uppgerð ímillum verandi føroyameistararnar og liðið, sum av mongum verður spátt at vera niðurflytingarevni. Kollfirðingarnir góvu nevnliga vertunum ein skarpan gang, og við eitt lítið sindur meira av hepni, [...] frá fyrsta bríksli, og hóast talan ikki var um tað stóra hondbóltsspælið, so megnaðu teir sera væl at halda strandingar frá fatinum. Jákup Dam var rættuliga í hopla fyrstu løtuna, og skeyt hann ikki færri [...] riggaði snøgt sagt einki, og hóast teir royndu hvør í sínum lagi, so eydnaðist tað ongantíð at fáa spælið at hanga saman. Kollfirðingarnir stríddust hinvegin allir sum ein, og sá hetta eisini leingi út
teirra, sum eru millum 13 og 17 ár. Tað vil siga, til tey, sum ganga í 7-10 flokki og fyrsta árið á miðnámsskúlunum. Dansað verður ímillum klokkan 19.30 tveir tímar fram í royk- og rúsfríum umhvørvi. Eisini [...] tiltakið í mars mánaða, og síðani var Anna Kirstin av Tvøroyri og undirvísti í Losjuni í apríl mánaða. Skipað varð eisini fyri breakdansi við kapping. Tað kostar 40 krónur at vera við, og møguleiki er eisini [...] teignum, ið eitur Dansur í bløðunum. Eisini eru uppsløg á skúlagongd og ymsa aðrastaðni í Havn. Fyrireikararnir vóna at síggja nógv rús- og roykfrí ung nú mánakvøldið í Platform.
í Vága sýslu við 2,3% og Tórshavnarøkinum við 1,7%. Í Eysturoyar sýslu og Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið er vøksturin áleið sum miðaltalið fyri alt landið, ið er 1,3%, og minsti vøksturin er í Norðoya [...] juli í ár og er vaksið við 614 fólkum síðani 1. juli í fjør, skrivar Hagstovan. Tað svarar til ein vøkstur 1,3%. Hetta kemur av eini nettotilflyting á 360, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting [...] fráflyting, og av einum burðaravlopi á 254, ið er munurin millum fødd og deyð. Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis
Andreasen á triðja borði og Helgi Dam Ziska á fyrsta borði vunnu sannførandi sigrar, og John Rødgaard megnaði at vinna fyrimun úr lítla fyrimuninum, sum hann var sær tíðliga og venda honum til sigur. Sjúrður [...] eftir trý umfør. Føroyar hava vunnið 7,5 stig, og Ísland hevur vunnið 8,5 stig. Ísland er styrkismett sum nummar 44, og eftir trý umfør er Ísland nummar 48. Føroyar eru styrkismettar sum nummar 84. Eftir [...] hava fatur í rætta endanum, og so endaði talvið remis. Í morgin verður heilt øðrvísi avbjóðing á skránni. Tá fara Føroyar at takast við Ísland! Grannarnir fyri vestan hava eins og Føroyar fýra dystarstig eftir
Árið eftir vann Toto heili 7 Grammy heiðurslønir, og tað var ein staðfesting av høga listarliga og tøkniliga støðinum hjá bólkinum, sum blandaði ymiskar tónleikastílir og fekk alt at ganga upp í hægri [...] Supply The Love og Georgy Porgy frá sær, og eftir stóra gjøgnumbrotið í 1982 løgdu teir gjøgnum 80’ini og 90’ini nógv hitt afturat rúgvuni – eitt nú sangir sum I’ll Be Over You, Stop Loving You og Pamela. Hóast [...] 1970’unum, og í 1980’unum taldist Toto millum størstu rockbólkar í heiminum. Útgávan Toto IV frá 1982 setti veruliga ferð á yrkisleiðina hjá bólkinum, sum hittaði við sangum sum Rosanna, Africa og I Won’t
ábyrgdarpersónum, venjarum og hjálparvenjarum hjá aldursbólkinum, og møguliga foreldur, ið hava tankar um evnið. Fundirnir verða skipaðir soleiðis: 17. august kl. 17:30 (U7 og U9 gentur og dreingir) 22. august [...] august kl. 17:30 (U11 og U13 gentur) 23. august kl. 17:30 (U11 og U13 dreingir) 5. sept. kl. 17:30 (U15 og U17 dreingir) Allir fundirnir verða í FSF-húsinum í Havn. [...] deildirnar hjá gentum og dreingjum, verður í næstum farið undir kunnandi fundir við feløgini, boðar Fótbóltssambandið frá. Endamálið við fundunum er at fáa innlit í, hvussu ábyrgdarpersónar og onnur í feløgunum
roknskapinum fyri 2010 og likviditetsstøðuni pr. 7 mai 2010, dagfest 7. mai 2010, eru vit samd í hesi niðurstøðu: Niðurstøðan í notatinum er, at likviditeturin ikki er góður, og hartil eru avsetingarnar [...] av lendi við 1,7 mió. Loksins verða inntøkurnar í svimjihøllini hækkaðar við 620 túsund kr. Tað fyriliggur ongin grundgeving í málinum fyri hesi inntøkuhækking. Skattainntøkan í januar og apríl var verri [...] skjóta vit upp, at endurskoðanin av fíggjarætlanini verður gjørd útfrá hesum meginreglum og at býráðið, samgonga og minnilutin í felag gera hesa endurskoðan at samtykkja í býráðnum í juni mánaða. Steinbjørn
TB miseyðnast, og Andrew av Fløtum strýkur avstað, rundar málverjan og ein verjuleikari, og leggur bóltin í tóma TB-málið. Seks minuttir seinni vóru HB´arnir aftur uppá spæl, Rúni Nolsøe og Hans á Lag kombinera [...] Jón Róa og Andrew, og við einum headara eftir fríspark, skoraði hann eisini sítt annað mál í dystinum. Løtu seinni var aftur mál, Jón Rói verður spældur ígjøgnum og skorar trygt til støðuna 7-1. Í teimum [...] brotsparki, og síðani gjørdi Andrew av Fløtum tað honum eftir, tá hann í 76. minutti skeyt sítt næsta brotsspark og triða mál í dystinum. Í yvirtíðini komu tvey mál aftrat, Pætur Dahl streyk ígjøgnum og legði
Sunnudagin 7. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey sum liva við missinum. Eins og undanfarin ár verður minnin [...] tikið upp í kirkjum og samkomum. Síðani fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum kravdi mannalív í 1928 eru tilsamans 274 deyð. Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja ferðsluvanlukkum og at fáa okkum øll at [...] at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja
Fríggjadagin og leygardagin vórðu 568 fólk koppsett fyri covid-19. Hetta tal er nógv lægri, enn tað hevur verið undanfarin vikuskifti, og greitt tekin er um, at ferðin veruliga er farin av koppsetingini [...] Næstsíðsta vikuskiftið – fríggjadag, leygardag og sunnudag – vórðu 3.229 fólk koppsett. Hetta vikuskiftið vóru bert 568 fólk koppsett (tølini fyri í gjár eru ikki komin og mangla í samanteljingini). Sjúkrahúsverkið [...] sær sum mál at koppseta minst 7.000 fólk um vikuna. Í næstsíðstu viku lukkaðist tað. Í síðstu viku vóru bert 2,585 koppsetingar gjørdar (tølini fyri í gjár eru ikki komin og mangla í samteljingini). Nú hava