Rús- og roykfrítt tilboð til ung

Foreldrabólkurin aftanfyri Kom og dansa fyri ung, leggur stóran dent á, at dansurin fer fram í rús- og roykfríum umhvørvi. Dansað verður mánakvøld í Platform

Dansimøguleikarnir hjá ungum í Tórshavn eru vánaligur, men nú er møguleiki fyri at dansa í Platform hvørt mánakvøld.
Tilboðið er til teirra, sum eru millum 13 og 17 ár. Tað vil siga, til tey, sum ganga í 7-10 flokki og fyrsta árið á miðnámsskúlunum.
Dansað verður ímillum klokkan 19.30 tveir tímar fram í royk- og rúsfríum umhvørvi. Eisini hevur umboð fyri felagið Dansifrøi verið við fyri at leggja lag á.
Eisini skipar foreldrabólkurin fyri dansiskeiði, har undirvíst verður í Rock ´n Roll, linju dansi og øðrum, við Miu Cameron. Hip Hop verður dansað við Katrin Dal Christiansen. Tónleikurin er sera fjølbroyttur. Alt frá diskotektónleiki til Rock ´n roll verður spælt.
Byrjað varð uppá hetta tiltakið í mars mánaða, og síðani var Anna Kirstin av Tvøroyri og undirvísti í Losjuni í apríl mánaða. Skipað varð eisini fyri breakdansi við kapping.
Tað kostar 40 krónur at vera við, og møguleiki er eisini at keypa okkurt leskiligt. Lýst verður hvørjaferð dansað verður í bløðunum undir teignum, ið eitur Dansur í bløðunum. Eisini eru uppsløg á skúlagongd og ymsa aðrastaðni í Havn.
Fyrireikararnir vóna at síggja nógv rús- og roykfrí ung nú mánakvøldið í Platform.