verður siglt upp á prei. Skiparin og aðrir drukku kaffi. So fer Hans hjá Jákupi av Eiði fram á bógvin. »Góðan dag, hvat hava tit fiskað? Vit hava roynt á Heglubankanum og Nesgrunninum á djúpum vatni.« Vit [...] bleiv nógvur lágættarvindur. Á Norðfjørðinum sá eg Grettishav. Vit fingu tangarnar fullar av vatni og so nógvan kava, sum okkum var tørvur á. Vindurin minkaði. So útaftur á Kolmúlagrunnin. Fingu nakað av [...] komin lágt, 7-dúkin í framskutin á stórabáti og 9-dúkin úr seglkoyggjuni!« So bleiv 9-dúkurin settur. Aftur eitt hart róp: »Strekkið hann væl!« Hann kom for í skivugætið á toppstongini. (Tá ið tosað verður
Aftur birtist lív á landi! Eg sá tjaldursflokk á sandi, og eg mátti flóna við; Soleiðis ljóða tær fyrstu reglurnar í sanginum ’Á grækarismessu’ hjá Mikkjali á Ryggi, og tað má eg siga, at sum árini fara [...] so liggur tað mær á hjarta at koma inn á tað stóra sangríkidømi, sum vit eiga í Føroyum, ið er so inspirerað av natúruni, várinum og flytifuglinum og ikki minst tjaldrinum. Mikkjal á Ryggi sigur í síni [...] eisini á okkara tjóðskaparligu virði, ikki minst móðurmálið, sum vit áttu at fara væl um og røkja! Og so sungu vit ”Vár við lýggjum vindi” – hesa perluna hjá Símun á Skarði, yrkt í 1904, og sum Jógvan Waagstein
uppi á landi, og tey fingu hann inn á kontórið hjá sorinskrivaranum, har hann kom í oktober 1935. Hann var sera samvitskufullur og møtti hvønn dag til arbeiðis, og á vegnum oman hevði hann verið á posthúsinum [...] var so nógv á floti sum tað yvirhøvur bar til. Hann og pápin komu til Kaldbaks við gásini og bóru ungarnar niðan á Brúnavatn í leypi, og tá ið stórkavin var í 1947, kom hann til Kaldbaks á skíðum. Tiverri [...] ondina. Hann kom á landssjúkrahúsið og morgunin eftir var hann so mikið ressaður at hann kundi ringja til elsta bróðursonin og greiða frá tí sum hent var. Mánadagin eftir varð hann sendur á ríkissjúkrahúsið
Bryan Adams á Tórsvølli og Kris Kristofferson í Ítróttarhøllini á Hálsi. “Tann vegin havi eg fingið eina kenslu av, hvat tað merkir at standa fyri slíkum konsertum.” Við heimastudio, egnum løgum á síni iPhone [...] sjálvur hevur skrivað og innspælt. Eitt studio er innrættað í kjallaranum heima við hús uppi á Hamarinum á Argjum, har hann og konan Elsa búgva við teirra døtrum– 12 ára gomlu Barbara og 3 ára gomlu Beintu [...] síðsta ár, aftan á at Petur og Jákup prátaðu um, at stuttligt hevði verið at gjørt okkurt saman. “ Eg ringdi til Jákup og vit fóru oman til Niels Winther (advokat, blðm) og stovnaðu felagið upp á standandi fót
spurd, um hon torir at stilla upp, og um hon torir at fara vestur á Eiði á valfund saman við øllum monnunum.?- Eg eri vorðin greið yvir, at á uppstillingarfundum verður ikki tosað so nógv um politik, og onkrum [...] og fekk at vita, at tað vóru Anfinn Kallsberg, Jógvan við Keldu og ein triði maður á listanum. Eg hugsaði við mær sjálvari, at tað var løgið - bara 3 menn á listanum! Torført at upplýsa Anna tosar um upplýsing [...] ein av tveimum kvinnum á listanum hjá Tjóðveldinum í Suðuroy. Og hon harmast um, at tað ikki var gjørligt at fáa javnari kynsbýti. ?- Upprunaliga var ætlanin at fáa sjey valevni á listan, tríggjar ella
búði. Haraftrat vísir Severin á hesi viðurskiftini í sambandi við tíðina, tá hann var stórur smádrongur, t.e. umleið 1928 til 1930 ? ella 10 til 12 ár áðrenn pápi tín lá á sanatoriinum. Fyri at ongin m [...] "óektað børn" vórðu happað uttan mun til hvar í Føroyum tey búðu tá á døgum. Tað mundi ikki vera nakað serfyribrigdi fyri Oyri. Men Jákup búði á Oyri og ikki í øllum Føroyum. [...] misskiljing skal vera kann eg upplýsa, at konan, Severin umrøður, hvørki búði á Oyri, Oyrarbakka ella Norðskála. Oyrarbygd havi eg onga orsøk og enn minni hug at sverta, soleiðis sum tú vilt vera við. Eg
"Hevði hon eftirlíka á vegnum? Tey tosaðu um vegin. Beinta var komin upp á vegin. Var hon fyrst farin útav? o.s.fr. Hetta er ein vaksin, sum hermir fatanarverðini hjá barninum og heldur á ov leingi. Tí hóast [...] í oyruni, men so gert sjónin so mikið betri. Tey túsund eyguni á eini flugu koma fram fyri hann, og síðani størsta skinfluga nakrantíð á sjúkrahúsinum: "Hon surraði ein dagin í køkinum hjá teimum og rendi [...] "Dalinum fagra" spurdi eg fleiri ferð meg sjálvan, um summi brot vóru psykografi? Einaferð á nátt fer Páll upp trappurnar á sjúkrahúsinum, so stillisliga sum til ber, "men kortini brakaði í. Tað var sum ein ketta
flutt út á 200 fjórðingar 1. januar 1977. Á løgtingsvalinum 1974 kom Pauli Ellefsen á ting. Hann tók sessin frá Trygva Samuelsen. Annar nýggjur tingmaður var Óli Breckmann. Teir settu báðir sín dám á løgtingið [...] til olympisku leikirnar í Munchen. Sent varð beinleiðis frá kappingum og palestinska partisanálopinum á ísraelsk ítróttafólk. 11 lótu lív. Frásøgn er frá stríðnum um “Mortan Mols”, sum landsstýrið vildi keypa [...] gling og uttanlandssigling. Samgongan stóð ikki saman um at keypa skipið, ið heldur ikki slapp inn á ta stongdu Havnina fyri útróðrarmonnum í verkfalli. Farmaskipini “Christian Holm” og “Cathrina” komu
Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). Al-Anonfundur er týskvøld kl. 21 í Torvalds kaffi á kajini í [...] mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Rúslinjan hjá Bláa Krossi [...] aðrar tíðir við at venda sær til Sandoyar Kunningarstovu á tel. 361836 ella info@visitsandoy.fo Kostnaður kr. 30/- Listasavnið/The Art Gallery á Sandi Listasavnið er opið týsdag til sunnudag kl. 14 - 16
hevur eina greiða semju við landsstýrismannin í fíggjarmálum um, at tað, sum landið nú á nýggjárinum flytir yvir á kommununar av útreiðslum, svarar til umleið eitt skattaprosent. Meirilutin í Tórshavnar [...] um at lækka landsskattin samsvarandi tí, sum tað sleppur undan. Hetta sæst á teimum tølum, sum eru sett upp fyri almannaøkið á komandi fíggjarlóg. Har er lítil ella ongin útreiðslulækking at hóma, hóast [...] , at fyri tað, sum landið slapp undan av útreiðslum orsakað av, at barnaverndarøkið verður lagt út á kommunurnar, skuldi landið lækka sín skatt, og kommunurnar skuldu taka hesar somu pengar inn aftur í