul Nyrup endurtók, at vilja vit hava fullveldi, verður skiftistíðin stutt og tað verður ikki talan um, at vit fáa keypt okkum eyka skiftistíð við at útseta ígildiskomuna av einum fullveldissáttmála.
Skorið út í papp
Edmund Joensen, formaður sambandsfloksins, heldur fyri so vítt ikki, at tað var nakað nýtt í tí, sum forsætisráðharrin førdi fram.
-Í røðuni, endurtók, undirstrikaði og staðfesti Poul Nyrup Rasmussen bara tað, sum stjórnin hevur boðað frá undan samráðingum, í samráðingunum og tað, sum orðaskiftið á Christiansborg vísti, at danska fólkatinginum tekur undir við.
- Og tað er, at taka vit fullveldi, fáa vit ikki meiri enn trý, fýra ár at laga okkara búskap til tær nýggju tíðirnar.
- Og tað koma ongar snildar loysnir uppá tal fyri at útvega okkum eina euka skiftistíð.
Edmund Joensen hevur eisini hevt seg við, at Poul Nyrup Rasmussen eisini boðaði frá, at tá skiftistíðin er av, verða føroyingar at rokna sum aðrir norðurlendingar.
Samstundis er tað framvegis onki sum bendir á, at føroyingar fara at fáa sersømdir av nøkrum slag.
Alt hetta sigur honum so mikið sum tað, at eitt fullveldi fer at skerja livifótin so ógvusliga, at vit verða sett nógv, nógv ár.
-Samstundis verður tað týðiigari og týðiligari, at, landsstýrið als ikki fer at klára at liva upp til lyftini um, at í einum fullveldi verður tað føroyska samfelagið betri enn tað hevur verið.
Tvørturímóti verður tað alt sjónskari og sjónskari,
hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri livistøðið.
-Útrokningarnar vísa, at sjálvt við eini skiftistíð upp á 15 ár, fer livistøðið at lækka so nógv, at vit kom at darla nógv ár aftanfyri tey lond, okkum dámar at sammeta okkum við, eitt nú á heilsuviðurskiftum, pensjónsviðurskiftum og útbúgvingum.
Annars vísir Edmund Joensen á gularótina frá Høgna Hoydal til donsku stjórnina, at um vit fáa eina skiftistíð uppá 16 ár, fer dnski staturin at spara 20 milliardir afturímóti um vit skulu hava blokkstuðul óbroytt tey næstu 20 árini.
-Hetta vísir bara, hvussu nógv fullveldið fer at kosta okkum- heilar 20 milliardir t ey næstu 20 árini.
Hann er eisini ósamdur við Høgna Hoydal, sum í Sosialinum leygardagin fýlist á, at føroyska andstøðan letur seg brúka í einum innanhýsis donskum, politiskum talvi.
- Andstøðan í Føroyum letur seg ikki brúka. Vit hava sanniliga givið samgonguni arbeiðsfrið. Vit hava ongantíð verið í parti við samgonguni. me nvit hava ávara ímóti, hvat fór at henda. Og tað er júst tað, sum er hent, Tí er tað ikki andstøðan, sum endurtekur Poul Nyrup.
- Tað er øvugt, sigur Edmund Joensen.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.
Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.
Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.
Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Hans Pauli Strøm,
javnaðarmaður