einans 110 tons eftir at fiska týsdagin. Í gjár vóru nøkur skip longu farin at sigla heim. Men, hvat merkir tað, at stívliga 1.900 tons av frystum toski koma heim í senn, og hvussu verður hesin fiskur seldur [...] Føroya, væntar tískil ikki, at frysti fiskurin av Flemish Kap í stóran mun verður boðin út hjá Fiskamarknaði Føroya, men hann leggur aftrat, at feløgini sjálvandi eru vælkomin at bjóða fiskin út á uppboðssøluni [...] ði Føroya um. - Tað vanliga í slíkum føri er, at feløgini, sum eiga skipini, sjálvi bjóða fiskin út til hugsandi keyparar. Galdandi lóg sigur einki um, at hesin fiskur skal bjóðast út á uppboðssøluni hjá
heimin. – Hvussu er tað til, at vit føroyingar eru eftirbátur her? Hvat er orsøkin til, at vit ikki eru uppi í heari stóru alheimsfylking? – Er tað tí, at her valdar kuldin og svøvnurin? – Er tað tí, at arb [...] kravið um fullan og heilan lívsrætt og um ikki at helma á, fyrr enn eingin tjóðraður og forjónaður og armur stattur er manna millum meira? Vit kvíða fyri, at so man vera. Og tí rópa vit í dag til ta stríðandi [...] mai saman við alheims arbeiðarafjøldini! Leggið hvør í sínum lagi allar árar um borð og alla orkuna á at vekja fólkið í bygd og bý til eitt meðvitandi fólk um máttin, tað eigur, tá ið fjøldin, hin strevandi
samskipari av G! Festivalinum. Mánakvøldið, tá vit tosaðu við hana, var tó torført hjá henni at siga ítøkiliga, hvussu fór at verða við tjaldingarplássi til øll tey, sum hava biðið um pláss – og tey, sum standa [...] tjaldingarplássinum, ætla at hava tjald við sær ella ikki, sigur hon. Betri skipan Kristfríð vísir á, at tjaldingarøkini eru betri uppmáld í ár enn onnur ár, og neyvt er ásett, hvussu økini verða skipað, eitt [...] trygdini og skipanini. Hon sigur, at tað verður ÍF í Fuglafirði, sum kemur at taka sær av vaktarhaldinum á økinum, og talan verður um eini 70 fólk, sum eftir einari skipan koma at taka sær av hesum. - Ein sk
um báðar teir stóru varðarnar, ið standa á Skarðinum, har er helst ikki meira at siga, enn at fólk hava verið óføra røsk at leggja síni klípi í. Komin niðan á Háls, og undir tær liggur hin væni Góðadalur [...] væl. Hvør man hava lagt koppin? Tó ikki er heilt ókeypis at vitja dalin, tað skal orka til, knøini fáa av at vita undan brekkuni, og tungt er at koma niðan á aftur. Men heilt givið er, lønina fært tú afturfyri [...] ungum. Tú vart noyddur at sessast og njóta løtuna, matarskjáttan er altíð góð at hava við, ein breyðbiti og drekkamunnur, meðan onkur tekur eina mynd av luttakarunum, hugaligt er at varðveita minnir um eina
bara ilt at siga um okkara fótbóltsleikarar. Fyrst siga teir, at tað sást gjølla, at føroyingar vóru ikki vanir at spæla á grasvølli, og at hetta var teim til stórt tarn. Síðani halda teir, at størsta brek [...] teirri lagnu, at bólturin 10 ferðir fór í netið, og høgri framherjin, sum bæði er skjótur og kringur«. Síðani verður sagt nakað frá, hvussu sjálvur leikurin fór fram. Har verður tikið til, at ikki vóru meira [...] á sumri í 1962. Stór misnøgd var við, hvussu liðið varð mannað. Síðani varð liðið broytt, og tá var aftur misnøgd. Sosialurin helt tað t. d. vera undrunarvert, at TB ongan leikara hevði á landsliðnum.
fór at verða B36 ella KÍ, ið gjørdist føroyameistari. ? Jú, eg hevði ætlað mær at varpað út dystin, segði Niels Juel heldur firtin. ? Men nú tykist tað at ganga tann vegin, at ítróttur, ið hvussu so er [...] er her í Havn, er við at gerast ein peningaspurningur, og so greiddi hann blaðnum frá, at hann fyrr í vikuni hevði fingið at vita frá B36, at um hann skuldi varpa út dystin, so skuldi B36 hava viðurlag [...] Juel Arge segði eisini blaðnum, at Havnar Róðrarfelag eisini hevði vent sær til hansara um at fáa pengar fyri, at útvarpið varpaði út kappróðurin á ólavsøku. ? Teir siga, at teir missa part av inntøkuni,
Norðoyggjum. Tað er úr Sandoyni at minst rusk kemur. Haðani fær IRF uml. 375 kubikmetrar av ruski pr. íbúgva. Hetta, at Sandoyggin er lægst, samsvarar væl við tosið um, at lítil aktivitetur er í Sandoynni [...] var jú ikki fyrr enn seint í 1997, at gongd kom á flakarvirkini í oynni, so tað er væl hugsandi, at næsti ruskroknskapur sær frægari út fyri teir. Onnur talva vísir hvussu virksemi á brennistøðini er mánað [...] serliga virkini, sum eru røsk at geva brennistøðini meira arbeiðið. Hyggja vit eftir einari aðrari talvu í ársfrágreiðingini, sum vísir nøgdina av ruski pr. íbúgva, so síggja vit, at størsti parturin av ruskinum
tykist bara, at hann líkasum hoyrir til, har pílurin vendir niðureftir. Og vit vita jú øll, at hetta er bara skemt. .... John Petersen. Øll gera mistøk, tað er bara ikki øll, sum fáa høvi at verða høvuðsleikari [...] mannarættindunum. Tað skal við í nýggju føroysku grundlógina. At steðga við útberingini leygardag, er at líkna við um prestur noktaði at prædika sunnudag. .... DAN KLEIN.Út? Ja, hann hevur so ikki verið [...] sjálvan, Poul, hvussu heldur tú sjálvur tað gongur? .... TINGMANNALØNIRNAR. Tað er ótrúligt, at tingmenninir ikki kunnu fáa avgreitt málið um lønirnar hjá sær sjálvum. Teir torað ikki at skera ígjøgnum
formaður í Talvsamband Føroya sigur, at orsøkin til at kappingin fer fram í Norðoyggjum er, at hann byrjaði upp á fyrireikingarnar har, og so var tað so líka til, at kappingin bleiv løgd í Norðuroyggjum [...] hepni, um ein hyggur at tí frá einum óobjektivum sjónarhorni. Tað vil siga, at um ein ikki heldur tað vera heppið, at hin ger eitt mistak. So hevur spælið sum so onki við hepni at gera. Tað er eitt spæl [...] týdningin fyri føroyska telving, at hesin møguleikin til at telva móti sterkum útlendskum telvarum er til staðar. Hann legði eisini dent á, at uttan stuðulin frá vinnulívinum og øðrum fyritøkum í Føroyum, so
okkara virki. Vit fáa av og á at vita, hvussu gongdin er, og leiðslan hevur sagt okkum, at seinasta ár gav einar 2 miljónir krónur í avlopi, samstundis sum leiðslan væntar, at árið í ár verður enn betri. Á [...] 25 ár út í eitt, sigur, at fiskaarbeiði á virkinum er rættiliga støðugt, og nú í seinastuni hava tey vanliga arbeitt í 10 tímar um dagin, frá 8-18. - Vit hava eisini skilt, at tað gongur væl hjá okkara [...] og á verður flakt, og eg haldi, at hetta er, tá ávís viðskiftafólk mangla hesa vøru, sigur hon. 4.500 tons Virkisleiðarin á Fiskavirkinum í Gøtu, Janus Rasmussen, sigur, at ráfiskanøgdin, sum virkið keypir