uttan fyri alt hatta. Myndlistin hjá okkum er so nýggj, tað snýr seg bara um eini trý ættarlið og í hesi tíðini eru listafólkini ikki vorðin liðug við landslagið. Vit hava framvegis eitt samband við náttúruna [...] broytti hann skulpturin, sum eyðkennir Danmark, aftur til tað klassiska. Hann tók ein klassiskan tráð upp, sum danir høvdu slept og hevur verið slóðbrótandi í so máta í Danmark, sigur Bárður Jákupsson. Andlitið
komin til húsini hjá Lassa Holm og har við í helvt í Kvívíkar bygd. Nú vanta bert góð fjøruti hús í hesi bygdini. Tey flestu frammi í Gerði. Prátini við tey viðskiftafólkini, ið eru heima, eru stutt. Hóast [...] um aftur og út á posthúsið við Sjógv. Dagurin er skjótt farin. Hallstein fer nú at rigga av. Telja upp kassan, stempla brøv og fáa skil á tað, ið liggur eftir. Proletarurin og sjarmørurin í kóboybuksunum [...] verið ein fyrimunur fyri bæði Danmark og Føroyar. Sjúkradagpengar og vanlukkutrygging Skipanirnar um hesi øki fara í grundregluni at halda fram óbroyttar. Tað er kortini ein stórur trupulleiki í verandi skipan
eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur. Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men [...] kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum. Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land
taka við ábyrgd av Niðristovugarðinum, og tað kann ikki annað sigast, enn at hann hevur gingið høgt upp í, og at hann hevur havt gott hegni at bóndast. Andras hevur stóran alsk til seyð og seyðahald, og [...] var, at tey í barnsligum kæti stríddust og kappaðust um at gera kavamenn og annars hugnaðu sær í stilla vetrarveðrinum. Í 1967 giftist Andras við Sølvu, dóttir Emmu og Sam Jacobsen í Búðunum. Tey bygdu
øldir hevði avgerandi týdning fyri alt lív í Føroyum, varð tikið upp til søguvísindaliga viðgerð, og nevndin ivast ikki í, at Andras við hesi ritgerð hevur givið landsmonnum sínum eitt í allar mátar virðismikið
fartelefoni. Blaðm.: Brúkar Føroya Tele nógva orku upp á gransking? AR: Vit brúka ikki nógv upp á grundleggjandi gransking, men vit brúka nógva tíð upp á at kanna ymisk hugskot og prøva ting av. Vit hava [...] Sjálvur verði eg best nøgdur, um vit bróta upp úr nýggjum. Og eg haldi eisini, at vit sum ein so stór fyritøka hava skyldu til at ganga fremst og bróta upp úr nýggjum. [...] framgongdin er hildin uppat. Vit merkja tað á søluni hjá teimum einstøku kundunum. Men vit hava satsað upp á at fáa fleiri bein at standa á. Tað er væl tað, sum er trupulleikin í føroyska búskapinum. Vit meina
men her vísti tað seg, sum ikki einaferð, at royndir hava nógv at siga í hesi trídeildu ítróttagrein. Evald, sum var triðjur upp úr hylinum, skifti skjótast, var næstur út á súkklurutuna, og var skjótt
barnaheimið. Tað hevur altíð verið nógv samband millum Svínoy og Toftir. Upp ígjøgnum tíðirnar hava ikki so fáar giftir verið millum hesi bæði plássini , og ein av hesum var so tann millum Andreu og Hanna á
ógvuliga virkin og nógv umhildin av havnarfólki, bæði høgum og lágum og ikki minst av børnunum. Uppgávan at vera einsamallur lærari má hava verið ómetaliga trupul. Men kortini hevði hann stundir at [...] men var tó serliga álvarsligt, tí brúðgómurin var jú prestur! Men tíðin kom so eisini at avsanna hesi leysatíðindi. Bakarin Andrias Samuelsen í Horni var uppkallaður eftir A. C. Lützen. Hann æt Andreas
sjálvan. Hendan eina dagin bjóðaða hann nátturða, og hóast honum stóð í boði at fáa versonin at vaska upp, so vildi hann ikki vita av tí. Tað kundi hann saktans klára sjálvur! Enn fer hann eisini framvegis [...] á stovn, har versonurin nú er formaður. Diurin hevur upplivað stóran part av menningini í landinum hesi 100 árini. Telefonstøð var tó í Porkeri fyrst hann minnist. Hetta var einasta telefon í bygdini tá [...] gjørdist neyðugt at fara at dyrka korn. Tá vóru fleiri sornhús í Porkeri. Eitt sum hann minnist frá hesi tíðini er drílurin. Tað fekst bert rugur, og tí vóru drílarnir myrkir og hersknir, og teir smakkaðu