Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton ávarar um, at tað verður ein vanlukka fyri USA og allan heimin, um republikanarin Mitt Romney vinnur forsetavalið í heyst. Clinton, sum framvegis er væl umtóktur í USA, var í gjár við í einum tiltaki í New York, har fólk savnaðu pengar til valstríðið hjá Barack Obama, forseta.
Í síðstu viku rósti Clinton Mitt Romney sum vinnulívsmanni, og tey góðu orðini hevur Romney eisini brúkt í sínum valstríði síðani. Men í gjár gjørdi Clinton púra greitt, at hann vil hava amerikanararnar at velja Obama aftur í heyst.
-Hin møguleikin verður eftir mínum tykki ein vanlukka fyri USA og fyri heimin, segði Clinton. Hann legði afturat, at Obama hevur fingið tað besta burtur úr einari sera truplari støðu, og at hann hevur uppoiborið at verða afturvaldur.