og goymast, og var hann eisini sera sparin, tá tað kom til seg sjálvan. Hesum flentu vit ungu ofta eftir. Men har var onki óført, tá tað kom til familjuna. Tá var ongin prísur og høgur. Um tað var ein [...] vóru tað gleðiboð, tá tey gjørdu av at flyta til Havnar at vera nærri familjuni. Abbi plagdi at siga, at tað var tað besta, tey høvdu gjørt, at tey fluttu til Havnar. Og hóast vit ofta tosaðu um húsini í [...] próvtøkur vóru. Harumframt arbeiddi abbi á fornminnisavninum sunnudagar og omma plagdi at binda til Heimavirkið. Tíð til okkum høvdu tey tó altíð. Tað fall abba øgiliga tungt at missa ommu. Serliga um jólini plagdi
ung men so seint sum møguligt, passar sera væl til tín og tít lindi. Tú hevur útlivað allar lívsins rollur fult út. Sum barn vart tú við til at vinna til lívsins uppihald, sum kona hevur tú vart um mann [...] stutt og avstandurin ov langur til tíðir. Nú tú ert farin, ert tú komin heim til Harran sum tú trúði fult og fast á, og tú legði alt í hansara hendur. Nú er tú komin heim til tín og tíni. Eftir sita vit, [...] tað ikki heilt gingið upp fyri okkum øllum enn. Tað følist so óveruligt at tú ikki er til staðar. Nú vit koma til Eiðis, følist tað sum um tað manglar okkurt. Tann eina fasta rutan á vitjunartúrinum á
farin. Torvald var sera hegnigur, og sum ungur fór hann til Klaksvíkar í smiðjulæru. Men hugurin til sjógvin hevur verið ov stórur, so hann fór til skips. Hann kom at sigla í mong ár, eisini sum motorpassari [...] at ferðast millum Havn og Gøtu tá enn nú. Ringt varð til nr. 66, og so var ein heintaður í túninum og koyrdur út á Toftir, haðani tað bert tók ein hálvan tíma til Havnar við Tróndi og Dúgvuni, sum vóru munandi [...] bragdligur fram til fyri kortum. Torvald var norðragøtumaður í báðar ættir. Hann var sonur Onnu Jovinu, ættað av Brúnni og Zacharias Karl, ættaður úr Frammistovu. Teir vóru fimm brøður, sum komu til: Andreas
hetjurnar skuldu falla!« 2. Samuelsbók 1,19. Hetta skriftbrotið kom til mín, tá ið mín góði beiggi so brádliga varð tikin frá okkum. Hetta er ringt at skilja, hví Harrin tók hann burtur nú, nú ið hann arbeiddi [...] Jákupsbræv 1,17. Vit fáa hann ikki aftur her, men fara til hansara, 2. Sámuelsbók 12,23. Eg vil enda við einum sangi, sum Richard umsetti til føroyskt úr donskum, tá ið hann bert var ein smádrongur [...] drakk av lívsins keldu, Har eg frið við Harran fann. Jesus, tú mín frelsuklettur, Eg vil syngja til títt prís, Til eg einaferð í Himli Syngja skal á betri vís! Lewis Hartsough (Amer.) 1828 - 1919 (Richard Danielsen
fór til Fuglafjarðar til Onnu og Jákup Haraldsen. Jákup var reiðari við nógvum virksemi, so her var talan um eitt valahús, har tað eisini var nóg mikið at gera. Meslingagrindin Anna kom aftur til Gøtu [...] vita, at systirin var deyð. Tá ið Olea fór til gravar varð tískil ikki ringt við kirkjuklokkuni fyri at Anna ikki skuldi fáa varhugan av, hvør ið mundi fara til gravar. Tað stóð um lív nógva aðra staðni [...] meðan hospitalið í Havn varð bygt. Teir fingu sandin til stoypingina úr Norðragøtu. Hann varð fyltur upp í sekkir, og síðani vórðu sekkirnir førdir til Havnar við "Brynhild", sum var ein motorbátur hjá
Yvirskriftin var: »Til verðsins besta abba!« Í dag finni eg eingi orð, sum lýsa teg betur enn tað sama: Verðsins besti abbi! Sjólívið fylti nógv hjá tær. Tú sigldi í 52 ár og var tiltikin raskur sjómaður [...] tú av størstu og sterkastu monnum. Nú tú bleiv 90 ár tann 1. apríl, var tú enn sera væl fyri. Hóast ring knø, so sást tað als ikki á tær, at tú var blivin so gamal. Tú var sera herðabreiður, og sjúkrahússongin [...] hurðina og vinkaði, inntil bilurin var farin úr eygsjón. Um vit gloymdu at ringja, tá ið vit vóru komin til Havnar, so ringdi tú fyri at tryggja tær, at vit vóru komin heim í øllum góðum. Tú prógvaði sanniliga
hond, millum annað tá okkurt skuldi seymast, ella um tú stóðst og manglaði okkurt. Hetta kom eisini til sjóndar í summar, tá vit báðar skuldu pynta javnaldrarnar báðar í føroysk klæðir, tá teir gjørdust [...] køksborðinum. Í heyst var tað eingin, sum opnaði vindeyga og spurdi, um eg skuldi hava fruktkassar til eplini. Tað var ikki tí at kioskin var seld, nei røddin var tagnað. Men tómrúmið hjá tykkum Eyðfinni [...] Eyðfinni, Anniku, Tanju, Duritu, Roberti og øllum tykkum, ið stóðu henni nær, er so stórt at tað er ringt at skilja. Her eru orð so fátøk ein troyst, men vita skulu tit, at okkara tankar eru hjá tykkum, og bønin
ár. Hon byrjaði yrkisleiðina í Argja skúla í 1980 og helt so fram í Skúlanum á Argjahamri frá 2011 til 2023, tá hon fór frá við eftirløn. Henni untist bert eitt ár sum eftirløntur lærari, tí hervilig sjúka [...] orðunum kundi gera so stóran mun í lesingini og skrivingini. Arbeiðssom var Liljan. Mangan fór hon til verka snimma á morgni fyri at arbeiða við sínum hjartamáli: at hjálpa teimum, sum høvdu lesi- og s [...] lættari hjá lærarum at eyðmerkja avbjóðingar hjá ávísum næmingum. Tær hava umsett og tillagað tilfarið til føroyskt burtur úr tí danska Testbatteriet. Kanningarsavnið varð handað landsstýrinum í apríl 2022
bóghvítuhvali eru komnar til savnið á hendan hátt, og kom Günther Behrmann sjálvur til Føroya, tá savnið lat hvalaframsýningina upp í Gl. Bókasavnshúsunum á sinni. Eyðfinnur var útbúgvin til konservator áðrenn [...] av einum nebbafiski til vega. Ein tann seinasti, ið varð veiddur í Føroyum í 1984, var brúktur til endamálið. Her var smíðað eitt kar á hvalastøðini við Áir, ið passaði í longd til undirkjaftin. Eyðfinnur [...] konservatorarbeiði til framsýningarnar, umframt at hann við lív og sál tók lut í merkingini við fylgissveinasendarum av hvali og kópi, og tá sýnir skuldu takast av hvalum. Saknurin er stórur og ringt verður at
hóskar væl til Klæmint, sum náddi sama aldur. Her er annað ørindi: Bjart var títt skygni og skarpt títt vit, sterkur tú tóktist í sessi, snøggliga komu so boðini: flyt, klokkurnar ringja til messu. Til familju [...] kennast, og virðing-in vaks, og sum frá leið eisini álitið. Tá ið tú spurdi hann til ráðs, so visti tú, at hann tók ikki støðu til ein spurning eftir, hvat var lætt og bekvemt. Eingin kundi skuldseta hann fyri [...] - tit, sum eru rakt av einum brotasjógvi - er ringt at finna nakað at siga, sum hevur meining. Men sálmaskaldið Albert B. Simpson hevur skrivað hesi orð til tey, sum eru í somu støðu sum tit: Hann, sum