Fólkatalið var 49.552 tann 1. juli í ár og er vaksið við 614 fólkum síðani 1. juli í fjør, skrivar Hagstovan. Tað svarar til ein vøkstur 1,3%. Hetta kemur av eini nettotilflyting á 360, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 254, ið er munurin millum fødd og deyð.
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina sum hetta síðsta 12-mánaðarskeiðið. Samstundis er tilflytingin tann størsta síðstu 8 árini og er nú á sama støði sum undan fíggjarkreppuni.
Í talið er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 313. Síðani í Eysturoyar sýslu við 144 fólkum. Lutfalsliga er størsti vøksturin í Vága sýslu við 2,3% og Tórshavnarøkinum við 1,7%. Í Eysturoyar sýslu og Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið er vøksturin áleið sum miðaltalið fyri alt landið, ið er 1,3%, og minsti vøksturin er í Norðoya sýslu við 0,8%.










