Tónleikur
27 ára gamla Veronika er útbúgvin klassikur sangari og orkesturleiðari úr Estlandi. Veronika hevur verið í Føroyum seinastu tvær vikurnar við eini starvsløn fyri fýra vikur at seta seg inn í tónleikaumhvørvið her og at knýta enn fleiri mentanarbond millum Føroyar og Estland.
Yggdrasil fer at spæla løg saman við Veroniku, hetta eru estisk fólkaløg og løg, sum Veronika hevur smiða, meðan hon hevur verið í Føroyum.
Tað eru Tutl og Havnar Jazzfelag Konsertin, ið skipa fyri konsertini í Miðlahúsinum hóskvøldið kl 20.00 og kostar kr. 80 kr. Limir í Havnar Jazzfelag gjalda kr. 50
Yggdrasil hevur sum vanligt Kristian Blak í manningini, hesaferð spæla umframt Kristian, Konni Kass á saksofon, Mikael Blak á bassi og Brandur Jacobsen á trummum.