siður, at leggja sær leiðina út í Havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga. Eisini er [...] er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær í dagligdegnum. Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella [...] "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er. Eisini er felagshúsið nýligani umbygt og eru tí enn betri
Í dag er bátahugni í Hvalvík, og hetta er eitt sera vælumtókt báta-og kampingtiltak, sum nú hevur nøkur ár á baki. Hetta er ikki eitt tiltak við tí drúgvu skránni, sum vit síggja á øðrum festivalum, men [...] sett upp og tá bátarnir, sum í løtuni sigla av Selatrað og norður á Hvalvík, hava lagt til bryggju, verður gott smyrjibreyð at fáa í tjaldinum. Seinni verður felagssangur í tjaldinum . Nú seinnapartin verður [...] nú eru við í siglingini, eru komnir til bygdar, og her eru eisini nógvir kampingvognar. Sundalags Bátafelag bjóðar øllum vælkomnum. Her er eisini høvi hjá fólki, sum ikki beinleiðis luttaka í bátahugnanum
okkum til hesa avgerðina hjá CONCACAF. Men eg vil sláa fast, at hetta er ikki ein sigur fyri fólkaræðið í fótbólti. Hetta ger ikki fótbóltin tilgeingiligan globalt, og hetta prógvar, at minni tjóðir standa [...] Í Grønlandi hava tey verið sera spent uppá um tað fór at eydnast grønlendska fótbóltssambandinum at fáa limaskap í norður- og millumamerikonsku fótbóltssamgonguni, CONCACAF. Men tíverri gjørdist talan [...] boðar frá í einum tíðindaskrivi: - Vit hava fingið eitt stutt bræv frá aðalskrivaranum hjá CONCACAF, Philippe Moggio, har hann staðfestir, at okkara umsókn um at gerast limaland nummar 42 í CONCACAF verður
orðaljóðinum í § 4 í sersáttmálanum, er dagurin, tá arbeiðstakarin fer í land, at rokna sum ferðadagur, og at hetta ikki gevur grundarlag fyri eyka frídegi. Samstundis varð staðfest, at avtalan ikki inniheldur [...] “skiftisdag”, og tí kann slíkur dagur heldur ikki tulkast inn í skipanina. Reiðarafelagið fyri Handilsskip fegnast um úrskurðin, ið staðfestir verandi skipan og praksis í sambandi við ferðadagar hjá manning umborð [...] Hósdagin 3. juli kom úrskurðurin, sum gevur RFH frídøming. Reiðarafelagið fyri Handilsskip varð í farnu viku frídømt í máli, sum Føroya Skipara- & Navigatørfelag, og seinni eisini Maskinmeistarafelagið, hevði
har dystur í Europa Conference League verður hóskvøldið klokkan 19. KÍ ferðalagið fór í morgun við leiguflogfarið úr Keypmannahavn. Tað eru 20 spælarar og 10 hjálparfólk í ferðalagnum. Higartil í ár hevur [...] brast Mark í vøllin. Hann var koyrdur á landssjúkrahúsið og varð útskrivaður sama kvøldið. Løsturin vísti seg tó at vera so mikið dyggur, at Mark ikki enn er førur fyri at spæla, og tí er hann ikki í ferðalagnum [...] Matras, sum er uppvaksin í KÍ og altíð hevur umboðað barndómsfelagið. Sambært FaroeSoccer hevur 24 ára gamli Hannis Matras spælt fýra landskappingardystir í bestu deildini og 66 dystir í næstbestu deildini.
skipa fyri rættarmálinum ímóti Eichmann í Jerusalem. Hetta endaði við, at Eichmann varð deyðadømdur. Tað var ikki fyrr enn í 1942, at Teddy Kollek í jødiskum ørindum í Turkalandi á fyrsta sinni frætti um [...] aldurin forðaði hesum. Í samband við eina vitjan í Ísrael í oktober 2006 var eg eisini inni á gólvinum hjá Kollek. Hetta var ein serstakur heiður. Men tá var hann veikur og doyði longu í januar 2007. Hann fekk [...] Týsklandi til Eysturríki uttan at fáa barnið við sær. Í tríatiárunum merktist ein økjandi antisemitisma í Miðeuropa, og Teddy gjørdi av at búseta seg í Palestina Í 1934 flutti Teddy Kollek til Palestina, har hann
komið var fram á hana í 1922. Hesir lutir verða nú sýndir fram í stóra fornaminnisavninum í Keiro. Savnið er rættiliga fallið í órøkt, men farið er undir at byggja eitt nýtt savn í nánd av slættanum, har [...] ferðafólk kunnu síggja hann. Inferno í Cairo Í øldir hevur Nilá breyðføtt fólkið í Egyptalandi, sum til tíðir hevur kunna heystað upp í tríggjar ferðir árliga. So tað er ikki matur, sum trýtur. Men kortini er [...] Eitt nú løgdu vit at í fyrrverandi Theben, sum í dag eitur Luxor, har vit vitjaðu Konganna Dal og Karnaktemplið og annað har íkring. Vit vóru við segl¬báti, á kamelbaki og í hestavogni. Í Sahara oyðimørkini
sigurin í Norðurlandahúsinum verið flaggskipi í føroysku tónleikaverðini, og tað skerst heldur ikki burtur, at Clickhaze veruliga hevur fingið fótin fastan í Føroyum. Tað er kanska heldur ikki meira enn [...] eitt sindur av Føroyum í honum. Um tað var hetta ella okkurt annað, sum var í Erann hetta kvøldið er ikki gott at vita, men í øllum førum gjørdist ein áhoyrari so mikið skotin í Erann, at hon bað um at [...] setur liv aftur í toftirnar í Seattle. Bólkurin spældi bæði á enskum og á grønlendskum, og var tað ikki tann stóri munurin á teimum ensku og grønlendsku løgunum. Talan var um rokkløg, sum ikki tann nógvi og
og vísir á, at tað í veruleikanum er tryggari í Kina enn til dømis í USA. Í Kina kundi hann ganga úti klokkan eitt á nátt einsamallur, tí vaktir eru allastaðni. Og vaktirnir bera ikki vápn. Men tó var eitt [...] við sína farteldu í íbúðini hjá sær. Ljóðið frá knappaborðinum hoyrist út í gongina. Kaffikoppurin stendur hálvur við síðuna av telduni. Hann fæst við at skriva sína endaligu uppgávu í samfelagsfrøði, sum [...] Beinur, sum í dag hevur ilt við at ímynda sær, tá hann hyggur at myndunum, at hann veruliga hevur verið har og livað í sús og dús. Fyri at geva okkum eina mynd av, hvussu rík tey, hann var hjá, í veruleikanum
Við støði í hesum tilfari og við fyrivarni fyri, at tað kunnu vera skjøl, ið hann ikki kennir, sær sáttmálaspurningurin soleiðis út fyri honum: Forsøgan Í januar 2000 vendi stjórin fyri BP Amoco í Føroyum [...] verða uppí, at táverandi deildarleiðarin fyrst í 2001 segði stjóranum í Menas frá, at Fróðskaparsetrið ikki vildi standa sum útgevari av frágreiðingini. Í tíðarskeiðinum november 2001 til januar 2002 hevur [...] verkætlanina upp í hendurnar á Menas, sum skuldi samstarva við Søgu- og samfelagsdeildina á setrinum. Deildarleiðarin á Søgu- og samfelagsdeildini segði frá, at hann fekk ikki sjálvur farið inn í verkætlanina