StÍF ? KÍF
22-20 (8-11)
Tað sást ikki á avrikinum á Skála leygardagin, at talan var um eina uppgerð ímillum verandi føroyameistararnar og liðið, sum av mongum verður spátt at vera niðurflytingarevni. Kollfirðingarnir góvu nevnliga vertunum ein skarpan gang, og við eitt lítið sindur meira av hepni, høvdu teir fingið bæði stigini við sær til Kollafjarðar.
Vóru alla tíðina frammanfyri
Kollfirðingar settu seg á dystin frá fyrsta bríksli, og hóast talan ikki var um tað stóra hondbóltsspælið, so megnaðu teir sera væl at halda strandingar frá fatinum.
Jákup Dam var rættuliga í hopla fyrstu løtuna, og skeyt hann ikki færri enn 4 av 5 teimum fyrstu málunum hjá kollfirðingunum.
Hjá strandingunum riggaði snøgt sagt einki, og hóast teir royndu hvør í sínum lagi, so eydnaðist tað ongantíð at fáa spælið at hanga saman. Kollfirðingarnir stríddust hinvegin allir sum ein, og sá hetta eisini leingi út til at geva úrslit. Leingi hildu teir fast um leiðsluna, og tá góðir 10 minuttir vóru eftir at leika, vóru teir á odda 20-16.
Málverjin tók alt
Seinasta vikuskifti sat venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, á beinkinum allan dystin, og sum skilst, so ætlar hann sær at spæla sum minst sjálvur hetta kappingarárið.
Sunnudagin byrjaði hann eisini dystin á beinkinum, men sum dysturin leið, og tað gjørdist alsamt sjónligari, at her fór at verða galin endi, gjørdi Jónleif av, at fara á vøllin. Eisini gjørdi hann av, at geva Johan Danielsen ein túr á beinkin, og hesar báðar útskiftingarnar skuldu vísa seg at hava alstóran týdning fyri endaliga úrslitið.
Jónleif gjørdi helmingin av seinastu 8 málunum hjá strandingunum, og eftir at Poul Jákup Thomsen kom í málið at standa, fingu kollfirðingarnir ikki so mikið sum eitt mál. So hvørt, sum strandingarnir komu nærri kollfirðingunum, minkaði sjálvsálitið hjá gestunum, og hóast teir ýttu eitt time out tá 5 minuttir vóru eftir at leika, fingu teir ikki steðga strandingunum, sum nú koyrdu á við fullari ferð. Jónleif setti sjálvur teir báðar senastu seymirnar í kistuna hjá KÍF, sum sostatt at enda mátti sanna, at tað er lítil nytta í at vera á odda so at siga allan dystin, tá alt verður tveitt fyri borð seinastu løtuna.
Strandingar mugu hinvegin taka annað skinn um bak, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at endurvinna FM heitið.
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 7 (2), Marius Joensen 5, Jónleif Sólsker 4 (2), Kristian Petersen 2, Bent Djurhuus 1, Alexander Johansen 1, Sveinjørn Poulsen 1, Leivur Justinusen 1
KÍF: Jákup Dam 7, Petur Martin Poulsen 5, Petur Martin Johansen 3 (2), Egil Steintórsson 3, Jónálvur Johannesen 2
Brotskøst: StÍF 5, KÍF 2
Útvísingar: StÍF 2, KÍF 5
Burturvísingar: KÍF 1
Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen