Tað var nógvur vindur í gjár og sambært donsku veðurstovuni, so heldur vindurin áfram í dag, men minkar seinni út á dagin.
Tað verður upp í skrið í dag, 13-20 m/s av landsynningi, sum seinni snarar sunnan og vindurin minkar niður eitt stívt andøvsgul, 5-10 m/s.
Tað verður samdrigið og regn, men seinni klárnar nakað, tó verða nøkur æl framvegis.
Hitin fer at liggja millum fimm og átta stig.
Í morgin, mikudagin, fer vindurin at liggja millum átta og 13 m/s og ættin verður sunnan og landsynningur. Senni veksur hann vindin upp í 13-18 m/s.
Møguleiki er fyri sólglottum, tó við einstøkum ælum eisini. Hitin fer at liggja millum fimm og átta stig.