Sosialurin skrivar nógv um fótbóltslandsliðið, áðrenn tað fór til Íslands á sumri í 1962. Stór misnøgd var við, hvussu liðið varð mannað. Síðani varð liðið broytt, og tá var aftur misnøgd. Sosialurin helt tað t. d. vera undrunarvert, at TB ongan leikara hevði á landsliðnum.
Vit geva Sosialinum 8. august í 1962 orðið:
? Eingin her á steinunum hevði væntað sær nakað stórt av tí landsliði, ið fór til Íslands at leika móti íslendska B-landsliðnum.
Hóast onkur spáddi úrslitið at verða 17-0, so mundi tað vera eitt fátal, ið hevði væntað so vánaligt úrslit, sum eitt tap til føroyska landsliðið upp á 10-0.
Íslendingar sjálvir funnust at, eisini undan dystinum, at teir hvødu stillað eitt so sterkt lið móti føroyingum. Hetta B-liðið hevði jú smurt A-liðið av nakrar dagar áðrenn føroyingar komu til Íslands; men nakað tað sama hendi jú okkara landsliði, áðrenn hildið var avstað til Íslands.
Og kortini hava íslendsku bløðini ikki bara ilt at siga um okkara fótbóltsleikarar. Fyrst siga teir, at tað sást gjølla, at føroyingar vóru ikki vanir at spæla á grasvølli, og at hetta var teim til stórt tarn. Síðani halda teir, at størsta brek føroyinga var, at lítið samanspæl var millum verjuna og herjarnar. Og so taka teir til einstakar av okkara spælarum.
Teir taka so til:
»Føroyingar hava sanniliga nógv eftir at læra av loyndardómum fótbólts-leiksins, eins og vit sjálvir. Teimum restar nógv í samanspæli og heildar-skipan. Longspørk eru mong; men samvinna og samanspæl sum eru høvuðstreytin fyri øllum góðum úrsliti av leikinum, eru í minsta lagi. Bestu leikarar teirra vóru málverjin, hóast hann var fyri teirri lagnu, at bólturin 10 ferðir fór í netið, og høgri framherjin, sum bæði er skjótur og kringur«.
Síðani verður sagt nakað frá, hvussu sjálvur leikurin fór fram. Har verður tikið til, at ikki vóru meira enn 4 fríspørk í øllum leikinum, hitt fyrsta, tá 70 min vóru farnir. Íslendingarnir áttu 3 av teimum. Íslend-ingarnir fingu 11 horna-spørk og føroyingar 6. Íslendingar høvdu eini 30 skot upp á mál, føroyingar einans 4-5, herav bert eitt reiðiliga hættisligt, sum tað tó eydnaðist málverjanum at bjarga.
Áskoðararnir vóru ikki nógvir ? 3-4 túsund.
Síðani hevur landsliði spælt á Ísafirði, har javnleikur varð: 1-1. Ísfirðingar eru í meistaradeild Íslands, men heldur aftarlaga.
Dreingjalið HB?s er eisini í Íslandi, og leiktu teir móti dreingjaliði Víkings. Teir stóðu seg væl, leiktu javnleik: 1-1.
Teir, ið mannaðu føroyska A-landsliðið í fótbólti á Íslandsferðini vóru hesir:
Petur Sigurd Rasmussen HB
Tórur Holm B36
Jákup L. Joensen HB
Brynjer Gregoriussen HB
Jógvan Johansen HB
Magnus Kjelnæs KÍ
St. Jacobsen KÍ
Eivind Dam HB
J. Jacobsen KÍ
Kai Kallsberg B36
Tórstein Magnussen B36
Tiltaksmenn á landsliðnum vóru: Herálvur Andreasen, Heðin Samuelsen, Dánjal Krosstein, Henry Poulsen, Marius J. Jensen, Bjarni Holm, Eddy Petersen og Ólavur Olsen.