av lívi og orku. At hugsa sær, at vit sleppa at uppliva musikk á so høgum støði og við slíkari dygd her í Føroyum. Tað er av sonnum eitt privilegium, sum eg eri djúpt takksom fyri. At sessirnir stóðu í [...] tónleikarum og ikki minst Bernhardi Wilkinson fyri hesa stóru løtuna. Og so fari eg at heita á avvarðandi myndugleikar um at fjálga um og stuðla hesum okkara dýrgripi, Føroya Symfoniorkestri.
Føroyum í dag, fingu ein lítlan skelk, tá ið flogskiparin boðaði frá tekniskum trupulleikum og at neyðugt var at venda við. Tað skriva fleiri norðurlendskir miðlar í kvøld. Flogfarið, sum var ein Airbussur [...] Newark og tá ið flogfarið var uppi yvir Føroyum, varnaðist flogskiparin, at tann eini motorurin gekk alt ov heitur. Tí gjørdi hann av at venda aftur til Noregs, har flogfarið setti seg í Bergen í øllum góðum [...] næmingar á einum skúla í Frederiksberg, sum skuldu til USA á námsferð. Ferðafólkini hava fingið at vita, at tey sleppa ongan veg í kvøld, men í morgin flúgva tey til Oslo, haðani tey sleppa við einum øðrum
amerikanararnir at bjarga skipinum, men tá tað ikki bar til, bleiv avgjørt at søkkja tað, og í morgun sakk Ryou-Un Maru. Amerikanska sjóverjan sigur, at eingin vandi er fyri dálking. Tað er møguligt, at nakað av [...] Trolarin Ryou-Un Maru rak fram við strondini í Alaska, og fyri at skipið ikki suldi reka á land gjørdu amerikonsku myndugleikarnir av at søkkja tað. Harafturat var skipið ein vandi fyri skipaferðsluna
Mikkel Hansen ikki, at hann hevur uppiborið at vinna. Eftir hansara tykki er Nikola Karabatic greitt tann besti hondbóltsspælarin. Mikkel Hansen hevur kanska ein lítlan fyrimun av, at Karabatic varð kosin [...] 2008 og Jicha í fjør. Danskir hondbóltsviðmerkjarar siga, at út frá avrikinum í EM-kappingini í Serbia hevur eingin av teimum tilnevndu uppiborið at vinna heiðurin sum heimsins besti spælari. Men tilnevningin [...] Hansen er í uppskoti sum heimsins besti hondbóltsspælari. Altjóða honfbóltssambandið hevur kunngjørt, at Mikkel Hansen er ein av fimm spælarum, sum eru í uppskoti sum heimsins besti. Hinir fýra eru Luc Abalo
leiðsluna, men so fóru póllendingar at mansverja Kiril Lazarov, og tað gjørdi, at munurin minkaði. Tá fimm minuttir vóru eftir at spæla, var munurin tódnaður til tvey mál, 25-23. Men nærri komu póllendingar [...] makedonar við at vinna millumfarsdystin ímóti Póllandi. Úrslitið var 27-15. Makedonar byrjaðu dystin best, og í hálvleikinum vóru teir á odda við seks málum, 18-12. Teir megnaðu eisini at varðveita leiðsluna [...] póllendingar ikki, og so endaði dysturin 27-25. Fyri danir var tað avgerandi, at póllendingar ikki vunnu á makedonum, so úrslitið var dønum til vildar. So er spurningurin, um danir sjálvir kunnu loysa sín part
yvirlækni á St. Olavs Hospital, sigur við NRK, at innflyting og øktur livialdur eru við til at halda fólkatalinum uppi, men hann heldur ikki, at samfelagið eigur at hella seg afturat tí. Tað besta var, um tær [...] fyrsta barnið. Útrokningar vísa, at skal Noreg varðveita verandi fólkavøkstur, skulu tær norsku kvinnurnar fáa 2,1 børn í meðal. Í 2009 var meðaltalið 1,98, og fleiri væntaðu, at tað fór upp um 2,0. Men so varð
púra greitt, at hann vil hava amerikanararnar at velja Obama aftur í heyst. -Hin møguleikin verður eftir mínum tykki ein vanlukka fyri USA og fyri heimin, segði Clinton. Hann legði afturat, at Obama hevur [...] hevur fingið tað besta burtur úr einari sera truplari støðu, og at hann hevur uppoiborið at verða afturvaldur. [...] Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton ávarar um, at tað verður ein vanlukka fyri USA og allan heimin, um republikanarin Mitt Romney vinnur forsetavalið í heyst. Clinton, sum framvegis er væl umtóktur
Christensen fer at seta liðið, nú Høgni Madsen rættuliga tykist vera komin í venjing. Hjá EB/Streymi kemur tað væl við, at Arnbjørn Hansen er tøkur aftur. Tað munaði væl ímóti HB, at hann lítla løtu eftir [...] settur á vøllin. Tað kemur illa við, at miðvallararnir Pætur Dam Jakobsen og Pauli G. Hansen framvegis eru skaddir. Støðutalvan sigur, at góður møguleiki er fyri, at møguligur vinnari í Fuglafirði kann
eftir hendingina, at tað allarhelst hevði verið snilt at avmarkað atgongdina til pallin, soleiðis at einans 10 fólk vóru á pallinum, og ikki 200. Onnur skemtingarsom fólk á Twitter gittu, at tað kanska var [...] Rapparir í New York hava nú lært, at tað kanska ikki er so snilt at bjóða 200 fólkum við á pallin. Herfyri small ein pallur saman, meðan 200 fólk fagnaðu kendan amerikanska rappara. Ein føðingardagskonsert
fleiri ferðir borið tíðindi um ófrið, og at stjórnarherurin framvegis brúkar tung vápn. Ein annar partur av friðaravtaluni var, at hjálparfelagsskapir skuldu sleppa at veita neyðstøddum hjálp, men heldur ikki [...] Samstundis mælir hann ráðnum til at senda 300 eygleiðarar til Sýrialands. Sambært semjuni, sum fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan fekk í lag, bant sýriska stjórnin seg til at taka sínar herdeildir og øll [...] Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, skal í dag á fund við fleiri uttanríkisráðharrar í París at tosa um støðuna í Sýrialandi.