Tað var til dystin millum B36 og TB í Gundadali sunnudagin 15. juli 1962, at blaðið hitti útvarpsstjóran, sum gekk »so herðabreiður millum áskoðararnar og ikki stóð við mikrofonini og varpaði út um allar Føroyar«, sum blaðið tekur til. Blaðið spyr hann, sum vera man, hví hann ikki útvarpar, tí hetta var ein avgerandi dystur um, hvørt tað fór at verða B36 ella KÍ, ið gjørdist føroyameistari.
? Jú, eg hevði ætlað mær at varpað út dystin, segði Niels Juel heldur firtin.
? Men nú tykist tað at ganga tann vegin, at ítróttur, ið hvussu so er her í Havn, er við at gerast ein peningaspurningur, og so greiddi hann blaðnum frá, at hann fyrr í vikuni hevði fingið at vita frá B36, at um hann skuldi varpa út dystin, so skuldi B36 hava viðurlag fyri tað.
Hetta helt útvarpsstjórin ikki vera beint, men hann vísti á, at tað var ikki hann, sum gjørdi tað av. Hann hevði tí biðið um at fáa hetta skrivliga frá B36, so hann kundi greiða avgerðina víðari til landsstýrið, sum síðani mátti gera av, um útvarpið skuldi gjalda ítróttarfeløgum pengar fyri at senda dystir.
B36 gekk tá frá kravinum fyri hendan dystin, men tá var ov seint, segði Niels Juel Arge, og tí stóð hann millum áskoðararnar til dystin ? til stóra undran fyri tey flestu.
Niels Juel Arge segði eisini blaðnum, at Havnar Róðrarfelag eisini hevði vent sær til hansara um at fáa pengar fyri, at útvarpið varpaði út kappróðurin á ólavsøku.
? Teir siga, at teir missa part av inntøkuni, tá vit varpa kappróðurin út. Eg havi biðið teir prógvað tað við tølum, men tað hava teir ikki gjørt. Eftir tí, sum eg áður havi frætt frá hesum, hevur inntøkan verið vaksandi ár um ár, segði Niels Juel Arge.
Sosialurin spyr hann so, um ætlanin ikki er at senda frá kappróðrinum á ólavsøku ? tvær vikur seinni.
? Tað kann eg ikki svara uppá í løtuni. Tað má útvarpsstjórnin og landsstýrið taka støðu til, segði Niels Juel Arge, sum kortini ikki helt tað vera óhugsandi, tí um útvarpið fór at gjalda pengar fyri at senda frá kappróðrinum í Havn, so máttu teir eisini gera tað úti á bygd, har feløgini fáa nógv minni burtur úr fíggjarliga enn feløgini í Havn fáa. Hann vísti eisini á, at t. d. í Klaksvík hevði inntøkan frá kappróðrinum okkurt árið ligið um 400 krónur, men ólavsøkukappróðurin sum einki gevur einar 10.000 krónur í kassan hjá Havnar Róðrarfelag.
Bæði útvarpsstjóri og blað harmaðust, um tað skuldi gingið so galið, at eingin kappróður varð sendur, tí útvarpingin hevði so stóran týdning fyri kappingina ? ikki bara fyri fólkið kring landið, men eisini fyri áskoðararnar, sum við útvarpslurtum og hátalarum betur kundu fylgja kappróðrinum, tí ofta var ringt at síggja ? ikki minst í Havn.
Gjaldið, sum kappróðrarfelagið vildi hava frá útvarpinum, var 1.500 krónur. Tað helt Niels Juel vera ov mikið.
? Tað kennist beikst at fáa slíkt krav frá okkara egnu. Høvdu vit ikki verið lívgaðir frá øllum síðum (við tilfarið til útvarpið, red.) og havt fingið loyvi at nýtt hópin av útvarpstilfari uttanífrá fyri púra einki ? ella ið hvussu so er bara fyri eitt lítið pro forma gjald ? so hevði tað verið heilt ógjørligt at kunna hildið fram við útvarpinum ? og so møta slíkari »vælvild« her, segði Niels Juel harmur.