Jógvan Arge: Royktám um skattalætta

Nú royna minnilutafólk í Tórshavnar býráð at kasta býráðssamgonguni fyri, at hon hevur tikið ein fyrigyklaðan skattalætta hjá landinum frá fólki. Soleiðis hongur hetta als ikki saman.

Tað hevur verið ein greið støða millum landið og kommunurnar, at fyri tað, sum landið slapp undan av útreiðslum orsakað av, at barnaverndarøkið verður lagt út á kommunurnar, skuldi landið lækka sín skatt, og kommunurnar skuldu taka hesar somu pengar inn aftur í kommunuskatti.

Kommunusamskipan Føroya hevur eina greiða semju við landsstýrismannin í fíggjarmálum um, at tað, sum landið nú á nýggjárinum flytir yvir á kommununar av útreiðslum, svarar til umleið eitt skattaprosent.

Meirilutin í Tórshavnar kommunu virðir hesa meting og avtalu og hevur hækkað skattaprosentið samsvarandi hesum. Tað svarar til tær útreiðslur, sum vit fáa meir í okkara part, og sum landið skuldi spart.

Men landið hevur eftir øllum at døma ikki ætlanir um at lækka landsskattin samsvarandi tí, sum tað sleppur undan. Hetta sæst á teimum tølum, sum eru sett upp fyri almannaøkið á komandi fíggjarlóg.

Har er lítil ella ongin útreiðslulækking at hóma, hóast landið sleppur av við einar 70 mió í útreiðslum, sum kommunurnar taka upp á seg. Tá er ikki ringt at gita, hvar hundurin er grivin, tí skattajavningin millum landið og kommunurnar skuldi vera neutral.

Tað er hon ikki, tá landið ikki minkar sínar útreiðslur samsvarandi teimum útreiðslum, sum landið sleppur at kasta av sær. Sostatt er tað landið, sum heldur uppi einum hægri skattatrýsti.

Takkað verið hentum sprellimonnum sum minnilutanum í Havn, verður roynt at billa fólki inn, at skurkarnir sita á Vaglinum. Men tað gera teir ikki. Teir sita í Tinganesi.

Oddvitarnir í minnilutanum blanda helst eisini landspolitisk atlit upp í kommunupolitikkin, tá teir krevja, at kommunan umvegis skal útvega ein skattalætta, sum landið hevur lovað.

Hetta krav verður ikki eftirlíkað. Kommunurnar mugu og skulu hava krónur afturfyri tað, sum tær taka upp á seg frá landinum. Landið má sjálvt finna útvegir fyri sínum skattalætta og ikki brúka somu pengar til bæði skattajavning millum land og kommunur og skattalætta til fólkið.

Tað er ikki annað enn at blása og hava mjøl í munninum samstundis.

Okkum er púra greitt, at í longdini bera kommunurnar ikki boð í bý, um tær skula halda fram at átaka sær málsøkir hjá landinum við øllum útreiðslum - uttan at fáa veruliga fíggjarliga kompensatión.

Tí handla vit, meðan væl er.

---