Í morgin bíða íslendingar

Føroyar vunnu í dag ruddiligan sigur ímóti Jersey, og í morgin eru tað grannarnir fyri vestan, sum eru á skránni

Tað gekk, sum tað varð roknað við, tá ið føroyska talvlandsliðið í dag hitti Jersey. Føroyar vunnu dyggan 3 ½ - ½ sigur.

Jóan Hendrik Andreasen á triðja borði og Helgi Dam Ziska á fyrsta borði vunnu sannførandi sigrar, og John Rødgaard megnaði at vinna fyrimun úr lítla fyrimuninum, sum hann var sær tíðliga og venda honum til sigur.

 

Sjúrður Thorsteinsson á fjórða borði hevði telvað sera væl í tveimum teimum fyrstu umførunum. Í dag eydnaðist tað ikki hjá honum at vinna, hóast hann í endaspælinum tóktist at hava fatur í rætta endanum, og so endaði talvið remis.

 

Í morgin verður heilt øðrvísi avbjóðing á skránni. Tá fara Føroyar at takast við Ísland! Grannarnir fyri vestan hava eins og Føroyar fýra dystarstig eftir trý umfør. Føroyar hava vunnið 7,5 stig, og Ísland hevur vunnið 8,5 stig.

Ísland er styrkismett sum nummar 44, og eftir trý umfør er Ísland nummar 48.

Føroyar eru styrkismettar sum nummar 84. Eftir trý umfør eru Føroyar á 56. plássi.

Miðaltalið hjá føroysku telvarunum er 2276, og hjá íslendsku telvarunum er tað 2507.

Í dag vann Ísland 3 ½ - ½ ímóti Syria.