Tað verður ongastaðni nevnt í bókini, hvaðan viðkomandi kvinna búði. Haraftrat vísir Severin á hesi viðurskiftini í sambandi við tíðina, tá hann var stórur smádrongur, t.e. umleið 1928 til 1930 ? ella 10 til 12 ár áðrenn pápi tín lá á sanatoriinum. Fyri at ongin misskiljing skal vera kann eg upplýsa, at konan, Severin umrøður, hvørki búði á Oyri, Oyrarbakka ella Norðskála.
Oyrarbygd havi eg onga orsøk og enn minni hug at sverta, soleiðis sum tú vilt vera við. Eg veit heldur ikki rættiliga, hvat tú meinar við, tá tú tosar um at sverta Oyrarbygd. Er tað happingina, tú sipar til, kann eg viðmerkja stutt, at sonevnd "óektað børn" vórðu happað uttan mun til hvar í Føroyum tey búðu tá á døgum. Tað mundi ikki vera nakað serfyribrigdi fyri Oyri. Men Jákup búði á Oyri og ikki í øllum Føroyum.