Livdi sum ein keisari í Kina

30 ára gamli Beinur Gudjonson úr Klaksvík hevur verið í Kina í sambandi við bachelor-uppgávu sína í samfelagsfrøði, har hann skrivar um hvussu mentunarligir samanstoytir kunnu síggjast aftur í altjóða samráðingum. Túrurin bleiv eitt upplivilsi fyri lívið upp á gott og ringt. Hann kom væl fyri, men gjørdi av at fara heim í úrtíð undan SARS

Klaksvík:
Beinur situr við sína farteldu í íbúðini hjá sær. Ljóðið frá knappaborðinum hoyrist út í gongina. Kaffikoppurin stendur hálvur við síðuna av telduni. Hann fæst við at skriva sína endaligu uppgávu í samfelagsfrøði, sum skal verða inni fyrst í juni mánaði. Á borðinum liggja ymisk pappír, sum snúgva seg um altjóða samráðingar og altjóða viðurskifti. Beinur leggur tó alt til síðis fyri at gera eitt prát.
Hann greiðir frá, at hann seinasta summar byrjaði at hugsa um, hvat hansara uppgáva skuldi snúgva seg um.
? Eg segði við konu mína, Jean, at eg vildi gera okkurt øðrvísi. Eg tímdi ikki at skriva um føroysk viðurskifti, tí møguleikin fyri, at eg og onkur annar so fóru at skriva um tað sama var alt ov stórur, sigur hann.
Beinur er giftur við Jean, sum er frá Filippinunum. Tey hava verið gift í knapt 11 ár, og eiga tey tvey børn. John Daniel sum er seks ára gamal, og Angela, sum er tíggju.
Endaliga avgerðin um, hvat uppgávan skuldi snúgva seg um, varð eisini tikin út frá hansara egnu hjúnarligu støðu.
? Asiatar hava eina ótrúliga virðing fyri teirra eldru. Eg minnist, at fyrr tá Jean og eg skuldi okkurt, so spurdi hon altíð mammu sína fyrst. Tað helt eg vera løgið, men tey eldru hava so øgiliga nógv at siga fyri asiatar, greiðir Beinur frá.
Hann gjørdi eisini av at fara júst til Kina, tí røddir eru frammi um, at Kina fer at opna seg meira, og møguliga gerast stórveldi innan stutta tíð.
Og Beinur vil eisini hava eina útbúgving og starvsroyndir, sum kunnu fara at gera tað lættari fyri hann at liva í Asia, um hann og konan einaferð fara at flyta hartil í eina tíð.

Kom væl fyri
Fyritøkan Wen Global Solution er ein risastór fyritøka, sum millum annað fæst nógv við at hava sølustevnur. Beinur fann hana á netinum, og hann helt, at hon fór at egna seg væl til hansara fyrstu uppgávuorðing. Tann seinna uppgávuorðingin hóskaði eisini væl til hesa fyritøkuna, so hann helt fram, hóast hann hevði broytt hana.
Hann var sera heppin, tí hann kom væl fyri. Fyritøkan rindaði ferðina og uppihaldið. Harafturat fekk hann íbúð, egnan bil og telefon, sum hann kundi nýta, sum hann vildi. Eisini hevði hann eina tænastugentu.
? Eg livdi sum ein keisari, sigur Beinur, sum í dag hevur ilt við at ímynda sær, tá hann hyggur at myndunum, at hann veruliga hevur verið har og livað í sús og dús. Fyri at geva okkum eina mynd av, hvussu rík tey, hann var hjá, í veruleikanum eru. greiðir hann frá, at hann skuldi keypa eina tasku beint, áðrenn hann skuldi heim. Stjórin og eigarin av fyritøkuni, sum er ein 39 ára gomul kvinna segði við hann, at hon visti ein bíligan handil, sum seldi taskur.
? Eg skuldi bara hava eina vanliga tasku, men vit keyptu also eina Gucci tasku fyri 2.000 krónur. Tað helt hon vera bíligt, sigur Beinur og stórflennir, meðan hann ristir við høvdinum.
Beinur sigur, at túrurin í Kina seinasta summar var avgerandi fyri sína uppgávu. Men á vegnum heimaftur, bleiv kuffertið hjá honum burtur og harvið allar notaturnar, sum hann hevði gjørt sær. Og hann hevur ongantíð sæð tað aftur, so hann stóð á berum, tá hann kom heimaftur. Hann kundi so ikki gera annað enn at halda fram við lestrinum á setrinum til jóla. Men hann gjørdi beinanvegin av at fara yvir aftur til Kina og gera arbeiðið umaftur.
Hann fór yvir aftur 30. januar, og hesuferð rindaði hann sjálvur ferðina, men hann arbeiddi á fyritøkuni tveir dagar um vikuna fyri uppihaldið, bil og annað, sum honum tørvaði, meðan hann var har.
Seinni túrurin var eins spennandi sum tann fyrri. Men hesuferð rendi hann seg í ymiskt meira óhugnaligt. Hann hevði upprunaliga ætlað at verið inntil mai mánaði var hálvur ella so, men hann gjørdi av at fara heimaftur fyrr.
? Tá SARS byrjaði at gera um seg um hálvan februar, har áleið, var tað so langt burtur frá tí landslutinum, har eg var. So eg hugsaði ikki so nógv um tað. Heldur ikki hoyrdu vit so nógv um tað, greiðir hann frá.
Men tað gekk skjótt, og sjúkan breiddi seg skjótt um landið. Beinur sigur, at tá fólk byrjaðu at ganga við maskum, har hann búði, tá byrjaði hann at blíva sera ótryggur og fór at umhugsa at fara heim fyrr.
? Tað var heilt ólúksáliga óhugnaligt at ganga har, sigur Beinur og samanlíknar støðuna við eina líknandi hending, sum filmur er gjørdur um. Filmurin eitur Outbreak( Dustin Hoffman spælir við, red.)
? Tað var akkurát líka sum í hasum filminum. Og tølini av deyðsføllum, sum vit hoyra um her heima eru ikki veruleikin. Tølini av deyðum eru so nógv hægri, staðfestir Beinur stillur á málinum. Tað sást á honum, at tað hevur havt sína ávirkan á hann at hava verið so tætt upp at hesi vandamiklu sjúkuni, sum tykist at vera mest sum ómøgulig at fáa bilbukt við.

Broytti uppgávuna
Beinur fór til Kina við tí fyri eyga at kanna, hvussu amerikanskar fyritøkur í Kina klára seg. Serliga eftir yvirtøkuna av Hong Kong. Men hann broytti uppgávuna stutt eftir, at hann var komin til Kina, tí hann gjørdist greiður yvir, at kinverjar ikki altíð skiltu so væl, hvat hann meinti við, tá hann setti ymsar spurningar.
? Tey uppfataðu alt, sum eg segði á ein heilt øðrvísi hátt enn eg sjálvur, sigur hann.
Hetta fekk ein tanka at spíra hjá honum, sum hevði við sær, at hann broytti sína uppgávu orðing til hvussu mentunarligir samanstoytir kunnu síggjast aftur í altjóða samráðingum. Hann slapp eisini at halda fyrilestur um Føroyar og hansara upplivilsir í Kina fyri einum 100 starvsfólkum á einum dagblaði í Shenzhen, býurin, har hann búði.
? Treytin fyri at halda fyrilesturin var, at eg ikki nevndi mannarættindir, demokrati og onnur viðbrekin evni.
Hann royndi eisini at sleppa at gera okkurt á einum universiteti, men tað var so lukkað, so tað bar ikki til.
Men hann fekk tó møguleika til at tosa við nøkur av starvsfólkunum í fyritøkuni um nøkur hugtøk, sum vit nýta nógv her í vesturheiminum, men sum eru tabu í Kina. Til dømis mannarættindi, demokrati og viðurskiftini millum USA og Kina.
? Tá eg spurdi tey, hvat tey hugsa, tá tey hoyra um USA í dag, svaraðu tey ivingarleys:
»Heimsins politi «, greiðir Beinur frá. Hann sigur eisini, at hann mangan var í kjaki við tey um talufrælsið. Men hvørja ferð bleiv hann møttur við sama svari. Tey spurdu hann, hvat ein kinverji í dag ikki kann, sum ein vesturlendingur kann, so longi tey halda seg innan fyri lógarinnar karmar.
Tá Beinur vísti á, at tey ikki kundi trúgva tað, tey vildu ella siga tað, tey vildu ímóti kinesisku stjórnini, svaraðu tey, at tað kundu tey gott.
Ein segði·
» Eg kann trúgva tað, eg vil og hava mínar meiningar um stjórnina, men eg lati bara vera við at siga tað hart.«
Beinur heldur, at tað er torført hjá einum vesturlendingi at skilja ein asiatara.
Tað kann tykjast sum um vesturlendingar taka synd í kinverjum, men tað heldur Beinur ikki er nøkur orsøk til tað.
? Vit hava fingið eina nokk so skeiva mynd av Kina. Øll hugsa bara hatta læsta, kommunistiska landið, sigur Beinur og vísir á, at tað í veruleikanum er tryggari í Kina enn til dømis í USA. Í Kina kundi hann ganga úti klokkan eitt á nátt einsamallur, tí vaktir eru allastaðni. Og vaktirnir bera ikki vápn.
Men tó var eitt, sum hann helt vera eitt sindur troyttandi. Tað var kontrollið, sum allatíðina var.
? Um tú skalt onkrastaðni. Inn í ein almennan bygning ella okkurt líknandi, so mást tú kunna vísa pass ella annað samleikaprógv. Tað var torført at venja seg við, heldur Beinur.

Fer aftur
Ein stuttlig søga er tengd at heimkomuni hjá honum. Systir hansara skuldi giftast, so hann gjørdi av at fara heim til brúdleypið. Hann helt tað loyniligt fyri konuni og systrini.
Tá hann var komin, krógvaði hann seg hjá foreldrunum. Tey ringdu síðani til Jean og søgdu, at ein pakki var komin til tey frá Beini til hana. Hon fór so til tey. Á borðinum stóð ein pakki. Og Jean undraðist yvir, hvat tað var, sum Beinur mundi hava sent, tí pakkin var so stórur. Meðan hon pakkaði upp, stillaði Beinur seg beint aftan fyri hana og segði eitt hvørt við hana.
? Hon bleiv ræðuliga kløkk, men tað var stuttligt, tí tað eydnaðist so væl, sigur Beinur og smílist.
Beinur fekk bjóðað starv í fyritøkuni, men hann tók ikki av kortini.
? Tað gekk væl hjá mær har, men eg eri mitt í lesnaðinum, og um eg hevði tikið av har tá, og so møguliga givist seinni, so hevði eg staðið við ongari útbúgving. Og tað vildi eg ikki. Men eg segði, at um eg fekk eitt líknandi tilboð, tá eg eri liðugur við lesnaðin, so taki eg av, sigur Beinur Gudjonson ivaleysur á málinum.
Hann skal lata uppgávuna inn í juni, og í august gongur leiðin til Danmarkar, har hann fer at taka yvirbygningin. Tað tekur tvey ár afturat.