Pallurin rapaði

Rapparir í New York hava nú lært, at tað kanska ikki er so snilt at bjóða 200 fólkum við á pallin. Herfyri small ein pallur saman, meðan 200 fólk fagnaðu kendan amerikanska rappara.

 

Ein føðingardagskonsert fyri DJ Prostyle í Hammerstein Ballroom í New York mundi enda galið, tá ið pallurin brádliga small saman undir fleiri rapparum, og fleiri hundrað vinfólkum teirra, sum vóru komin á pallin.

 

Tó kom eingin stórvegis til skaða, og amerikanski DJ Big Mike The Ruler skrivaði á Twitter eftir hendingina, at tað allarhelst hevði verið snilt at avmarkað atgongdina til pallin, soleiðis at einans 10 fólk vóru á pallinum, og ikki 200.

 

Onnur skemtingarsom fólk á Twitter gittu, at tað kanska var vektin av gullhálsketunum hjá rapparunum, sum var orsøkin til óhappið.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.