Eina hjartans tøkk til Føroya Symfoniorkestur og -kór

Bergljót Hátún Madsen
----

Manga góðu løtuna havi eg havt saman við Føroya Symfoniorkestri, men konsertin leygarkvøldið 21. apríl í Norðurlandahúsinum, haldi eg, bar av øllum. Stórt kór, solistar og barnakór saman við orkestrinum framførdu »Framsýningarmyndir« eftir Mussorgsky og so høvuðsverkið hjá Carl Orff, »Carmina Burana«. Tað var ein fossur av lívi og orku.
At hugsa sær, at vit sleppa at uppliva musikk á so høgum støði og við slíkari dygd her í Føroyum. Tað er av sonnum eitt privilegium, sum eg eri djúpt takksom fyri. At sessirnir stóðu í skráa gjørdi upplivingina enn ríkari!
Eg vil takka sangarum og tónleikarum og ikki minst Bernhardi Wilkinson fyri hesa stóru løtuna. Og so fari eg at heita á avvarðandi myndugleikar um at fjálga um og stuðla hesum okkara dýrgripi, Føroya Symfoniorkestri.