Amerikanska sjóverjan hevur søkt eitt japanskt skip, sum hevur rikið fyri vág og vind síðani ta stóru flóðalduna í mars í fjør. Trolarin Ryou-Un Maru rak fram við strondini í Alaska, og fyri at skipið ikki suldi reka á land gjørdu amerikonsku myndugleikarnir av at søkkja tað. Harafturat var skipið ein vandi fyri skipaferðsluna á leiðini.
Japanska felagið, sum átti tann 150 føtur langa trolaran, vildi ikki hava skipið aftur. Í gjár royndu amerikanararnir at bjarga skipinum, men tá tað ikki bar til, bleiv avgjørt at søkkja tað, og í morgun sakk Ryou-Un Maru.
Amerikanska sjóverjan sigur, at eingin vandi er fyri dálking. Tað er møguligt, at nakað av dieselolju er umborð á trolaranum, men hon hvørvur skjótt og er ikki til ampa fyri umhvørvið, sigur sjóverjan.